fríggjadagur 23. november 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 228 - 23. november 2007
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
So hendi tað aftur
Føroyingar hava so enn einaferð upplivað,
at ein løgmaður hevur sagt ein av sínum
landsstýrismonnum úr starvi. Hetta tykist vera
vorðin ein afturvendandi siður hjá ikki bara
hesum men eisini undanfarnum løgmonnum.
Hetta byrjaði við Edmundi Joensen, sum fyri
júst 10 árum síðani segði Sámal Petur í Grund
úr starvi. Síðani tá eru fleiri landsstýrismenn
sagdir úr starvi ella eru trýstir til at leggja frá
sær. Verandi løgmaður hevur sagt ikki færri
enn tríggjar landsstýrismenn úr starvi.
Spurningurin er so, um hetta er ein skilagóð
mannagongd. Svarið er bæði ja og nei.
Sjálvandi skal ein løgmaður hava møguleika
at siga ein landsstýrismann úr starvi, um hesin
hevur brotið reglar og lógir. Nakað annað
eru tær politiskt treytaðu uppsøgnirnar.
Nær kemur inflatión í politiskar uppsøgnir
kundi verið spurt! Er tað gott signal at senda
út til almenningin, tá løgmenn siga upp
fleiri av sínum landsstýrismonnum í einum
valskeiði! Hevði betri samskifti og dialogur
millum løgmenn og landsstýrismenn, millum
embætisfólk og her ikki minst millum
aðalstjórar í ymsum ráðunum kunnað forðað
fyri, at mál útviklaðu seg til rein spreingimál.
Við hesum skulu vit ikki taka dagar ímillum,
hvørjir landsstýrismenn áttu ella ikki áttu at
verið uppsagdir. Tað má eftirtíðin gera av.
Men málið um uppsøgn av landsstýrismonnum
er eftir okkara tykki sera grundleggjandi og
eisini rættiliga principielt, tí hetta hevur nakað
við okkara nýggju stýrisskipan at gera. Undan
henni bar ikki til at koyra landsstýrismann
frá, tí tá var kollegialt stýri. At hetta varð
broytt var kærkomið fyri mong. Spurningurin
í kjalarvørrinum á seinastu uppsøgnini av
landsstýrismanninum Jákup Vestergaard
er, um ikki tíðin er komin til at evaluera
stýrisskipanina. At seta hana undir lupp við
nútíðar og framtíðar eygum. Og spyra: Hvussu
hevur henda nýggja skipan við møguleika hjá
løgmanni at siga upp sínar landsstýrismenn
út frá politiskum orsøkum eydnast frá tí, at
Edmund Joensen segði upp Sámal Petur í
Grund til nú Jóannes Eidesgaard loysti Jákup
Vestergaard úr starvinum.
Miðlahúsið í Vágsbotni, sum skipar fyri kjaki
eitt nú á kendu Trapputingunum, fer at taka
hetta málið upp antin í hesum árinum ella í
komandi ári. Vit meta tíðina vera komna til at
evaluera stýriskipanina.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Vit gleðast
Tað var prátið um vistferða
vinnu, sum fekk meg at
frøðast. Elin Heinesen
nevndi at ein stór avbjóð
ing lá fyriframman. Skuldu
vit megna at bjóða teimum
komandi ferðafólkunum
eina uppliving, máttu vit
bjóða teimum enn fleiri
tiltøk. Helst skuldi tað vera
okkurt, sum vit vóru góð
til, og sum vit høvdu
fingist við í fleiri hundrað
ár. Tankar runnu fram fyri
meg. Bátasmíð, seyða
rakstur, bjargalív og ikki
minst føroyskur dansur.
Vit kvøða og dansa
Eg eri virkin innan føroysk
an dans, og havi tí eina
føling við hvat hendir á
hesum øki kring oyggj
arnar. Satt at siga er støðan
heldur vánalig. Sláið Ring,
væl stuðla av limafeløg
unum, hevur roynt at
bjarga einum neista, men
tungt er. Játtanin, tær
90.000 krónurnar, Sláið
Ring fær frá landinum at
bjarga kvæðunum og
dansinum við, røkka ikki
langt.
