fríggjadagur 23. november 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 • 23. november 2007
Vikuskifti
10
Uni hevur eina góða og klára
sangrødd, ið ótilgjørd andar av
nærveru. Tað er mín fyrsta kensla
tá eg hoyri Mitt í sjónum, sum er
fyrsta fløguútgávan hjá Una Arge.
Sjálvur hevur hann gjørt allar tólv
sangirnar, bæði orð og løg. Og
hetta er ein sangfløga burturav.
Sangir í tí vanliga týdninginum,
vit kenna úr Grønu sangbók. Beint
fram og uttan nakran háva.
Fragd fyri oyrað
Fyrsti sangur súkklar avstað,
sum var hetta ein Grand Prix
kapping, har Uni er dygst í høl
unum á Søren Poppe og teimum
í Rollo & King. Eitt bland av
frískum country og føroyskum
spælimanstónleiki á hásumri.
Fylgispælið er fangandi og hvør
smálutur hoyrist.
Tilætlaðir smámunir í ljóð
myndini, frá rúmklangi til turrasta
nærljóð, eru ein fragd fyri oyrað.
Saman við skiftandi ljóðførum og
avmáldum kórrøddum eyðkennir
hetta alla fløguna, sum Niclas
Johannesen framleiddi og Krist
offur Mørkøre ljóðblandaði.
Skal eg sjálvur
syngja?
Frá apríl til oktober í ár hevur
Uni Arge arbeitt við sangunum.
”Hvønn sang skal eg taka við
og hvussu skal bygnaðurin vera,
grundin og arrangementini, og
ikki minst spurningurin, um eg
sjálvur skal syngja ella lata
onkran annan,” sigur Uni í viðtali
nú fløgan er í búðunum.
”So hvørt tað bleiv borðbart,
kundi eg standa inni fyri at eg
sjálvur sang. Áðrenn eg fór í
gongd, stóð opið, um onnur enn
eg skuldu syngja. Men tá ein
sjálvur hevur gjørt sangirnar, vil
mann gjarna sleppa at fortelja
teir sjálvur. Soleiðis havi eg kent
tað, hóast eg í útgangspunktinum
ikki eri sangari, men bara skrivari
og forteljari.”
Teksturin
Berandi vokalurin í fólkatónleiki
byggir fyrst og fremst á skrivaða
tekstin. Hetta er grundin og tann
miðdepul, ið henda hevd hevur
malið um, alt síðani fyrsta plátan
varð skorin, Bob Dylan bleiv til og
vit fingu egnar Vælferðarvísur.
Í sínum einfeldni setur
fólkatónleikur og poppur strong
krøv, ið tung eru at lyfta, snøgga
til og gera sangbær – við fynd.
Tí júst hetta við fyndini meti eg
sum fremsta krav til sang á plátu.
Ein breitt málað stuttsøga, sum
við høvdi, gørnum og eini krúllu á
halanum, varir í tríggjar minuttir.
Fulkomna náði eftir hesum
leisti, finnur bert ein av teim tólv
sangunum. Tað er Morgunin komin.
Ein snøggur poppsangur, ið fær
teg at halda ondini og minnast
ungdómsdagar í leigaðum kamari
í fremmandum býi. Ljóslivandi
grípur Uni løtuna, sáar ein iva,
men tekur so saman um. Jú, hon
var har. Allur óttin, ið eyðkennir
ungdómin, var púra uttan orsøk.
Banalt, men soleiðis skal ein
poppsangur skerast. Bravo, Uni!
Skrivihátturin
”Skrivhátturin hjá mær er
ávirkaður av journalistisku
bakgrundini. Og so havi eg ein
abba og pápa eisini,” leggur
Uni smírandi afturat og vil eisini
nevna lærararnar í føroyskum,
Steingrím Niclasen og Hanus
Samuelsen, sum báðir hava verið
hollir, tann tíð tað var.
”Men nú eg royni at fáa tekstin
at rigga, hugsi eg um enska
hugtakið complexity of simplicity,
sum merkir at tað er fløkt at verða
einfaldur. Og tað kan ofta taka
langa tíð at koma har til, men tá
tú so hevur skorið á bein, standa
reglurnar stuttar og snøggar eftir
og kunnu kanska virka banalar.
Men tað verður harvið, tí eg
haldi at tann truplasti kynsturin
er mangan at skera inn á bein,”
sigur Uni og vísir á at tekstur
eisini sprettur úr persónligum
viðurskiftum.
”Kenslur eru universellar.
Kynsturin er at geva teim ein
allgildugan dám, sum eisini kann
siga øðrum nakað. Fyrr skuldi
alt sparka til samfelagið; men
sum man eldist verður mann
meiri persónligur,” sigur Uni og
nevnir at fleiri av tekstunum eru
um at standa á vegamótum við
ambivalentum kenslum, tá tú
flytir teg millum tíðarskeið.
”Tað er tungt at sleppa tí gamla
og kenda, men eisini ein lætti, tí
tað sum tú fært afturfyri er nakað
nýtt og ókent, sum kann verða
meiri spennandi og sum kann
menna teg.”
Tað persónliga
Tann sangur, har Uni leggur seg
mest opnan, er ivalest ”Bert eitt
lítið bil”:
Mangan er tað tungt at sita og
stara
og kæra sína neyð um alt sum er
sovna inn í tómrúm og trákkast
eftir løtum
sum einaferð birtu í teg lív
(…)
Hálvan metur við síðuna av mær
sjálvum aftur í dag
eg hugsi púra onki og skilji ikki hví
at eg púrt onki fái í lag
Samstundis sum hetta kundi verið
besti sangur á fløguni, er hetta
eisini hin mest ivasami. Tyngdur
av óneyðugum klisjéum, dregur
hann ov nógvar leiðir og er ov
lítið avkláraður, tí fintan manglar.
Her er eingin avsluttari, sum tey
siga í fótbólti.
Ein uppsangur
Danski filmurin Festen skapti
siðin við tveimum talum. Sama
ger Uni á fløguni Mitt í sjónum.
Men hann velur fyri okkum. Í
staðin fyri at halda røðu, velur
Uni at syngja ein Uppsang við
tónleiki afturvið:
Fólk á smáum plássum hugsa
mangan alt ov smátt
tey skræða seg um slag og halda
onnur fyri spott
tey teska og tey tutla um alt tað
tey hava sæð
og síggja ikki at tey onki annað
fáa í lag
At leggja seg opnan
“Sangir eru eitt slag av samrøðu, ið setir tankar í gongd um okkum sjálvi,”
sigur Uni Arge í samrøðu við Sosialin, nú fyrsta fløga hansara við tólv popp-
og fólkasangum kemur út. “Tá man ger sovorið úr egnum barmi, leggur mann
seg opnan og verður sárbærur. Men tað gerð tað bæði ræðandi og
spennnandi, at vága eitt petti av sær sjálvum”
Smakkdómari
Birgir Kruse