fríggjadagur 23. november 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 228 - 23. november 2007 ]
Tað er nú greitt at
tilsamans 89 svimjarar,
úr øllum limalondum
hjá Norðurlendska
Svimjisambandinum,
fara at luttaka á Norð
urlendsku Junior
Meistarastevnuni 2007,
ið verður hildin í Havn
í ár
SVIMJING
Niels Petersen
niels@sosialurinfo
Tilsamans 45 gentur og 44
dreingir eru klár at kappast
í Føroyum um at gerast
Norðurlendskur
Junior
Meistari, og málið hjá før
oyska hópinum er at náa
einum gull heiðursmerki, ið
vit enn ikki hava megnað at
vunnið í hesum høpi.
Heiðursmerkir
í væntu
Eitt silvurheiðursmerki er
vunnið, fyri tveimum árum
síðani í Reykjavík, og í Tam
pere í Finlandi, í fjør, fingu
okkara íðkarar fýra bronsu
heiðursmerkir.
Tað
var
fyrstu ferð at Pál Joensen
var við til eina slíka stór
kapping, og her vann hann
sítt fyrsta heiðursmerki.
Og við støðugu menn
ingini hjá serliga Páli, er
ikki ov nógv sagt, at vit
kunnu vænta okkum okkurt
stórt av okkara suverent
besta svimjara.
Føroyska luttøkan
Føroyski landsliðsvenjarin,
danin Brian D. Marshall
hevur valt at Føroyar skulu
umboðast við fimm dreingj
um og seks gentum, og eru
tey úr Havnar Svimjifelag
(HS) 6 íðkarar, Fuglafjarðar
Svimjifelag (FS) 3 íðkarar
og Suðuroyar Svimjifelag
(Susvim) og Ægir hava ein
íðkara
hvør
við
í
kappingini.
Freistin fyri endaligar
tilmeldingar er leygardagin
24. november, og verður
startlistin klárur, so skjótt
sum til ber eftir tað.
Vit fara eftir gullinum
Dreingirnar ið umboða Føroyar eru:
Pál Joensen
Suðuroyar Svimjifelag
Kári J. á Høvdanum
Ægir
Pauli Ø. Mohr
Fuglafjarðar Svimjifelag
Dánjal Hestoy
Havnar Svimjifelag
David Simonsen
Fuglafjarðar Svimjifelag
Genturnar eru:
Guðrun Jakobsen
Havnar Svimjifelag
Bjørg Seloy
Havnar Svimjifelag
Dagmar M. Winther
Havnar Svimjifelag
Katarina Lamhauge
Havnar Svimjifelag
Hildur á Fløtti
Fuglafjarðar Svimjifelag
Helena G. Jacobsen
Havnar Svimjifelag
FAKTA
Danmark:
8 gentur og 8 dreingir
Svøríki:
8 gentur og 8 dreingir
Noreg:
6 gentur og 6 dreingir
Ísland:
5 gentur og 5 dreingir
Finnland:
8 gentur og 8 dreingir
Estland:
4 gentur og 4 dreingir
Føroyar:
6 gentur og 5 dreingir
FAKTA
TALV
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
NM í februar
Umframt serliga spenn
ingin um, hvør vinnur FM
heitini, er somuleiðis sera
stórur spenningur um, hvør
vinnur sær luttøkurætt til
Norðurlendska meistaraheit
ið í talvi sum verður í Dan
mark í februar mánað 2008.
Nr. 1 og 2 í hvørjum aldurs
bólki luttaka. Kappingin
er árliga hæddarpunktið hjá
ungu telvarunum tí telvað
verður eisini fyri møguleik
anum í ungum aldri at
sleppa uttanlands at telva
ímóti javnaldrum úr hinum
Norðurlondunum.
Góðar royndir
Tilsvarandi kappingar eru í
hinum
Norðurlondunum
og senda hesi, eins og Før
oyar, 10 teirra bestu telvarar
til NM. Føroyar hava lut
tikið í NM fyri ung í nógv
ár, men hetta er 6. árið á
rað, at Føroyar luttekur við
fullari manning og sum
kunnugt eydnaðist Helga
Dam Ziska á fyrsta sinni í
Finlandi í februar mánað
2006 at vinna Føroy
um NM gull í aldursbólkin
um 1416 ár og í Íslandi
fyrr í ár kom NM bronsa til
høldar í U20 bólkinum.
