fríggjadagur 23. november 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 • 23. november 2007
Vikuskifti
9
Tóroddur Poulsen:
Rot. Mentunargrunnur
Studentafelagsins 2007. 126 bls.
Perma og myndir: Tóroddur
Poulsen
Tá ið filmsskapararnir leggja fram
sínar tulkingar av mannalívinum
og brennandi spurningum í tíðini í
nýggjum stórfilmum, dynur kallið
til frumsýning, dagstevndan dag
víða um lond.
Tá ið nýtt verk hjá Tóroddi
Poulsen hevur heimspremieru,
hava føroysktlesandi yrkinga
fjepparar framíhjárættindi. Vit
fara í bókahandil í fríløtuni, í
døgurðatímanum, kaffisteðginum
ella eftir arbeiðstíð, 1 eintak,
nei takk, bara ein posa. Á veg út
verður hon lorað úr posanum og
kagað verður millum permurnar,
men veðrið ger, at hon má aftur
í posan. Seinni krógvar hon seg
millum fundarskjøl, klæði sum
skulu leggjast saman, fær te og
molar á seg, kemur við á ves, í
bussin og bíðirúmið: hvat hevur
virtuosurin hesa ferð lokkað fram
úr tilfeinginum, umleið 65.600
føroyskum orðum, og hvussu
nógv lagt aftrat teimum?
Millum svøvns og
vøku
Hyggur tú á fremstu síðu, so
er fyrsta orðið “svøvnurin”, og
hyggur tú á aftastu síðu, so er
síðsta orðið “vøkuni”, og tí kunnu
vit siga, at hesir mótsetningarnir
eru tað, sum øðrumegin gera
rúmið hjá yrkingunum. Vøka og
svøvnur, og sambandið millum
tey sum eitt fleirtýtt sínámillum
treytað samband verður viðgjørt,
og tí eisini slíkt sum dreymar og
marra. Svøvnurin og dreymurin
kunnu vera flótti, men vøkan kann
eisini vera ódjørv. Dreymar kunnu
siga sannleikar, sum vøkan ikki
veit, hvat hon skal gera við (s.
24):
rødd tín yngdist
tá hon talaði í svøvni
tungan gjørdist
ein nýhvestur knívur
ið sleikti
ta ódjørvu vøkuna
við býttum sannleikum
Í einari yrking (s. 7) er, hvat
tað at liva, lýst við einari kom
pleksari mynd, ið flættar saman
menniskjað/lítilheimin (mikro
kosmos) og alheimin/mikilheimin,
og samstundis leggur dent á, at
listin glímir við óttan og lyndið til
burtskotran:
at liva er at mála
mannin undir
seingini við
mánanum í
munninum
soleiðis
at hann aldrin
aftur leingist
eftir
at krógva seg
fyri jørðini
Tað snýr seg m.a. um at geva
óttanum og tí forbodna – lívsótta
og deyðatrá skap í listini – m.a.
í andstøðu við tað kravið um
jaleika, sum ein yrking seinni í
bókini (s. 41) vendir sær ímóti.
Har er talan um eina yrking av
heilt øðrum slag, eina meira
eintýtt orðaða, grova satiru
um týning av skaldum, ið ikki
akta harraboð um altíð at vera
bjartskygd: tey skøld, ið vága
sær at yrkja um annað enn ljósið,
verða gjørd til lampuskermar til
lampur at lesa um trúnna við,
trúnna, sum var so “kluvd [sic],/
at hon best kundu brúkast sum
pinnabrenni/ í norðasta helviti”.
Veður á vegnum
Hinumegin eru tað vegurin og
veðrið við sínum fyribrigdum,
ið saman skapa rúm og tíð í
yrkingunum.
Einastaðni fremur orðið/
yrkingin ta paradoksalu atgerð
at brennimerkja eitt skýggj fyri
at “sleppa undan” harðræðinum
hjá tí stríða tíðarstreyminum og
skapa sær ein lumma av tíð (s.
10), sum síðan fyllist við tilfari
til eina komandi bók. Men henda
atgerðin viknar seinni (s. 13), tá
ið tað stendur, at “tá eg síggi at
svørt skýggj/ eru gjørd av glærum
orðum/ og at grá skýggj/ eru
eg sjálvur/ gjørdur/ av deyðum
fuglum/.../ kann eg einki annað
enn síggja tað”
Um yrking er munagóð atgerð
mótvegis lívsins lógum ella ei,
so heldur skaldið fram at yrkja
“síggja”, tað er tað einasta, tað
kann gera.
Eisini einsemi og fremmanda
kensla, eitt klassiskt evni í høgum
og lágum skaldskaparsløgum, eru
hjá Tóroddi lýst á óhevdbundnan
hátt (s. 8) sum ein ógvislig
vanlukka: tað er ein “spreinging”,
sum er atvold til at “nærvera”
hvørvur úr lívinum hjá eg’num:
nærveran stoytist burtur frá mær
sum eygu
ið einki hava sæð
av andlitinum
aftan fyri spreingingina
sum fylti tómrúmið
við veingjum
Tolandi og gerandi
Tóroddur er maður paradoksins,
og ein av tvørsagnunum í bókini
skapast av at gerandi og tolandi
skifta um leiklut, so her “smakkar
húðin tunguna” (s. 39), ikki øvugt;
og ikki orðini, men “blekkið
hoyrist/ tá orðini flotna” (s. 39);
og “tá ið tú ert deyður/ hevur tú
sjálvur ábyrgdina av spakanum”
(s. 43); “slipsið misnýtir hálsin”
(s. 49), og ”jakkin fær so ilt at
hann vil latast úr” (s. 100), tá ið
heiðursmerki tyngja bringuna.
