fríggjadagur 23. november 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 228 - 23. november 2007
Leikurin Verkætlan
Laramie er eitt
dokudrama um
eina hending, sum
skakaði alt USA:
Søgan um morðið á
Matthew Shepard,
sum varð bukaður og
myrdur, tí hann var
samkyndur. Leikurin
verður frumsýndur
í Müllers Pakkhúsi
sunnukvøldið
LeikList
Lagt til rættis: Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Verkætlan Laramie er søgan
um eina hatursbrotsgerð og
eitt samfelag í sjálvsupp
gerð. Ein ungur maður í
lítla býnum Laramie, Wy
oming, USA, verður so illa
bukaður, at hann doyr av
løstunum. Hendingin fær
ikki einans avleiðingar fyri
tann samkynda Matthew
Shepard og ungu dreingir
nar, ið framdu illgerðina.
Hvør einasti íbúgvi í Lara
mie kemur í eina tvístøðu,
har ikki slepst undan einari
uppgerð við egið virðis
grundarlag við samleika,
sjálvsuppfatan, trúgv og
spurningin um fólkaræði.
Hendingin skakaði alt
USA. Søgan var í øllum
teimum stóru amerikansku
fjølmiðlunum og elvdi til
eitt landsumfatandi kjak í
USA um hatursbrotsgerðir.
Søgan um morðið
Eina nátt í oktober 1998
varð 21 ára gamla Matthew
Shephard bukaður og bund
in í eitt hegn uttan fyri býin
Laramie í Wyoming, USA.
Matthew varð funnin á lívi,
men var so illa viðfarin, at
hann doyði á sjúkrahúsinum
seks dagar seinni. Teir báðir
brotsmenninir vórðu funnir
og komu fyri rættin.
Íbúgvarnir í Laramie eru
skelkaðir av hendingini.
Fleiri av teimum hava í
fyrstu atløgu ilt við at
trúgva, at ein tílík brotsgerð
kann fara fram í teirra lítla
býi. Í fyrstu atløgu halda
tey flestu eisini, at tað sjálv
sagt er onkur fremmandur,
sum hevur framt hesa óvan
liga grovu brotsgerð.
Tað gerst tó skjótt greitt,
at brotsmenninir eru tveir
blaðungir menn úr Laramie,
og at talan var um eina
hatursbrotsgerð. Matthew
Shepard bleiv bukaður og
myrdur, tí hann var sam
kyndur.
Hesar avdúkingar, at tað
vóru tveir av teirra egnu,
elva til pínufulla sjálvrann
sakan.
Sjálvrannsakan
Tann veruleiki, at offrið er
ein samkyndur maður, setir
fokus á tað at verða sam
kyndur. Fólkið í Laramie er
á einum máli um, at tað
sjálvsagt er skeivt og ræðu
ligt at fremja eina tílíka
brotsgerð. Eingin hevur
uppiborið slíka viðferð,
men hetta, at Matthew Shep
ard var samkyndur, og at
talan var um eina haturs
brotsgerð avdúkar eisini, at
nógvir av íbúgvunum í Lara
mie hava eina støðu til tað
at vera samkyndur. Tey
hava eina meining um,
hvørt hetta er rætt ella
skeivt. Av tí at kristindómur
spælir ein stóran leiklut í
Laramie, er tað fyri fleiri
ein trúðarspurningur.
Málið um morðið á Matt
hew Shepard førir við sær, at
fleiri av íbúgvunum fara at
seta spurnartekin við teirra
egnu virðir og livihátt.
Er tað rætt ella skeivt at
verða samkyndur? Kann eg
sum menniskja døma eitt
annað menniskja? Kann eg
yvirhøvur loyva mær at
hava eina meining um tað
er rætt ella skeivt? Er homo
seksualtitetur ein trúarspurn
ingur?
At brotsmenninir ikki
vóru fremmandir, men tveir
av teirra egnu førir til at
íbúgvarnir seta spurnartekin
við tað umhvørvið, ið teirra
børn vaksa upp í.
Katólski
presturin
í
býnum heldur, at tey eiga at
nýta hendingina til nakað
konstruktivt at lata brots
menninar siga teirra søgu,
so tey kunna læra av teim
um, hvat ið tað var, sum
gjørdi, at teir hesa náttina
fóru út um alt mark.
Sum leikur fer, sodnar
ræðuliga
hendingin
hjá
fólki. Hvør í sínum lagi hev
ur sína hugsan um hending
ina, og við leiklok eru
íbúgvarnir vorðnir nøkur
onnur menniskju, enn tá ið
leikurin byrjaði.
