fríggjadagur 23. november 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 228 - 23. november 2007
- Vit høvdu nógvar
sera góðar og væl
kvalifiseraðar
umsøkjarar, bæði
ímillum tey sjey, sum
vóru til samrøður,
men eisini millum tey
17, sum søktu og ikki
vóru til samrøður,
sigur Leivur Hansen,
stýrisformaður
ElfElagið SEV
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í morgun frættist, at Elfelagið
SEV fór at kunngera navnið
á nýggja stjóranum, sum
stýrið hevur sett. Lýst hevur
verið eftir nýggjum stjóra, og
tilsamans 17 umsóknir vóru
komnar til starvið.
Sosialurin fór á dyrnar hjá
SEV klokkan gott 9 í morgun,
tí vit høvdu frætt, at nýggi
stjórin skuldi ”presenterast”
fyri starvsfólkunum.
Men tað tók sína tíð at
sleppa inn í høvuðsbygning
in. Tú slapp inn um høvuðs
dyrnar, men innara hurðin
var stongd. Sosialurin var
fyrstur, og síðan komu fólk
hjá kappingarneytanum á
Hálsi. Meðan vit standa í
durinum og bíða, kemur ein
blíð kvinna, letur hurðina
upp og sigur, at vit mugu
ganga inn niðanfyri, tí tað
er har, øll eru.
Vit spyrja, hvør nýggi
stjórin er, og hon heldur, at
tað er ikki dult meira. Mað
urin er Hákun Djurhuus,
sum í fleiri ár hevur verið
stjóri í P/F Føroya Shell.
Vit fara útum og ganga
oman til niðaru hurðina, men
har er eisini stongt. Vit leita
eftir øðrum hurðum, og tá vit
ganga framvið vindeygunum
í niðastu hæddini, sum vestur
suðureftir, síggja vit nógv
fólk innanfyri rútarnar – og
vit síggja eisini, at Hákun
Djurhuus stendur og prátar
við einum pappíri í hondini.
Triðja hurðin, vit taka í,
er opin, so her er einki ann
að at gera enn at vera smá
framligur og fara beint
innar í fólkarúgvuna.
Fólk eru blíð, og Hákun
heldur fram at tosa. Vit
hoyra, at hann nevnir ”glo
bala upphiting” og hugsa,
at nýggi stjórin hugsar um
umhvørvi.
Tað er gott.
Jú, fólk eru blíð, og okk
urt kent andlit heilsar okk
um fryntliga. Eingin biðir
okkum fara avstað aftur. Vit
kenna okkum vælkomin,
og vit sleppa eisini at taka
tær myndir, vit eru komin
eftir.
17 umsóknir
Í stuttum práti sigur stýris
formaðurin, Leivur Hansen,
okkum, at tilsamans 17 um
sóknir vóru til stjórastarvið,
og stýrið hevur havt samrøður
við sjey av umsøkjarunum.
Vit høvdu nógvar sera
góðar og væl kvalifiseraðar
umsøkjarar, bæði ímillum
tey sjey, sum vóru til sam
røður, men eisini millum
tey 17, sum søktu og ikki
vóru til samrøður.
Uppá fyrispurning, um
nøkur kvinna var millum tey
17, sigur Leivur, at ein var,
men stýrisformaðurin vil
ikki siga, um hon vann upp
til tey sjey, sum vóru til sam
røðu.
Fleiri av umsøkjarunum
vóru við heilt fram til endan
av viðgerðini um, hvør
skuldi setast, og eg vil siga,
at tað var ein heildarmynd
sum segði okkum, at Hákun
Djurhuus er rætti maðurin
at mynda Elfelagið SEV.
Leivur Hansen sigur seg
onga løtu ivast í, at felagið
við Hákuni Djurhuus hevur
fingið ein góðan og væl
kvalifiseraðan stjóra.
Hákun fer at hava sína
dagligu gongd á SEV longu
frá 1. desember, men hann
tekur formelt við stjóra
starvinum 1. januar 2008,
sigur stýrisformaðurin.
Poul Arni Jacobsen, sum
annars var næstformaður í
stýrinum fyri SEV, hevur
verið virkandi stjóri síðan 1.
oktober. Í hesum tíðarskeiði
hevur hann ikki sitið í
stýrinum, og í hansara stað
sum næstformaður hevur
sitið Jógvan Emil Nielsen.
Poul Arni hevur áður
verið stýrisformaður í SEV,
og hann tekur við aftur sum
næstformaður, tá hann er
leysur av starvinum sum
virkandi stjóri.
Klokkan 10 í morgun
byrjaði
umboðsnevndar
fundurin hjá Elfelagnum
SEV á Hotel Føroyum.
