fríggjadagur 23. november 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 228 - 23. november 2007 ]
Sørvágskvinnur
vóru á vitjan hjá
KÍF í Kollafirði
mikukvøldið, og
haðani fóru tær
vestur aftur við
viðførinum, góðum
hýri og stigunum í
skjáttuni
FLOGBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Sørvágskvinnur hava bert
tapt tann eina dystin í ár, og
tað var í øðrum umfari, tá
tær spældu á Kambsdali
móti ÍF. SÍ vann sín fyrsta
dyst á árinum, og eftir tapið
móti ÍF, hava tær vunnið
tríggjar sigrar á rað.
Tykjast
fjálturstungnar
Leikgongdin í fyrsta setti
minti ikki sørt um útidystin
móti ÍF, har SÍ løgdu væl
fyri frá byrjan, fyri síðani at
gera ov nógvir býttar feilir
og tapa settið. Góðar servur,
kvikt verjuspæl, blokkurin
stendur væl og góð álop,
serliga um miðjuna, vinnur
settið fyri KÍF.
Rokeringar virka
SÍ framdi rokeringar og
styrktu blokkin mitt fyri, og
tað vendi hóttandi gongdini.
Sørvágskvinnur fingu tak á
góðu álopunum hjá KÍF, og
SÍ spælið gerst tryggari,
meðan KÍF byrja at fáa trup
ulleikar við móttøkunum.
Settið verður vunnið av SÍ
og leiðin tykist stungin út í
kortið.
Triðja settið gerst tó
nokkso tætt, men at enda
menna SÍ seg og vinna við
trimum stigum.
Í fjórða setti var ongin ivi
um nakað. SÍ stýrdi frá byrj
an til enda. Samanumtikið
hava SÍ, fleiri streingir at
spæla uppá og vinna tí ein
rættiliga tryggan sigur, men
hann er ikki sannførandi.
Spælið verður ongantíð leik
andi lætt, móti einum, til
tíðir, vælleikandi KÍFliði.
KÍF-SÍ 1-3 (25-19, 19-25, 22-25, 14-25)
Triðji sigur á rað
Stigatalvur hjá ávíkavist kvinnum og monnum:
Meistaradeild kvinnur:
D
V-T
Sett+/-
Munur
Stig
1SÍ
6
5-1
17-6
11
10
2 ÍF
5
5-0
15-5
10
10
3 KÍF
6
3-3
13-11
2
6
4 Dráttur
5
3-2
10-9
1
6
5 TB
6
2-4
8-12
-4
4
6 Mjølnir
4
0-4
4-12
-8
0
7 Fleyr
4
0-4
0-12
-12
0
Meistaradeild menn:
D
V-T
Sett+/-
Munur
Stig
1 Mjølnir
5
4-1
13-4
9
8
2 SÍ
5
4-1
14-6
8
8
3 ÍF
3
2-1
6-6
0
4
4 Fram
4
1-3
5-9
-4
2
5 Fleyr
5
0-5
2-15
-13
0
FAKTA
Dystirnir í Meistaradeildini hjá kvinnum og monnum,
hetta vikuskiftið, verða:
Meistaradeild kvinnur:
Dato
Kl.
Stað
Dráttur-Mjølnir 25/11
14:00
Giljanes
ÍF-Fleyr
25/11
14:00
Kambsdalur
Meistaradeild menn:
Dato
Kl.
Stað
Fleyr-SÍ
25/11
16:00 Gundadalshøllin
ÍF-Fram
25/11
16:00
Kambsdalur
FAKTA
Steve Bruce, ið er
nýggjur venjari
hjá Wigan, sleppur
ikki at standa við
stírisvøðlin hjá
Wigan, tá liðið fer
á vitjan hjá Arsen
al á Emirates leik
vøllinum í London
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Wigan mátti gjalda á leið
3 milliónir ensk pund (30
mió. krónur) fyri at loysa
Steve Bruce úr sáttmála
hansara
í
Birmingham
City F.C., men hann slepp
ur ikki at stýra Wigan enn,
tí Birmingham vilja vera
við, at Wigan má gjalda
220.000 pund afturat, fyri
at handilin kann verða
gjøgnumførdur endaliga.