Fyrsta dokudrama
í Føroyum
Stutt eftir hendingina fór sjón
leikarabólkurin The Tectonic
Theater
Company
undir
leiðslu av Moisés Kaufmann
til Laramie. Leikararnir fóru
undir at gera samrøður við
íbúgvarnar í býnum. Tey
vendu regluliga aftur til
Laramie í tvey ár og gjørdu
meira enn 200 samrøður til
samans. Sjónleikurin byggir á
hesar samrøðurnar. Av tí at alt
tilfarið í leikinum er skjalfest
ar heimildir og ikki fiktión, er
leikurin eitt dokudrama, ein
heimildarleikur.
Hetta
er
fyrstu ferð eitt dokudrama
verður spælt í Føroyum.
Lóg uppkallað
Hendingin í Laramie skak
aði ikki einans lokalsamfe
lagið Laramie, men sendi
rembingar
gjøgnum
alt
USA. Í september í ár,
nýggju ár eftir morðið, sam
tykti amerikanska senatið,
at eisini minnilutabólkarnir,
tey samkyndu og tey brek
aðu, verða fevnd av lóggáv
uni, sum skal verja móti hat
ursbrotsgerðum.
Lógar
broytingin
er
uppkallað
eftir Matthew Shepard og
verður
á
mannamunni
nevnd “The Matthew Shepp
ard act”.
Leiklistin
kann
lýsa,
hvussu vit menniskju ávirka
hvønn annan og hvussu
karmarnir í samfelagnum
ávirka okkum og viðurskift
ini okkara millum. Og Verk
ætlan Laramie kann lutvíst
síggjast sum ein spegils
mynd av tí kjaki, sum sein
asta hálvtannað árið er farið
fram í Føroyum.
Norðurlendsk
verkætlan
Úr Danmark kemur leik
stjórin Solveig Weinkouff
og
royndi
ljóssniðgevin
Lars Refshauge. Pallsniðgev
ingini
stendur
svenska
Filippa Berglund fyri.
Ikki færri enn 54 leiklutir
eru í leikinum. Hetta krevur
nógv av leikarunum og tí er
eitt sterkt og fjølbroytt lið
av sjónleikarum savnað.
Úr Føroyum eru tað
royndu yrkissjónleikararnir
Egi Dam og Birita Mohr,
umframt Gunnvá Zacharias
sen frá leikbólkinum Tvazz,
og Hjálmar E. Dam, ið sum
hin einasti, ikki er yrkisleik
ari. Marita Dalsgaard, sum
býr í Danmark, er eisini við
í leikinum, samstundis sum
hon er leiðari av verkætlan
ini.
Laksurin slapp út
Um vikuskiftið var illveður nógvastaðni á norsku
vesturstrondini, og tað fekk millum annað
avleiðingar fyri eina alistøð hjá felagnum Brilliant
Fiskeoppdrett við Bømlo. Í tí nógva vindinum
mánanáttina stóð so nógv á nótini, at hon skrædn
aði, og stór hol kom á. Úrslitið varð, at 115.000
laksar sluppu til rýmingar. Myndugleikarnir bera
ótta fyri, at tann rýmdi laksurin kann smitta annan
laks, tí laksur hjá Brilliant Fiskeoppdrett hevur
havt sjúkuna PD.
Ísurin óvanliga nær landi
Hesa tíðina á árinum heldur íslendska vaktartænastan regluliga
eyga við, hvussu havísurin norðan fyri Ísland háttar sær. Í gjár
var eitt kanningarflogfar hjá tænastuni norðanfyri og kannaði
umstøðurnar, og vísti tað seg, at havísurin er óvanliga nær
landi. Í støðum var ísurin bara 18 fjórðingar úr landi. Tað
óróhgvar kortini ikki tær vanligu siglingarleiðirnar.
Veðurmenninir siga eisini frá vindi eystaneftir, og tí fer ísurin
helst frá landi aftur.
Havísurin er bara 18 fjórðingar norðan fyri Ísland (Mynd: Vísir)
FAKTA
Leikhús Skift setur upp
sjónleikin Verkætlan
Laramie, ið verður
frumsýndur í Müllers
Pakkhúsi tann 25.
november. Leikurin
gongur hvørt kvøld kl.
19.30 til og við 12. dec.
Samkyndur
maður myrdur
Verkætlan Laramie kann lutvíst síggjast sum ein spegilsmynd av tí kjaki, sum seinasta hálvtannað árið er farið fram í Føroyum