fríggjadagur 23. november 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 228 - 23. november 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Í dag, er eitt ár liðið, síðan vit vóru
úti í Pálsstovu og hátíðarhild tykkara
gullbrúdleypsdag. Nógv vóru komin
at heiðra tykkum hetta kvøldið.
Tit riggaðu so væl bæði, tað vóru
øll sannførd um. Eitt sera hugnaligt
kvøld.
Men lítið vistu vit, at bert 14 dagar
seinni skuldi sjúkan hjá ommu gera
um seg aftur. Eg, Christina og Beinta
vóru farnar í biograf, tá Súsanna
ringdi og segði, at abbi hevði ringt
og sagt, at omma ikki hevði tað so
gott.
Og tvær vikur seinni, 2.jólakvøld,
andaðist omma okkara.
Góði abbi. Í januar skuldi tú niður
til Danmarkar vegna tína sjúku. Tað
var sera hart fyri okkum øll, ikki
minst hjá tær. Viðgerðin fór sera illa
við tær, og tað var tungt at síggja,
hvussu tú viknaði. Men einsamallur
var tú ongantíð, vit vóru um teg alla
hesa tíðina, bæði í Danmark og
heima.
Aftan á eina stutta, men strævna
sjúkralegu, andaðist tú tann 22.
apríl.
Tað var ein stór mannfjøld, ið
fylgdi tykkum báðum, til tykkara
seinasta hvíldarstað.
Tað kennist løgið at vita sær, at vit
ikki bara kunnu fara inn til tykkum
at fáa okkum ein bita, ella biða abba
koyra okkum har vit skuldu. Tað
gjørdu vit ofta.
Góði babba. Tað hevur verið ógvu
liga hart fyri teg at missa bæði
mammu og pápa tín við so stuttum
millumbili. Tað vóru ikki fýra mán
aðir ímillum.
Nú samfelagsmøtini júst hava ver
ið, koma nógv góð minnir fram. Tá
vóru vit øll altíð saman til ein góðan
nátturðabita niðri hjá tykkum, áðr
enn leiðin gekk niðan aftur í høllina,
og tað var altíð líka hugnaligt.
Saknurin er sera stórur, nú tit bæði
eru farin.
Við hesum, vilja vit lýsa frið yvir
minnini um ommu og abba.
Birita, Christina, Súsanna
og Beinta
Minningarorð um
Christinu og Johannes Petersen
Eins og undafarin ár skipar
Verkhúsið Virkni á Berja
brekku í Havn fyri jólasølu
á stovninum. Talan er um
hondgjørdar lutir, sum brúk
ararnir á stovninum sjálvir
hava gjørt.
Jólasølan
verður
frá
mikudegnum 28. november
til og við sunnudagin 2. des
ember.
28. og 29. november er
opið frá kl.14 – 18, 30. nov
ember frá kl. 14 –19, leygar
dagin 1. desember frá kl. 12
18, og sunnudagin 2.
desember frá kl. 16 til 20.
Jólasøla í Virkni
Jólasøla verður á
Verkhúsinum Virkni á
Berjabrekku í døgunum 28.
november til 2. desember
Føðingar
30. okt. fingu Malan Mikkelsen og Jørgen Christensen
búsitandi í Svøríki eina dóttur. Hon vigaði 3955 gr. og var
53 cm. long.
9. november fingu Birita Kristoffursdóttir Jensen og Jón
Sigurd Samuelsen, Tórshavn, ein son. Hann var 50 cm.
langur og vigaði 4390 gr.
13. november fingu Laila Utvær og Geir Eliassen, Klaksvík,
eina dóttur. Hon var 58 cm. long og vigaði 4300 gr.
15. november fingu Sunrid Gleðisheygg og Ólavur Nielsen,
Syðrugøta, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4250
gr.
17. november fingu Henny á Líknargøtu og Jákup í
Stórustovu, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og
vigaði 4200 gr.
18. november fingu Lillian Dam Jacobsen, Tórshavn og
Ronni Hansen, Skálafirði, eina dóttur. Hon var 51 cm. long
og vigaði 3150 gr.
18. november fingu Súsanna Funding og Rúni Juul, Hoyvík,
eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3700 gr.
Brúdleyp
Mikudagin 14. nov. giftust á Ráðhúsinum í Keypmannahavn,
Monica Hjelm, Tórshavn og Jan Rasmussen, Runavík.
Leygardagin 24. november giftast Vanja Højgaard,
Saltangara og Jørmund Skoradal Saltnes. Vígslan verður í
Fríðrikskirkjuni kl. 14. Døgurði verður fyri innbodnun kl.
17.30. Vælkomst verður í sjókafe´ini í Runavík kl. 22. Øll
eru hjartaliga vælkomin :)
Diamantbrúdleyp
Í dag, 23. nov kunnu hjúnini Hannemia og Jens Juel
Sólbjørg halda diamantbrúdleyp. Dagurin verður, um Gud
vil, hildin leygardagin í Skálanum frá kl 18, hvar øll, sum
vilja gleða okkum eru hjartaliga vælkomin.
80 ár
Mánadagin 26. november fyllir Petur Andrew Petersen,
fyrrverandi prestur í Keypmannahavn, 80 ár. Móttøka
verður í Føroyahúsinum á Vesturbrúgv leygardagin 24.
november frá klokkan 14 til 17.
85 ár
Leygardagin 24. november verður Christian Christoffersen,
Sandavágur 85 ár. Dagurin verður hildin sama dag frá
kl. 19.00, heima hjá Elias og Lindu. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
80 ár
Mánadagin 26.
novembur verður
Petur Højgaard
Simonsen 80 ár.
Dagurin verður hildin
umborð á »Liberty of
the Seas« í Karibiska
havinum, saman við
familjuni.
veitst tú ikki tað?