fríggjadagur 23. november 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 • 23. november 2007
Vikuskifti 11
(…)
Hví køvist allur
hugurin…
Retorikkurin hjá Una er kanska
sterkastur í hesi sjangru. Her er
sjalvt endamálið at skera inn á
bein. Og tað lukkast.
Men alla tíðina kenni eg á
mær, at vit eru í skúla og hava
føroyskt. Her eru ov nógvar
bindingar til lesibøkur og skúla.
Ja, kenni í støðum turra kritið úr
skúlanum millum fingararnar. Og
tað er óneyðugt.
Men nú talvan er kritað, haldi
eg, at Uni skal rista dustið av sær
og sleppa øllum tvungnum lærum
um rím og ørindi. Við orðunum hjá
Heðini Brú kunnu vit lættligani
siga, at Uni hevur fingið støðið og
tað gott. Nú er tíðin komin at sláa
gluggarnar frá.
Eydnukravið lokið?
Tey sum arbeiða í verkætlanum
hava serligar máliskur. Eydnukrav
rópa tey minsta markið fyri at
verkætlanin skal eydnast. Innan í
húsanum sigur Uni Arge, at “fært
tú okkurt burtur úr bara einum av
sangunum, fløvar tað mítt hjarta.”
Við bert einum sangi við fullum
stigatalið eydnaðist verkætanin
til fulnar í mínum føri. Men eg
haldi, at Uni setir eydnukravið í
so lágt. Hetta merkir úrslitið, ið
verður ov spakført og ivandi.
Veit, at Uni hevur fleiri sangir
í skuffuni. Henda fyrsta útgávan
hjá Fa Uni Music, sum Expert
ber út, hevur frámerkið UA01.
”Útgáva null tvey kemur, fái eg
ikki null trý í karakteri fyri hesa,”
sigur Uni.
Smakkdómarin
Hvør hevur sín smakk og karakter
havi eg ikki givið í útvið tíggju ár.
Eingin skal geva karakter, tí hin
fyrsti taparin er nummar tvey. Øll
eiga teirra karakter.
Sum umbiðin smakkdómari fyri
Sosialin, skulu míni subjektivu
ráð verða, at Uni hvessir pennin
og letur orðini bylgja nógv fríðari
enn Mitt í sjónum. Tora at rógva
seg í íður, krøkja í eitt hávahjarta
og lata havsins penn føra okkum
hagar journalistikkurin ikki
røkkur. Tora at sleppa tí turrgelt
staðfestandi journalistiska
skrivingarlagnum og finn saft
og kraft, sum hjá Hemingway,
Springsteen, Lundell og kára p.
Tað hevði klætt honum væl.
Higartil er útgerðarfelagið hjá
Una ov pent, fitt og avmált. Men
gamaní, topptrimmað til okkara
útvarpsbylgjur, sum - øllum til
vildar - eru mitt í havinum.