Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. november 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 228 • 23. november 2007 Vikuskifti 14 Skipini bæði hjá felagsskapinum Sea Shepherd, Hunter og Farley, jagstra japanskar hvalabátar í íshavinum kring suðurpólinum. Í seinasta parti hvarv tann eini smábáturin undir eini mótmælisatsókn úti á opnum havi og í ringum veðri. Tveir mans vóru umborð á hesum lítla skjóttgangandi bátinum. Farley fór at leita eftir tí saknaða smá­bá­tinum og Watson fór út á­ brúnni við fleiri neyðblussum og skjeyt upp í luftina. Í ringa veðrinum og kavarokinum sóust tey illa. Hann stóð fyri eini truplari avgerð. Nøkur sjómíl hagani órógvaði Hunter hvala­ bá­tin Nisshin Maru, og um hann nú kallaði á­ Hunter um at koma at leita eftir zodiac­ bá­tinum, so ná­ddi Farley ikki at innheinta hvalabá­tin. Hann gjørdi av, at Hunter skuldi halda seg á­ somu leið. »Fleiri østu seg upp,« minnist hann. »Men trupulleikin var, at eg ikki vildi hava japanska flotan at sleppa undan.« Cornelissen umborð á­ Hunter hevði tað trupult við at fylgja við Nisshin Maru, sum var betri í sjónum í ringum veðri. Og eftir nøkrum tímum gjørdi hann ímóti ordrunum frá­ Watson og fór eisini at leita. Watson sendi eitt neyðarkall yvir radio og eina løtu aftaná­, svaraði kapteynurin á­ Nisshin Maru. Hann spurdi, hvus­ su hann kundi hjá­lpa. Watson visti ikki, at tann saknaði smá­bá­turin var illa farin. Hann var gamal og var illa hildin. Ein stór alda hevði rakt smá­bá­tin og ein riva var komin í bá­tin. Sjógvurin, sum rann inn tók radio­ sambandið og GPSaran. Neilsen og Gravois vórðu afturútsigldir og einsamallir í storminum. Teir vóru í bjargingarbúnum, men kortini vóru teir kaldir. Um smá­bá­turin fór heilt undir, høvdu teir neyvan yvirlivað leingi. Teir stýrdu zodiac­bá­tin ímóti einum ísfjalli og krokaðu aftanfyri tað. Uppá­ ísfjallið kundu teir ikki fara, tí íssíðan var mestsum steyrrætt, so teir royndu sum frægast at halda hitanum. Eftir fýra ella fimm tímum fór smá­bá­turin at reka burturfrá­ ísfjallinum. Gravois stríddist við útlitini til, at hann fór at frysta í hel ella enda sínar dagar á­ heimsins botni. Hann hoyrdi og sá­ fyri seg: skip og tyrlur, ið ikki vóru har. Neilsen gjørdi tað, ið hann var mentur at halda bá­tinum á­ tí somu leiðini, sum teir viltust frá­. Endiliga einar á­tta, níggju tímar eftir at teir hvurvu, sóu teir brá­ddliga Farley, sum kom og bjargaði teimum. Nisshin Maru, sum hevði leitað við teimum, fór frá­ teimum og inn í antarktiska stormin. Watson hevði ikki annað val enn at føra herflota Neptuns aftur til Avstralia. Einstakir av manningini vóru ræðsluslignir av longu tíðini, ið gekk, á­ðrenn Watson kallaði út neyðarkall. Hinvegin vóru summi umborð bergtikin av rokinum við virkisskipinum, samstundis sum tey vóru sannførd um, at lívshættislig tiltøk, til frama fyri djóralívi, vóru avgerandi fyri at røkka endamá­linum, sum Sea Shepherd hevur sett sær. Hin 12. februar, júst sum flotin hjá­ Neptun var í ferð við at sigla av Antarktis Pólinum, fann Hunter ein annan japanskan hvalabá­t, eystanfyri Balleny Islands. Skipið, Kaiko Maru, ið leitaði eftir hvali nærhendis nøkrum ísfjøllum. Hunter sigldi nærri at skipinum og fyrsti maður á­ brúnni hjá­ Cornelissen kallaði á­ japanska kapteynin og segði: »Tit eru nú skrá­settir sum ein ólógligur hvalabá­tur. Vit rá­ða tykkum til at fara úr Southern Ocean Whale 3. og síðsti partur Herfloti Neptuns - herferð Paul Watsons til frama fyri heimsins høvum ” Síðsta orðið í greinini í The New Yorker fær Paul Watson sjálvur. Hann skrivar um at sigla kring Galapagos Oyggjarnar: Náttarhimmalin er svartur sum blekk, eingin stjørna ei heldur máni hómast. Hetta er sum at sigla úti í rúmdini. Langt burturi síggjast veikar glæmur úr Puerto Ayora. Tað er ein ótrúlig kensla at sigla á hesi farleið við svart-hvíta Jolly Roger veitrandi, í mótstríði við ekvadorianskum vaktarskipum. Í veruleikanum, ikki so nógv annarleiðis, enn sjórænararnir í 17. øld, sum bjóðaðu ráðandi myndugleikunum av fyri at verja livandi dýrgripirnar á Gandaðu Oyggjunum. Greinarøð Týtt hevur: Johan Jacobsen