Blíðskapur aftan stongdar dyr á SEV
Ov skjót at skjóta
Tey seinastu fimm árini hevur danska løgreglan
skotið og rakt 23 fólk. Av teimum vóru 16 sálarliga
sjúk, og sjey fólk doyðu av skotunum frá løgregl
uni. Millum fólk hevur ofta verið havt á lofti, at
løgreglan er ov skjót at taka skammbyrsuna fram,
og tað hevur leiðslan í løgregluni nú eisini sannað.
Torsten Hesselbjerg, løgregluovasti, segði í gjár, at
løgreglufólk eiga at hugsa seg um eina ferð eyka,
áðrenn tey skjóta, tí tað er tann seinasta loysnín.
Leingja
barnburðarfarloyvið
Tað eru ikki bara føroyskir politikarar, sum tosa um at
leingja barnsburðarfarloyvið, tí hetta sama evnið verður í
hesum døgum umrøtt í íslendska Altinginum. Sum er
hava íslendsk foreldur rætt til farloyvi í níggju mánaðir í
sambandi við barnsburð, men fleiri av flokkunum vilja
hava tað longt til eitt ár. Men sambært bløðunum hava
politikararnir tann trupulleika, at barnburðargrunnurin er
tómur, tí játtanin fyri 2007 vísir seg at vera alt ov lítil.
Tað tók sína tíð í morgun, áðrenn vit funnu eina opna hurð á Elfelagnum SEV, nú nýggjur
stjóri er settur og skuldi ”presenterast” undan umboðsnevndarfundinum, sum byrjaði á Hotel
Føroyum klokkan 10 í morgun
Mynd: Vilmund Jacobsen
ElfElagið SEV
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hákun
Djurhuus,
sum
verður nýggjur stjóri í
Elfelagnum SEV frá 1.
januar 2008, heldur, at
hansara útbúgving sum
sivilverkfrøðingur
og
hansara
royndir
innan
leiðslu gjøgnum fleiri ár,
er góður førleiki í nýggja
starvinum.
Jú, eg haldi, at hetta
verður ein spennandi upp
gáva, og eg gleði meg til at
taka við starvinum.
Hákun Djurhuus var
leysur í starvinum sum
stjóri á Føroya Shell fyrr í
heyst, og nú stendur henda
nýggja avbjóðingin fyri
framman hjá honum.
Vit vóru eini 100 fólk í
starvi hjá Føroya Shell, og
vit eru eini 140150 í starvi
hjá
Elfelagnum
SEV.
Nýggi stjórin heldur, at
hansara tekniski førleiki
sum sivilverkfrøðingur og
umsitingarligu
royndir
gjøgnum fleiri ár fara at
koma honum til góðar sum
stjóri í Elfelagnum SEV.
Spurdur, hví hann søkti
starvið, sigur hann:
Eg segði meg úr starvi
hjá Føroya Shell longu
seint í vár, men havi verið
knýttur at felagnum fram
til heystari. Nú var eg
leysur, og eg skal jú víðari
í lívi mínum. Eg eri glaður
fyri, at stýrið í SEV hevur
víst mær hetta álit, sigur
Hákun Djurhuus.
- Eg skuldi jú
víðari
SEV-stýrið hevur sett
Hákun Djurhuus
í stjórastarvið í
Elfelagnum SEV
El-fElagið SEV
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í morgun gjørdi stýrið í
SEV av at seta Hákun Djur
huus í starv sum stjóri í
SEV frá 1. januar 2008 at
rokna.
Hákun er 46 ára gamal.
Hann gjørdist sivilverkfrøð
ingur í 1986 og hevur síðan
ognað sær drúgvar starvs
og leiðsluroyndir.
Hann hevur verið stjóri í
P/F Føroya Shell í 10 ár –
fram til í summar, og undan
hesi tíðini starvaðist Hákun
hjá A/S Dansk Shell í eitt
ár.
Árini 19921996 var hann
leiðsluráðgevi og stjóri í P/
F Northern Fish Cold Stor
age Ltd. í Klaksvík, og árini
19861992 arbeiddi hann
sum ráðgevandi verkfrøð
ingur hjá Landsbyggifel
agnum og E.D. Verkfrøði.
Eitt skifti var Hákun før
oyskur umboðsmaður hjá
Kreditforeningen Danmark,
sum seinni broytti navn til
Realkredit Danmark.
Hákun hevur eisini royndir
í ymiskum nevndararbeiði,
er nevndarlimur í Føroya
Arbeiðsgevarafelag og nevnd
arformaður í Smyril Line.
Nú hann er settur í stjóra
starv
hjá
SEV,
leggur
Hákun
Djurhuus
nevndarsessin
í
Føroya
Arbeiðsgevarafelag frá sær
í næstum, men SEVstýrið
hevur góðkent, at hann
heldur fram sum nevnd
arformaður í Smyril Line.
Hákun skal leiða SEV
Leivur Hansen, stýrisformaður, Poul Arne Jacobsen, virkandi
stjóri og Hákun Djurhuus settur stjóri í SEV frá 1. januar 2008
Mynd: Vilmund Jacobsen