fríggjadagur 23. november 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 - 23. november 2007
15
Petur Petersen, fyrrverandi prestur, búsitandi í
Tórshavn, andaðist mikudagin, 83 ára gamal.
Bønarhald verður í Landssjúkrahúskappelinum
fríggjdagin klokkan 17. Jarðarferðin verður úr
Vesturkirkjuni leygardagin klokkan 13. Tey, ið vilja
minnast Petur kunnu lata Vistarheiminum á
Fugloyarvegi eina gávu. Konta í Eik banka.
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Tað kom dátt við at frætta,
at Jógvan Sofus Ferjá var
deyður hósdagin í farnu
viku. Hóast 94 ára gamal
var hann framvegis byrgur,
og vit vóru mong sum
gleddu okkum at vera sam
an við Jógvani Sofus og
Dinnufíu, nú tey skuldu
halda jarnbrúdleyp tann 3.
desember.
Soleiðis skuldi ikki gang
ast. Men tey fingu tó eitt
sera langt lív saman. Áðr
enn tey giftust vóru tey for
lovað í 5 ár, so tey hildið
saman uttan himpr í ikki
færri enn 75 ár. Tað er í
hvussu er nakað, sum er
vert at minnast.
Tann, sum er komin nak
að til Gjáar, er eisini komin
at kenna Jógvan Sofus.
Hann var sjónligur í bygd
ini og tosaði við øll. Hann
var fyrikomandi og vinar
ligur, og hann visti altíð so
ótrúliga nógv. Men hann
duldi tó ongantíð fyri, at
Dinnafía visti enn meira,
og tað var eisini rætt. Men
hon var kortini ikki so
sjónlig sum hann.
Men tann sum kom inn á
gólvið hjá teimum fekk
skjótt sannað hetta. Tey
bæði
umboðaðu
gamla
bygdamentan
uppá
tað
besta.
Vit vóru einaferð nøkur,
sum vóru ein sunnudag
við Gjógv og fóru í kirkju.
Hesi løgdu til merkis hetta
hábarðsliga gamla parið,
sum til skriftarmálið bukk
aði seg eina ferð framman
fyri altarið og til altargond
ina tríggjar ferðir. Hetta er
gamal kirkjusiður og føld
ist hátíðarligt hjá teimum,
sum yngri vóru.
Lesararnir á Sosialinum
kenna Jógvan Sofus og
Dinnufíu frá teirri røð,
sum var í Miðvikuni fyrr í
ár. Tí er ikki neyðugt at
skriva meira um teirra lív
á hesum sinni. Her var tal
an um søguskriving av
allarbesta slag, har tey
bæði stuðlaðu hvørjum
øðrum í at fáa mest møgu
ligt fram av tí, sum tey
mintust. Eins hugnaligt,
sum tað var at vitja tey
heima við Gjógv var tað at
sita saman við teimum á
Mørkini í Streymnesi, har
tað varð greitt frá teirra
3/4 øld saman og eisini tíð
ini undan tí. Jú, hetta vóru
fólk, sum høvdu verið við
til at leggja lunnar undir tí
samfelagi, sum vit hava í
dag.
Úrslitið gjørdist ein eina
standandi frásøgn, sum
varð nógv lisin og væl
umtókt. Serliga kenslubor
in var frásøgnin um Acorn,
sum tað annars ikki hevur
verið tosað ella skrivað
um, men sum nógv, eisini
avvarðandi, vóru takksom
um, tá ið hon kom fram.
Tey bæði hava havt ein
stóran vinarskara. Hetta
sást í kapellinum, tá ið
Jógvan Sofus varð borin
út, og har bygdarmaðurin
bispur talaði. Hetta sást
ikki minni á jarðarferðini
týsdagin, tá ið Emil Olsen
talaði. Her varð Jógvan
Sofus væl lýstur, sum tann
vala
og
fróðarmaður,
hann var. Dinnafía var
heldur ikki gloymd fyri
hennara leiklut í teirra
langa lívi saman.
Tað hevur verið stuttligt
at kenna tey bæði, og tað
var stuttligt at kenna Jógv
an Sofus. Hann er ikki ein
vit koma at gloyma.
ó.
Jógvan Sofus farin
Í gjár, 22 november, verður
Jóannes Skaale sjeyti ár. Jóannes
er sonur fyrrverandi borgarstjóran
í Havn, Sigfried Skaale og bónda
dóttrina av Trøllanesi, Jóhannu
Matheu Skaale, fødd Joensen.