Spenningur í væntu
Undankappingar hava verið
í Vestmanna og Sandavági
og 8 teir stinnastu telvararnir
í hvørjum aldursbólki lut
taka í finaluni. Undankapp
ingarnar bera boð um eina
óvanliga spennandi FM fin
alu og NMúttøkukapping.
Burtursæð frá, at IM Helgi
Dam Ziska og Høgni Egils
toft Nielsen sýnast favorittar
í ávikavíst elsta (U20) og
yngsta
(U10)
bólkun
um sýnist kappingin annars
víðopin í hinum aldurs
bólkunum.
Finalan byrjar kl. 10.00.
Sí annars www.faroechess.
com
Helgi og Høgni
favorittar
Manningarnar í ymsu bólkunum:
A-bólkur - U20 ár:
1. IM Helgi Dam Ziska, Tórshavn
2. Rógvi Dragaberg, Klaksvík
3. Jón Gregersen, Sandavágur
4. Herborg Hansen, Klaksvík
5. Reidar Egilsnes Hansen, Vestmanna
(opin tilmelding
- ongin undankapping)
B-bólkur - U16 ár:
1. Rógvi Egilstoft Nielsen, Sandavágur
2. Hjalti Toftum Jógvansson, Tórshavn
3. Vagnur Dam, Oyri
4. Margar Berg, Tórshavn
5. Bogi Hansen Eliasen, Klaksvík
6. Jóhan R. Mortensen, Oyri
7. Borgar J. Stórá, Vestmanna
C-bólkur - U14 ár:
1. Heiðrikkur Tindsk. Jacobsen, Tórshavn
2. Pætur Poulsen, Skopun
3. Jóhann Vørmadal, Vestmanna
4. Rúni Vørmadal, Vestmanna
5. Jógvan Emil Joensen, Vestmanna
6. Bárður J. Stórá, Vestmanna
7. Theodor Larsen, Oyri
D-bólkur - U12 ár:
1. Johan Hentze, Oyri
2. Einar Gregersen, Klaksvík
3. Heðin Gregersen, Klaksvík
4. Sára T. Olsen, Tórshavn
5. Rúni Tindskarð Jacobsen, Tórshavn
6. Jóhannes Hansen, Haldórsvík
7. Sølvi Egilsson, Sandavágur
8. Pætur Magnussen, Tjørnuvík
E-bólkur - U10 ár:
1. Høgni Egilstoft Nielsen, Sandavágur
2. Alfred Olsen, Vestmanna
3. Sjúrður Olsen, Vestmanna
4. Dánjal K. Hansen, Tórshavn
5. Tóki Johannesen, Oyrarbakki
6. Jógvan Eli Debes, Oyri
7. Leivur í Buð Justinussen, Árnafjørður
8. Julian Gregersen, Klaksvík
FAKTA
FM finalurnar í talvi fyri børn og ung verða leygardagin í Argja
Skúla. Kappingin er skipað í aldursbólkum og telvað verður um 5 FM
heiti: U10, U12, U14, U16, U20
Helgi Dam Ziska, ið saman
við Høgna Egilstoft Nielsen er
favorittur í ávíkavist bólki A (U-
20) og bólki E (U-10)
O´Neill vil ikki venja Ongland
Aston Villa venjarin, Martin O’Neill var ein av favorittunum til at yvirtaka venjarasætið hjá enska
landsliðnum, eftir McLaren, men hann er ikki áhugaður í starvinum. Sambært enska tíðarritinum, The
Times vil Martin O´Neill útiloka seg frá at vera settur í samband við venjarastarvið hjá enska
landsliðnum. Hetta kemur í kjalavørinum av at tíðarritið hevur hoyrt at O´Neill í dag, fer at kunngera,
at hann vil vera verandi í Birmingham felagnum, Aston Villa. Haðar hann kom frá skotska Celtic.
O´Neill sigst ikki at vera fegin um at úttala seg um venjarastarv, ið hann ikki er boðin enn, men hann
følir seg noyddan at koma við einum greiðum úttalilsi, áðrenn ov nógv hóvasták spyrst burturúr. Sama
framferðarhátt nýtti ”Big Sam” Sam Allardyce, venjarin hjá Newcastle, ið annars var í puljuni av
áhugaðum avloysarum hjá Sven Gøran Eriksson, tá hesin var sekkjaður fyri umleið einum ári síðani.
Tessvegna sær tað enn meira greitt út, til at tað verður ein útlendskur venjari, ið fer at taka við
starvinum á rokmikla plássinum í Onglandi. José Mourinho er enn favorittur hjá veddingarfyritøkum.