Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. november 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 228 • 23. november 2007 Vikuskifti 19 Dygdarhús – Jørundsgøta 36, Klaksvík Snøggu arkitektteknaðu húsini eru í 2 hæddum hvør á 120 fermetrar – í alt 240 fermetrar. Upprunaliga byggi­ árið er 1984, umbygd og dagførd í 1995. Húsini eru sera væl hildin og í góðum standi, og dygdin er avbera góð. M.a. er sjálvvirkandi ventilatiónsskipan, betondekk mill­ um hæddirnar, og gólvini eru nýggj. Har er garaga, inngongd, durur, vaskirúm, gongd / trappurúm, fýrrúm / goymslurúm, baðirúm, ið er klárt at innrætta og 2 stór kømur. Í erva er trappugongd, matarkøkur við útgongd til útigólv / altan, 2 stovur, hjúnarrúm, baðirúm og kamar. Húsini standa í veðurgóðum umhvørvi nær mið­ býnum og handilsgøtu, skúla og barnagarð. Har er gott grannalag og gott útsýni. Garður / utragarður er runt húsini og pláss til 2 bilar uttanfyri garaguna. Húsini verða seld, um hóskandi boð fæst. Sethús – Uppsalagøta 70, Klaksvík Húsini eru í 3 hæddum ­ samlað búvídd 345 fer­ metrar og harafturat er ein hjallur. Grundøkið er 1497 fermetrar. Byggiár: 1960/1990. Ymiskar umvæl­ ingar og dagføringar vóru gjørdar frá 1987­90. M.a var loftshæddin og øll miðhæddin gjørd av nýggjum. Húsini eru stoypt upp til takhædd, klødd við timbur og hava Icopaltak. Í miðhæddini er durur, wc, gongd, køkur og stova. Harafturat er eitt tøkt rúm á 61 fermetrar, sum kann innrættast til búøkið. Í ovastu hædd er stova, baðirúm, 2 kømur og hjúnarúm. Í niðastu hædd er kjallararúm, vaskirúm, fýrrúm og sláturrúm. Húsini hava sera gott útsýni yvir Borð­ oyavík og Klaksvíkina. Sethús – Bakkavegur 41, Sørvágur Húsini eru í 2 hæddum ­ ovara á 87m² og niðara á 37m² – í alt 124 fermetrar. Grundøkið er 552 fermetrar. Byggi­ árið er upprunaliga 1944, men húsini eru høvuðsumvæld í 2004, so alt er nýtt og væl bjálvað bæði uttan og innan í ovaru hædd. Í erva er útigólv, inngongd, durur / gongd, kamar, baðirúm, hjúnarrúm, nýggjur køkur, alrúm / borðstova / stova. arbeiðsrúm / kamar og niðurgongd til kjallara. Í neðra er vaskirúm / fýrrúm / kjallararúm. Húsini standa í náttúruvøkrum og verðurgóðum umhvørvi við góðum sólargangi og hampiliga góðum útsýni. Prís­ uppskot: kr. 900.000,00. Nýggj tvíhús – Norðskálav. 17, Norðskála Í november 2007 verður farið undir at byggja eitt tvíhús á Norðskálavegi 17, Norðskála, sum skulu standa liðug uml. apríl ­ maj 2008. Húsini verða í 3 hæddum ­ samlað búvídd 204 fermtrar. Húsini koma at hava Føroya­ profilklædning, svart alminiumstak, tætt tróður við dúki, plastikvindeygu og úthurðar. Innhurðarnar verða fyllingshurðar ( Finland), og gólvini á vesinum verða sveisað vinyl. Í niðaru hædd verður durur, baðirúm, stova, køkur og vásakøkur. Í ovaru hædd verður gongd, baðirúm og 3 kømur. Niðasta hædd verður óinnrættað. Møguleiki er nú at velja gólv og køk eftir egnum ynski. Virkis- og skrivstovubygningur – A. C. Evensensgøta 1, Tórshavn Ognin eru 1 bygningur A í 3 hæddum á 85 m², 1 bygningur B í 2 hæddum á 100 m² og millumbygningur á 50 m² ­ í alt 505 samanhangandi fermetrar. Grundøkið er 304 m². Byggiár: 1948, umbygd í 1978 og annars dagførd so við og við. Í niðara bygninginum er í miðhæddini inngongd, móttøka, køkur / alrúm og 2 stórar skrivstovur. Í ovastu hædd er trappugongd, 3 skrivstovur, fundarhøli og baðirúm. Í niðastu hædd er sjálvstøðug íbúð. Har er inngongd, durur / gongd, køkur, baðirúm, stova, 2 kømur og fýrrúm / vaskirúm. Í millumbygninginum er inngongd, gongd, forhøli og 2 arbeiðsrúm. Í erva er stór terassa og millumgongd. Í ovara