Føðsluketan sum
líðingarketa
Tóroddur hevur áður yrkt um
umhvørvisdálking í Føroyum. Nú
yrkir hann frá einum nýggjum
sjónarhorni um grindina hjá
okkum og um føðsluketuna sum
eina líðingarketu (s. 62):
...móðurmjólk
hon líður so illa av tungmetallum
og líðingin minnist
tá hon var steinað
inn eftir fjørðinum
og hildin til
av mettum búkum
/.../
Seinni ekkóar henda yrkingin
í hugleiðing (s. 79) um, tá ið
skaldið fyri 30 árum síðan yrkti
eina aðra yrking “um/ hvalvágna/
sum var ein stór pína/ sum
geylini/ speglaðu sær í...”
Brekka av gloymsku
Tóroddur fæst eisini í hesi bókini
framvegis við fleiri av sínum
kendu evnum, barnaminni eru
eitt dømi. Í einari yrking (s.
19) er tann asfalteraði vegurin
í barndóminum staðið, sum
minnini her eru knýtt at. Vegurin
er eisini vegurin gjøgnum lívið
og til deyðan.Yrkingin er í
trimum ørindum, sum øll byrja
við tiltaluni “góði vegur” – líkt
og tá ið nøvn verða ákallað í
kærleikssangum ella fosturlands
og bygdasangum. Í seinasta
ørindi verður vegurin við ristum
og leiðingum undir asfaltinum
myndburður fyri hugan:
góði vegur
rundkoyringin
gevur okkum enn ein møguleika
at venda við aftur
inn í tað asfalteraða minnið
sum tað so ofta hevur verið
grópað í
tá hol er komið í vatnleiðingina
ella telefonkaðalin er slitnaður
og í dag skulu nýggjar vegristir
stoypast
tí ein brekka av gloymsku
fær alt at renna niðaneftir
Ein yrking (s. 7374), sum lýsir
eitt hús í tólv hæddum, hædd
fyri hædd, kann lesast sum ein
framsjón við Stórutjørn í huga.
Í næstu yrkingini (s. 75) verður
hildið fram við húsamyndini,
og nú eru vit í kjallaranum, har
yrkjarin sjálvur er staddur og tað
mesta av tíðini berjist við fanan.
Tann longsti teksturin (s.
117126) er tann, sum endar
bókina, ein ógvuliga víðfevndur
assosierandi tekstur har
kjarnaorðið er eitt tað eldfimasta
orðið í málinum í dag: veðrið.
Yrkingin nýtir somu snild sum
yrkingin um tann asfalteraða
vegin: Hon er samanbundin av, at
yrkingareg’ið vendir sær til veðrið
við orðunum “góða veður” aftur
og aftur, meðan vit flyta okkum
gjøgnum regn, skýggj, vind, turk,
kava o.s.fr., og soleiðis verða
mint um grundleggjandi men
lítilsvirdar tilverutreytir.
Sí guðs laggadropa
Bókin hongur sman sum ein
prosess, við tað at skaldið
ger viðmerkingar til tað hann
yrkir, samstundis sum hann
yrkir tað, so at lesarin fylgir
yrkingartilgongdini, sum er
lívsformur skaldsins, eitt nú tá
ið hann (s. 10) fyrireikar komandi
bøkur ella umrøður gamlar
yrkingar hjá sær (s. 79). Ongar
yvirskriftir eru og eingir stórir
stavir, og hetta skapar eisini í tí
ytra samband millum tekstirnar.
Tann opna og hugleiðandi støðan
til lívið og listina verður slept
í einum kolsvørtum kritiskum
hittinorði sum hesum: “Húðin
á tí seinastu listini/ liggur í
smeltinum á grammleikans
pannu” (s. 72).
Frá viðkvæmastu til hvassastu
sansan og upplivan, frá
kenslusárum fundi millum
eitt eg og eitt tú, umvegis
spei og sjálvspei til grefliga
samtíðarsatiru, millum svøvns
og vøku á, veg, innsveipaður í
veður, ýtar skaldið av, skravar
burtur av eygum og dreymum
sínum og lænir okkum nýhvest
eygu. Eygu til at síggja undur og
fyllu, har vanasjón sær sjálvfylgju
og tómleika. Peikar okkum á
týningina, sbr. heitið á bókini,
men eisini “guðs laggadropa” (s.
116) og á, at “vindurin/.../ veit/
næstan altíð/ nær hann skal hvíla
seg/” (s.121).
Súkklurnar á vegnum eru nú ein
stríður streymur í vindi og veðri.
Hvess míni eygu og tungu
Ummæli
Turið Sigurðardóttir,
lektari
nielsuni@sosialurin.fo