Arsenal og United
Arsenal taka ímóti Wigan,
meðan Manchester United
fara á vitjan á Reebok
Stadium, har Bolton eru
vertir. Av teimum báðum,
hevur Arsenal tey betru
kortini á hondini, tí teir
spæla heima móti botnliðn
um Wigan, meðan United
mugu á trupla uppgávu
móti Bolton, ið hevur tað
fyri at arga tey stóru liðini
í Premier League.
Torres kanska
munurin
Michael Owen hevði iva
leyst dámt væl at skorað
móti sínum gomlu liðfeløg
um, men hansara skaðar í
seinastuni forða honum, tí
hann verður ikki við leygar
dagin, tá Liverpool koma
á vitjan á St. James Park í
Newcastle.
Í staðin kann tað gerast
Fernando Torres, ið fer
avstað við yvirskriftunum.
Fernando Torres hevur
verið ein ordans fongur hjá
Liverpool, síðan skiftið frá
Atletoco Madrid. Hann hev
ur skorað átta mál í fjúrtan
dystum, og má tað sigast at
vera heilt hampuligt.
Torres hevur eins og
Owen, havt trupuleikar av
skaðum, men hann er nú
klárur aftur, eftir at hann
ikki spældi landsdyst fyri
Spania, mikukvøldið.
Chelsea byrjar
at hótta
Chelsea fara leygardagin
til Derby á vitjan. Og alt
annað líka, má man meta
at teir eru klassar betur
enn Derby. Í øllum førum
hvat lønum viðvíkur, eru
Chelsea leikararnir fleiri
ferðir hægri enn teir hjá
Derby. Chelsea eru á ein
um fjórða plássi, fimm
stig aftanfyri Arsenal og
Manchester United.
London uppgerð
Sunnudagin verður so eitt
av sløgunum um London, tá
West Ham vera vertir fyri
Tottenham, ið hevur fingið
eina góða byrjan undir
nýggja venjaranum, spaniól
anum Juande Ramos. Totten
ham hevur ikki tapt undir
leiðslu av Ramos, og mugu
teir sigast at vera eitt slag av
favoritti, ímóti einum West
Ham liði, ið liggur sum nr.
tíggju á stigatalvuni.
Bruce ikki við
á Emirates
Flogbóltskapping á Tvøroyri
Í vikuskiftinum verður stór flogbóltskapping í yngru deildunum á Tvøroyri. Kappast verður í
Ítróttarhøllini og í fimleikahøllini, og vanligu reglurnar verða ikki nyttar. Vanligt er at um tað
stendur á jøvnum eftir 4 sett, har tað verður spælt upp til 25 stig, skal eitt fimta sett til, fyri at avgera
dystin. Hetta settið gongur vanliga upp til 15 stig. Í kappingini leygardagin verður kappast upp til 21
í hvørjum setti, og í triðja setti verður spælt upp til 15. Hetta fyri at gera kappingina
áskoðaravinarliga og fyri at avgreiða allar kappingarnar innan eitt rímuligt tíðarbil. Fyrireikarnir
duga at siga at kappingin er sera væl umboðað, og at tað ikki áður hava verið so nógvir íðkarar til
eina slíka kapping. Fyrsta kappingin byrjar klokkan 8:30 leygarmorgunin í fimleikahøllini, har
bólkurin Dreingir 10 ár seta hol á kappingina har. Í ítróttarhøllini byrja kappingarnar kl 9:00. Tað
ljóðar frá fyrireikarunum, at teir vóna at nógv fólk møtir upp og stuðla tiltakinum og heppa á
ungdómin í oynni, ið fer at mynda framtíðina í føroyskum flogbólti
Karin Mikkelsen, ið saman við liðfeløgum sínum hava vunnið tríggjar dystir á rað
Steve Bruce, í hansara tíð
í Birmingham City F.C..
Hann hevur nú skift til
Wigan Athletics F.C.