bygninginum er í neðra inngongd / stór hurð, stórt framleiðsluhøli, goymslurúm og wc. Í ovaru hædd er inngongd, vaskirúm / verkstaður, durur, gongd / trappugongd, baðirúm, køkur, 1 stór skrivstova, 3 minni skrivstovur, 2 goymslurúm. Húsini, sum standa sera væl fyri 200 m frá Vaglinum í virknum fyrisitingarøki, er væl egnað til umsiting, vinnuvirksemi og/ella íbúðir og hava sera gott útsýni yvir Havnina og út á Nólsoyarfjørð. Randarhús – millum Gilja 83, Hoyvík Endarandarhúsini eru í 2 hæddum á 65 fermetrar ­ í alt 130 fermetrar. Grundøkið er 282 fermetrar. Byggiár: 1990. Húsini er væl bygd, væl hildin og í góðum standi. M.a. er nýtt tak og endaveggurin er klæddur av nýggjum. Í neðra er inngongd, durur, baðirúm, gongd / trappu­ gongd, matarkøkur, vaskirúm / bryggers og stór borðs­ stova / stova við útgongd. Í erva er trappugongd / gongd, baðirúm, hjúnarrúm, baðirúm og 3 kømur. Húsini standa væl fyri í hugnaligum, friðarligum, trygg­ um og barnavinaligum umhvørvi og stutt er til spæli­ pláss, dagstovn og busssamband. Prísuppskot: kr. 2.000.000,00. Sethús – Gripsvegur 23, Tórshavn Áhugaverdu sethúsini, ið standa sera væl fyri mitt í Havnini, eru í 2 hæddum á uml. 112 fermetrar ­ í alt 224 fermetrar. Byggiár: 1964. Húsini er væl hildin og í góðum standi. Í erva er hjallur, inngongd, durur, gongd, trappu­ gongd til ovasta loft, køkur, grovkøkur / kovi, trappugongd til niðaru hædd, borðsstova, stova við útgongd til altan, baðirúm, hjúnarrúm og 3 kømur við innbygdum skápum. Í neðra er inngongd, gongd, fýrrúm / goymslurúm, vaskirúm og sjálvstøðug íbúð. Har er inngongd, gongd, matarkøkur, stova, hjúnarrúm, baðirúm og kamar. Runt húsini er garður / urtagarður og alt er snøgt og í góðum standi. Húsini standa væl fyri í veðurgóðum umhvørvi við góðum sólargangi og góðum útsýni. Hartil standa tey við høvuðsgøtu í virknum handils­ og vinnuøki og eru eins væl egnað til vinnuligt virksemi og til bústað. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst. Sethús – Kelduskákið 8, Klaksvík Húsini er í 3 hæddum – samlað búvídd uml. 270 fermetrar, og harafturat er garaga á 25 m2. Grundøkið er 543 m2. Byggiár: 1978. Loftshæddin er gjørd í 1984, og niðasta hædd varð innrættað í 1989. Fleiri umvælingatr og dagfør­ ingar eru gjørdar seinastu árini. M.a eru fleiri vindeygu og køkurin skiftur í 2005­2006. Í miðhæddini er durur, gongd, køkur, 2 stovur, hjúnarrúm, baðirúm, 2 kømur og hjallur. Í ovastu hædd er trappugongd, sjónvarpsstova, 2 kømurog wc. Í niðastu hædd er inngongd, durur, gongd, baðirúm, 2 kømur, garaga og vaskirúm / fýrrúm / kjallararúm. Stórt tún og rimagarður við urtagarði er runt húsini eins og góð parkeringsviðurskifti. Húsini standa væl fyri við sera góðum útsýni yvir Klaksvíkina. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst. Sethús – Túvuvegur 4, Norðdepil Húsini eru í 2 hæddum ­ samlað búvídd 192 fermetrar. Grundøkið er 700 fermetrar. Byggiár 1982. Húsini eru eini Hosbyhús. Húsini krevja ymiskar áhøtur m.a. skulu vindeyguni øll eftirhyggjast eins og gólvið í stovuni. Í ovaru hæddini er durur, gongd, køkur, bryggers, stova, baðirúm, 2 kømur, hjúnarrúm og vaskirúm / fýrrým. Niðasta hæddin er óinnrætta. Prísuppskot: kr. 750.000,00. Eigaraíbúð – Vesturgøta 11, 2.tv., Tórshavn Í íbúðini, sum er 67 fermetrar til støddar, er køkur og stova í einum, 2 kømur, baðirúm og gongd. Harafturat er vaski­ og goymslurúm í kjallara á 16 fermetrar. Íbúðin er høvuðsumvæld í 2002 við nýggjum køki, hvítvørum, baðirúmi, gólvi, lofti, listum og karmum. Íbúðin er væl hildin og í góðum standi og hevur sera gott útsýni yvir býin og alla