fríggjadagur 23. november 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 • 23. november 2007
Vikuskifti
22
Dagarnir hjá sitandi samgongu
eru skjótt taldir. Valskeiðið er
skjótt at enda komið. Beint eftir
ársskiftið skulu vit aftur til val.
Afturvendandi spurningurin við
hvørt val er: Hvussu gekst í
farna valskeið og hvaðar ætla
vit okkum í komandi valskeið
2008-12?
Samgongan 1998-2004 gekk
eina oyðimarkargongd á eini
“sonevndari fullveldiskós”,
men umframt at kutaðar vórðu
gott 300 milliónir kr. árliga av
blokkstuðlinum, og at hann varð
fastfrystur í krónum, hendi ikki
nógv á sjálvstýrisleið – heldur
øvugt. Vit naglafestu trupulleikar
frá fyrst í nýtiárunum. Hetta var
fyrsta valskeiðið undir nýggju
stýrisskipanini og nýggja al-
menna bygnaðinum. Longu í
samgongutíðarskeiðinum og eisini
síðani hevur høvuðsfrágreiðingin
til soltnu úrslitini frá 1998-
2004 oftast verið, at løgmaður
varð ryggleysur. Hetta hóast
júst Anfinn Kallsberg er ein av
royndastu politikarum, sum Før-
oyar hava fostrað til hendan dag.
Tey fyrstu árini í hesum sam-
gonguskeiðinum tyktist sum um
tamarhald fekst á tí kaotiska.
Seinna helvt av valskeiðinum
hevur tó prógvað, at kaotisku
eyðkennini við landsins stýri eru
ikki viknað, men vorðin sterkari.
Samgongan setti sær mál at fáa
Føroyar út á altjóða víðvøllin og
inn á eina menningarkós fram
til 2015. Umframt ein ivasaman
sáttmála við Ísland og eina
broytta vallóg, sum skipar Føroyar
í eitt valdømi, er arvurin eftir
hesa samgonguna eitt samfelag
við enn týðuligari kaotiskum
eyðkennum. Millum manna er
vanliga frágreiðingin, at løgmaður
hevur ikki nakað veruligt
stevnumið. Hetta hóast Jóannes
Eidesgaard fyrr hevur prógvað, at
hann er millum stinnastu føroysku
politikarar í nýggjari tíð.
Eitt valdømi – eitt
høvi
Eg eri ein teirra, sum haldi, at
royndirnar við sjey valdømum
eru góðar. Nógv av tí, sum sagt
hevur verið um dygdirnar við
umboðum kring landið, kenni eg
aftur. Men ein og hvør skipan skal
røkjast og dagførast. Serliga tvey
viðurskifti eru broytt seinastu
árini. Annað er, at vit hava fingið
eina nýggja stýrisskipan. Hitt
er, at føroyskur politikur, síðani
blokkstuðulin úr Danmark í 1988
avloysti endurgjaldsskipanina,
er vorðin væl breiðari enn fyrr.
Tíðina fyri 1988 var føroyskur
politikur ein spurningur um sam-
ferðslu, fiskivinnu og mentan.
Nú eru tey tungu málini sum
heilsumál, almannamál, skúlamál
og eisini altjóða viðurskifti,
tengd upp í føroyskan politik.
Og vinnumál er ikki einans ein
spurningur um fiskivinnu og so
eitt sindur um jarðarlóggávu
– vinna er í dag ein spurningur
um at skapa gróðrarlíkindi fyri
eini burðardyggari vinnu í einum
altjóðagjørdum heimi undir
strategiskum trýsti, sum vit ikki
kenna til tað áður í søguni.
Eg haldi ikki, at tey, sum hava
umsitið politisku skipanina
hesi seinastu 10-15 árini, hava
gjørt sítt til at røkja hana.
Revolvarapolitikur og gíðslatøka
uttan fyrilit fyri heildini hava
eyðkent hesi seinastu árini.
Umboðandi eyðkennini, sum
okkara forfedrar stungu út í
kortið, eru vorðin maktamboð.
Ynski um, at øll øki í landinum
skulu koma til orðanna, er
misrøkt, tí fólk ikki duga sær
hógv og ikki duga at telja,
hvussu stóra makt tey veruliga
umboða. Uppskot hava verið
frammi at bøta um hesa makt-
ójavnvág, men eingin vilji hevur
verið at dagføra hana – inntil
løgtingsformaðurin gjørdi bart
saman við einum meiriluta í
løgtinginum og við makt tvingaði
eitt valdømi ígjøgnum. Sjálvur
haldi eg ikki, at nakar annar
møguleiki var – og tey, sum
knappliga sóu makt-veruleikan,
kunnu takka sær sjálvum fyri
gongdina. Tey røktu ikki sínar
demokratisku skyldur, meðan tíð
var.
Eg eri ikki ein teirra, sum
rokni við, at eitt valdømi loysir
grundleggjandi trupulleikarnar
í føroysku stýrisskipanini. Men
ein broytt vallóg kann gerast eitt
høvi, har føroyskir politikarar og
føroyskir veljarar kunnu broyta
kós – finna eitt nýtt støði at
standa á, ein nýggjan politiskan
logikk.