Jóannes var føddur í Havn, men
fór til Mikladals at vera, tá hann var
hálvtfjórða ára gamal. Kríggið herj
aði, og trongligt var í húsunum í
Kaldbak, har tey tá búðu. Tá
Jóhanna Mathea gjørdist við barn
fyri aðru ferð, var Jóannes sendur
norð til mostur sína Jónu, nevnd
Jónna, og mann hennara Marius
Johannesen, sum var ættaður úr
Funningi, og sum tá var lærari í
Kallsoynni.
Jóannes vaks upp sum einasta
barn hjá Jónnu og Mariusi, og
roknar seg helst meiri sum mikla
dalsmann enn sum havnarmann.
Hann varð verandi í Mikladali
inntil hann –sum flestu dreingir
haðani norðan blaðungur fór til
Klaksvíkar at rógva út.
Tá hann var 15 ára gamal kom
hann aftur til Havnar at ganga á
VBV. Men hugurin til sjógvin var
stórur, og eftir lokið preliminer
prógv, var Jóannes til skips við
ymsum skipum.
Í 1960 fór hann á læraraskúla,
har hann hitti Óluvu Absalonsen
úr Vági, sum hann giftist við í
1964. Tey giftust inn til Marius og
Jónnu, sum tá vóru á háskúlanum
í Havn. Og í 1965, tá Óluva og
Jóannes bygdu hús í Grønulíð,
fluttu Marius og Jónna við, og
búðu restina av teirra lívið í kjall
araíbúðini har.
Jóannes fór, eftir lokna lærara
útbúgving í 1964, beinleiðis niðan í
Hoydalar at starvast. Har var hann
inntil skipanin var broytt, og real
deildin var niðurløgd. Tá fór hann
upp á skúla á sjómansskúlanum í
Havn. Ætlanin var at fara til sjós, tí
havi dró. Men mongum brestir ætl
an, og tá útbúgvingin var liðug, var
Jóannes biðin at vera verandi á sjó
mansskúlanum og undirvísa. Stórur
tørvur var á monnum, ið bæði
høvdu nautiska og læraraútbúgv
ing. Hann játtaði við teirri treyt, at
hann kundi fáa orlov av og á og fara
til sjós. Fleiri ferðir gjørdi hann sær
dælt av hesum, og var burtur í eitt
ár hvørjaferð.
Jóannes var verandi á Sjómans
skúlanum inntil 1998, tá heilsan
fór at bila.
Men hóast hann ikki orkaði at
undirvísa longur, hevur hann tó
trúliga røkt sítt deknastarv við
Havnar Kirkju í 14 ár. Harumframt
hevur hann verið virkin sum skriv
ari í ymsum feløgum og nevndum,
m.a. í Útróðrarfelagnum.
Hann kanska serliga alment
kendur í Føroyum fyri at hava týtt
og lisið bøkurnar “Nám Sálomon
Kongs” og “Hornblower” í útvarp
inum. Føroyska málið hevur hans
ara stóra áhuga, og á sinni hevði
hann ein málteig í sjónvarpinum,
umframt at hann fleiri ferðir hevur
luttikið við pallborðsfundum um
mál.
Størsti áhugi hansara er tó glas
fipurbáturin
Espingur,
sum
næstan má roknast sum ein partur
av Jóannesi sjálvum. Nógvir tímar
eru nýttir í bátinum og í egning
arskúrinum bæði til útróður og
til stuttleikatúrar við børnum og
abbabørnum.
Jóannes og Òluva eiga fýra
børn. Magni føddur í 1965, Sjúrð
ur føddur í 1967, Guttormur fødd
ur í 1970 og Eydna fødd í 1981.
Abbabørnini eru átta í tali,
umframt at eitt er á veg.
Vit ynskja Jóannesi hjartaliga
tillukku við degnum.
Jóannes Skaale 70
Dagurin
24. november. Chrysogonos, deyður umleið ár 300.
Halgisøgurnar siga, at hann var kristin einbúgvi, sum
varð tikin av døgum meðan Diocletianus var keisari.
25. november. Katrin, deyð umleið ár 300. Halgi
søgurnar greiða frá eini vakrari og klókari prinsessu í
Aleksandriu, sum mangir hábornir menn bóðu um, líka
keisarin. Men hon vildi ongum játtast, tí at Kristus var
hennara sanni brúðgómur
26. november. Konrad, deyður ár 975. Týskur fúrsta
sonur, sum seinni bæði gjørdist dómpróstur og biskupur.
Hann læt byggja bæði kirkjur og sjúkrahús og kleystur.
Varð skýrdur halgimenni í 1123.