Nólsoyarfjørð. Prísuppskot: kr. 1.500.000,00. Sethús – Hákunargøta 11, Hoyvík Húsini eru í 2 hæddum ­ niðara á uml. 73 fermetrar og ovara á uml. 67 fermetrar ­ í alt uml. 140 fermetrar. Grundøkið er 516 fermetrar. Byggiár: 1991. Í neðra er inngongd, gongd / garderoba, gestawc, kamar, bryggers við egnari inngongd og køkur / borðsstova / stova. Í erva er trappupallur, hjúnarrúm, baðirúm við brús og kar, 2 kømur. Undir húsinum er krúpikjallari. Húsini standa í náttúruvøkrum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg. Fleiri splæipláss, dagstovnar og skúlar eru nærhendis, ferðslutryggar gøtur eru millum býlingarnar og stutt er til handils (FK). Hartil er felags antennuskipan, gott grannalag og sera gott útsýni út á Nólsoyarfjørð. Prísuppskot: kr. 2.300.000,00. Sethús / íbúðarhús – Jónas Broncksgøta 32, Tórshavn Húsini eru í 2 hæddum á 74 fermetrar og kjallari á uml. 30 fermetrar – í alt uml. 178 fermetrar. Grundøkið er 213 fermetrar. Húsini eru upprunaliga bygd í 1932, men umbygd í 1952, høvuðsumvæld í 1990 og harafturat dagførd og viðlíkahildin so við og við, so tey nú eru í sera góðum standi. Í neðra er inngongd, durur / gongd, baðirúm, hjúnarrúm, køkur / alrúm / borðsstova / stova, arbeiðsrúm / kamar. Hartil er inngongd, durur / trappugongd, baðirúm til íbúðina í erva. Í erva er gongd, hjúnarrúm, 2 kømur, køkur / borðsstova / stova. Húsini standa væl fyri mitt í býnum við høvuðs­ og handilsgøtu í veðurgóðum og hugnaligum umhvørvi við góðum sólargangi í urtagarðinum. Har er gott busssamband og stutt er til skúlar, barnagarðar, handlar og allan miðbýin. Prísuppskot: kr. 2.200.000,00. Summarhús – Hagavegur 20, Skálavík Húsini eru í 2 hæddum á 60 + 20 fermetrar í alt 80 fermetrar og hartil er lágur kjallari. Upprunabyggiárið er ókent, men húsini eru bygd um og høvuðsumvæld í 2004. Alt er umvælt og dagført innan, men hildið í upp­ runasniðið. Túnið er komið í helvt, og restin av flísunum fylgja við. Húsini eru væl hildin og í góðum standi. Fólk hava búð fast í húsunum til í 2006. Í miðhæddini er inngongd, gongd, køkur / stova við brenniovni, kamar og baðirúm. Á loftinum er 1 kamar og hemsur. Í kjallaranum er fýrrúm / vaskirúm / kjallararúm. Húsini standa í friðarligum, barnavinaligum og veðurgóðum umhvørvi. Fleiri summarhús eru beint við, og barnagarður og skúli er 100m frá. Handil, pylsuvognur / kiosk og rúsa eru nærhendis, og gott skrubbumið er á molanum. Ráðhús í gerð – Kollshjallar 3, Eiði Húsini, sum eru liðug uttan, eru í 2 hæddum. Búðøkið er 144 m2, og harafturat er bilhús við arbeiðsrúmi á 38 m2. Húsini eru klødd við rotfríum timbri, takið er úr alu­ minium, vindeygu og hurðar eru úr plast, og húsini hava hitapumpu. Innan er avskildrað, spartlað og klárt at mála, leggja á gólvini, seta køkin upp og seta upp fótlistar. Hurðar og allar hvítvørunar í køkinum eru við í søluni. Í neðra er inngongd, durur, gong, grovkøkur, køkur / alrúm / borðstova / stova, 2 kømur, baðirúm og loftstrappa. Í erva er sjónvarpstova, 2 kømur, hjúnarrúm og baðirúm. Gólvhiti er í durinum, baðirúmunum og í grovkøki. Húsini standa beint omanfyri Hotel Eiði og hava gott útsýni. Tey verða seld um hóskandi boð fæst. Íbúðir, raðhús og vinnuhøli – undir Kongavarða við besta útsýni í býnum Enn eru nakrar íbúðir og raðhús í støddunum 102 m2 og 131 m2 eftir til sølu. Harafturat eru nøkur vinnuhøli í stovuhædd á 130 m2. Um tú vilt vita meira um íbúðirnar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tel. 354200 & 520410. Vit hava stóran eftirspurning eftir húsum. Hevur tú hug til at selja? – Vinaliga, set teg í samband við okkum.