fríggjadagur 23. november 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 228 - 23. november 2007
tíðindi
Í trimum pørtum prentar Sosialurin eina greinarøð, ið er
høvuðsuppgávan hjá nýútbúnu journalistunum, Ingrid Bjarnastein og
Tóru Effersøe Mortensen, sum í summar tóku prógv við
Journalistháskúlan í Århus. Høvundarnir hava tikið upp eitt evni, sum
ongantíð rættiliga er lýst í føroyskum fjølmiðlum. Tær báðar hava valgt
ein frásøguhátt, ið á enskum kallast »New Journalism«. Fyrsti partur varð
prentaður í mikudagin, annar partur í gjár, og her kemur triði partur
Ingrid Bjarnastein Tóra Effersøe Mortensen
Ein nýggj Gallup-kanning
vísir, at føroyingar vilja tosa
meira opið um evnið insest.
Tað kann fáa fleiri mál fram,
heldur serfrøðingur
Kyndslig misnýtsla
Ingrid Bjarnastein og
Tóra Effersøe Mortensen
Tað byrjaði við, at abbin varð misnýttur av
sínum egna pápa. Abbin misnýtti síðani
son sín, sum at endaði krenkaði dóttir sína.
Hetta ljóðar kanska ósannlíkt, men sovorðið
hendir. Insest kann fyrifarast í fleiri ættar
liðum, uttan at tað kemur fram.
”Insest kann fara fram í ættarliðum, uttan
at tað verður uppdagað. Nógv hava kanska
illgruna um, at okkurt er galið, men velja
heldur at tiga, tí hetta er eitt so álvarsamt
evni. Um tey siga nakað, eru tey í vanda
fyri at verða ákærd fyri at lúgva ella bak
tala. Og tí kann eisini vera torført at fáa
nakran at vitna í slíkum málum,” sigur Eyð
un Andreassen, fólkalívsfrøðingur.
Orsøkin til, at viðurskiftini eru á henda
hátt er, at insest er eitt evnið, sum ikki verð
ur tosað um millum manna. Tað er tabu,
heldur Eyðun Andreassen.
Tað er ókent fyri fólk. Fremmant. Hjá
nógvum er hugtakið als ikki til; tey vamlast
við tað, og tí skotra tey tað burtur. Tað er
púrasta tabuiserað, greiður Eyðun Andreas
sen frá.
Ein nýggj kanning, sum Gallup Føroyar
hevur gjørt fyri at lýsa hugburðin hjá føroy
ingum til insest, vísir eisini, at insest er
tabu. Kanningin vísur, at umleið 60 prosent
halda, at tað er torført, um ikki ómøguligt,
at tosa opið um insest.
Torførari í lítlum samfeløgum
Ein av orsøkunum til, at insest er tabu, er,
at Føroyar er eitt lítið samfelag. Tað heldur
ein stórur partur av íbúgvunum.
Tey halda, at tað er stórur munur á,
hvussu insest verður handfarið í lítlum sam
feløgum, samanborið við stórbýir. Eyðun
Andreassen greiðir soleiðis frá hesum
viðurskiftunum:
Tað er lættari at liva eitt anonymt lív í
stórbýum. Í Føroyum er tað ógjørligt at
krógva seg; tað hjálpir ikki at flyta frá lítlu
bygdini til Havnar fyri at hvørva í mongdini.
Tann einasti møguleikin er at flyta uttan
lands.
Í lítlum bygdum, har øll kenna øll, kann
tað vera torførari at koma víðari, tá eitt
insestmál er komið fram. Ístaðin verður
lok lagt á málið, heldur enn at tosað verður
opið um tað.
Nógv uppliva insest sum nakað, sum
ongantíð hevur verið kjakast um, og tí er
tað óítøkiligt fyri tey, sigur Eyðun Andreas
sen, sum heldur, at tað í stóran mun er eldra
ættarliðið, sum letur vera við at umrøða
evnið.
Hetta rákið er eisini sjónligt í Gallup
kanningini, har 21 prosent av teimum
spurdu ikki vildu svara uppá spurningarnar
um insest. Tey svaraðu harafturímóti uppá
hinar spurningarnar í kanningini, sum mill
um annað vóru um netvanar og sjónvarp. Í
aldursbólkinum 60+ noktaði sætti hvør at
vera við. Hjá yngra ættarliðnum er hetta
bert galdandi fyri níggjunda hvønn.
Yngra ættarliðið kennir betur hugtakið,
tí tey koma í samband við fyribrygdið á eitt
nú alnetinum og gjøgnum sjónvarpið, sigur
fólkalívsfrøðingurin.
Men sjálvt um orðið insest er meira kent
millum tey yngru, so merkir tað ikki, at tey
halda, at tað er lætt at kjakast um.
Ynskja meira opinleika
Sjálvt um evnið er tabu, so ynskja fleiri
meira dialog um evnið sum annars ofta
verður tagt íhel. Og kanska kann tann eftir
spurdi opinleikin bróta tabuið.
Heili níggju av tíggju føroyingum halda,
Triði partur:
Opinleiki
kann bróta
tabu