Vónin um at fólkaskúlin
tekur hond um dansin, er
við at hvørva, tí á skúlun
um finst nærum einki tilfar
at undirvísa við. Tað tilfar,
sum er fingið til vega, er
ein hjálp hjá teimum lærar
arum, sum hava røtur í
dansinum. Hinir, sum ikki
kenna til føroyskan dans,
megna ikki at geva næm
ingunum eina holla undir
vísing við núverandi
tilfarið. Her stendur ikki
væl til. Tí var eg so sera
glaður, tá Elin Heinesen
leitaði eftir einum
menturnarøki, har vit eru
tey bestu og hava hundra
ára royndir. Lat okkum
bjarga dansinum, kvæð
unum við at ”brenda” tey.
Lat okkum verja dansin
soleiðis, at hann kemur
okkum øllum til góðar. Lat
okkum menna dansin, so
hann kann stiða vistferða
vinnuna m.a. á útoyggj. Eg
síggi fyri mær ein møgu
leika at menna útoyggj
arnar, smábygdirnar,
føroyska dansin, kvæða
kunnleika, vistferðavinn
una og Føroyaland. Eg eri
eingin reklamuleyva, men í
mínari verð, er føroyski
dansurin eitt megnaram
boð, tá talan er um
vistfrøðiliga ferðavinnu.
Vit undrast
Síðsta leygardag var aðal
fundur í Sláið Ring. Fund
urin var góður og gevnadi,
men øll undraðu seg yvir,
hví eingin av okkum hevði
fingið innbjóðan til ferða
vinnutiltakið, sum var í
Norðurlandahúsinum,
sama dag. Er føroyski
dansurin og kvæðamentan
okkara ikki brúkbar tá
talan er um vistferða
vinnu?.
Í mentanartíðindunum
fríggjakvøldið 16. nov tók
Elin Heinesen so ramliga
til ”Vit skulu hava sam
starv, samstarv, samstarv”.
Lat okkum við samstarvi
bjarga føroyska dansinum,
menna útoyggjarnar og
leggja lunnar undir vist
ferðavinnu í Føroyum.
Vónandi setur Samvit seg í
samband við Sláið Ring
landsfelag føroyskum
dansi at frama, í nærmastu
framtíð.
Um løgmaður hevði valt
ein annan møguleika, so
mistu vit øll álitið á
honum.
Tí má sigast, at løgmað
ur gjørdi púra rætt.
Í einum lítlum samfelagi
sum okkara, er tað av
alstórum týdningi, at fólka
vald umboð okkara og
landsstýrsfólk okkara
fylgja stýrisskipanarlógini,
og búka vanligt skil og vit.
Um fólkaflokkurin slítur
samgonguna, einans tí at
flokkurin ikki tolir at
merkja avleiðingarnar, at
ein landsstýrismaður
noyðist at fara, og annað
fólk setast, so missa vit álit
á Fólkaflokkin.
Tað er skelkandi at lesa,
hvussu handfaringin av
Strandferðsluni er farin
fram.
Flot – Regin at tú tók
avleiðingarnar!
Umskylda Niels Harald
Michelsen, at vit sum
samfelag ikki eru komin
longur!
Harmiligt at báðir
“gomlu” skipararnir skulu
fáa slíka viðferð, og nú á
enda gjørdist daglig
negativt tíðindatilfar, einast
tí at samgongan setti sær
fyri at føra nakað so einfalt
sum seniorpolitikk.
At enda: Fókaflokkurin
hevur nú gylta møguleikan
at seta eina landsstýris
kvinnu í sessin – seinastu
vikurnar av samgongu
skeiðinum.
Fyri okkum vanligu
samfelagsbogarar hevur
tað týdning, at bústaðar
pakkin kemur fyri tingið
og verður avgreiddur,
áðrenn hetta samgongu
skeiðið er av. Tað eru so
nógv fólk í hesum landi, ið
ikki eru før fyri at seta seg
fyri hørð og stór húsalán.
Tað má tí ikki enn eina
ferð ganga út yvir okkum
borgarar, at ávís lands
stýrisfólk gera feilir, ið
hava við sær, at flokkar og
menn gerast fornermaðir
og smekka við hurðini.
Vísið tykkum nú sum
menn eiga: Takið ábyrgd!
Klaksvík
JóNLEIF
JoHANNESEN
NItA
NæS
Vit gleðast, dansa, kvøða og undrast
Hava vit álit á monnum?