Mítt uppskot er, at hetta høvið
verður nýtt til at umhugsa trý mál
av nýggjum:
- Floksskipanina
- Kommunuskipanina
- Almenna bygnaðin
Mítt uppskot er at seta hesi trý
málini ovast á dagsskránna fyri
valskeiðið 2008-2012, soleiðis at
vit seta okkum sum mál, at tey
eru avgreidd í 2012 – helst fyrr.
Hetta tí við verandi skipan vinna
vit ikki framá. Við verandi kós er
føroyska framleiðslan fyri hvønn
borgara í 2012 umleið 70-75%
av donsku framleiðsluni. Tá eru
vit ikki bert í strategiskum óføri –
spurningurin er, um tað yvirhøvur
ber til at koma uppundan aftur.
Floksskipanin
Føroysku politisku flokkarnir
hava fyri neyðini at fáa eitt
betri arbeiðsumhvørvi og um-
sitingarligt grundarlag, til tess
at vera til reiðar at taka við
valdinum, tá ið teir koma í sam-
gongu. Undir verandi skipan tekur
tað fleiri vikur – viðhvørt mánaðir
– at skipa samgonguna. Eru
tað flokkar, sum ikki hava sitið í
samgongu beint frammanundan,
verða tvey tey fyrstu árini brúkt
til greiningar og at finna stevið
til ein ítøkiligan politik. Men tá
ið hálvt valskeiðið er runnið, ber
ikki til at føra politikin í verki, so
tá steðgar hann upp. Veruligur
politikur fær ongantíð nakra
tyngd, einki momentum, sum tað
verður nevnt á fremmandum máli.
Um tað merkir, at hvør politikari
skal hava gjald fyri sítt umboð,
um politisku flokkarnir skulu fáa
eitt slíkt gjald ella um løgtingið
skal hava eina umsiting tøka til
alt løgtingið og hvønn flokk sær
at ráða yvir, kann umhugsast.
Undir hesum valstríðnum varð
nevnt, at politisku flokkarnir áttu
at fingið meira pening til at føra
valstríð fyri. Verður hetta úrslitið
um størri orka verður sett av til
flokkarnar, standa vit í stað. Tí
loysnin er ikki at tekna fleiri,
vakrari ella stuttligari plakatir
og hava betri fjølmiðlafólk í
tænastu. Trupulleikin liggur í, at
eingin politiskur flokkur hevur
eina veruliga dagførda politiska
dagsskrá, sum kann útinnast
í verki, um flokkurin kemur til
valdið. Loysnin er at vinna á
hesum trupulleika m.a. við øktari
orku til hetta endamál.
Kommunuskipanin
Tað stóra mistakið í 90-unum,
sum hevur havt óhepnar fylgjur
fyri restina av skipanini, var
uppskotið um størri kommunu-
eindir. Hvussu slepst burturúr
hesum í dag er ilt at meta um.
Eitt uppskot er rætt og slætt
at sleppa málinum. Eitt annað
uppskot er at skipa Føroyar í
størri kommunalar eindir, men
ikki at leggja fleiri uppgávur út
til kommunurnar at umsita. Eitt
triðja uppskot er at gera eina
felags kommunala eind, eins
og SEV, og fáa hesa eindina til
í praksis at umsita kommunalu
uppgávurnar, sum landið leggur
út til kommunurnar at fyrisita.
Hvør nyttan skuldi verið, er tó ilt
at síggja.
Veruleikin er, at tær almennu
uppgávurnar, sum land og komm-
unur røkja, krevja so nógv av
fyrisiting og fakligum førleika, at
Føroyar í síni heild hava ilt við at
røkja hesar uppgávur skynsamt.
Føroyar eru bert ein kommuna.
At tosa um sjey ella nýggju
kommunur og leggja partar
av eldraøkinum, skúlaøkinum,
almannaøkinum o.a. út til
kommunur, er ikki í samsvari við
dagsins veruleika. At tað kann
vera trupult at fáa Tórshavnar
kommunu at virka undir somu
lóggávu, sum hinar kommunurnar,
er ein annar veruleiki.
Almenna umsitingin
Tá ið tann nýggi bygnaðurin
fyri landsumsitingina varð
settur í verk fyri 10 árum síðani,
bar til at síggja teoretiskt, at
hesin bygnaðurin fór at vera
kostnaðarmikil, og at hann fór
ikki at standa mát við tann alt
vaksandi tørv á umsiting, sum
Føroyar hava fyri neyðini. Neyvan
nakar í landinum kundi tó koma
til hugs, at almenni bygnaðurin
skuldi koma at virka so illa,
sum tað hevur víst seg,
har ikki-loysnir nú eru
so vanligar, at vit rætt
og slætt ikki hugsa um
tað longur.
Vit vita nøkunlunda,
hvussu ein almennur
bygnaður skal vera í
einum lítlum landi sum
Føroyum. Men at finna eina
leið frá verandi bygnaði til ein
vælvirkandi
bygnað
er ikki
lætt. Eitt
uppskot kann vera
at taka støði í teim frægast
virkandi eindunum í bygnaðinum
og byggja upp frá tí. Eitt annað
uppskot kann vera at taka
støði í teim frægast virkandi
persónum, sum hava royndir í
embætisverkinum.
Fram ímóti næsta
valskeiði
Vit kunnu geva Anfinni Kallsberg
ábyrgdina fyri kaotisku viðurskift-
Við stevnu
ímóti 2012
Tinghellukronikk
Signar P. Heinesen