Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. november 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 228 - 23. november 2007 23 tíðindi Hvat er insest? Sjálvt um tað greitt stendur skrivað í lógini, at øll, sum hava hin minsta illgruna um insest, skulu boða barnaverndini frá, so sær veruleikin øðrvísi út. Tað eru nógv, ið ikki kenna lógina Kynslig misnýtsla Ingrid Bjarnastein og Tóra Effersøe Mortensen Illgrunin um misnýtslu av einum barni er orsøk til nógvar ósvaraðar spurningar. Fleiri fyrivarni eru at hugsa um, og torført kann vera at taka støðu til tað, sum fer fram. Men tað er ein rættur háttur at reagera uppá; tað er at fylgja barnaverdnarlógini, sum ikki kann tulkast skeivt. ”Tann, ið fær kunnleika til, at foreldur ella annar uppalari t.d. misrøkir, meinslar, misnýtir ella handfer barn soleiðis, at álvar­ samur vandi er fyri tess sálarligu ella likamligu heilsu ella búning, hevur skyldu at boða avvarðandi barnaverndartænastu frá hesum. Fráboðarin kann vera ónavngivin.” ­ Tað eru nógv, sum ikki vita, at lógin krevur, at tey fráboða eitt nú insest. Og tí havi eg varhugan av, at fleiri mál ikki koma fram í ljósið, sigur Sigrun Samuelsen, sálarfrøðingur á Sosialu Deild í Tórshavnar Kommunu. Óvitandi borgarar Fyri góðum ári síðani fekk ein omma eini skelkandi boð. Eitt av ommubørnum henn­ ara var blivið krenkað av pápa sínum. Hon hevði ilt við at skilja, hvat ið hent var, og í heiminum tosaðu tey ikki um tað, ið farið var fram. ­ Eg og maður mín skiltu ikki álvarsemið beinanvegin, og vit vistu ikki, hvat vit skuldu gera, minnist omman. Øll familjan varð skelkað, men eingin framdi nakað í gerð. Fleiri vikur gingu, áðrenn nakað varð gjørt við málið. Og alla ta tíðina búði familjan undir sama taki og royndi sum frægast at liva eitt vanligt lív. ­ Eg hugsaði ongantíð, at eg hevði skyldu at boða barnaverndini frá. Um eg visti, at lógin áleggur einum at fráboða, so hevði eg sjálvandi gjørt tað. Tað eri eg vís í, greiðir omman frá. Tað var ikki bert omman, sum ikki boð­ aði frá. Eisini ein góður familjuvinur visti, hvat hent var, men heldur ikki hon gjørdi nakað við málið. ­ Mamman, sum er mín góða vinkona, bað meg endiliga ikki siga tað fyri nøkrum, og tí roknaði eg við, at hon sjálv tók sær av málinum, fortelur vinkonan og heldur fram: ­ Men eg var í einari ræðuligari tvístøðu. Eg visti, at eg átti at tosa við barnaverndina, men gjørdi tað ikki. Eg ánaði ikki, at eg kundi blivið revsað fyri ikki at boða barna­ verndini frá málinum. Tað var ikki fyrr enn fleiri vikur seinni, at málið kom fram, tá mamman sjálv fór til myndugleikarnar. Fráboðanarskyldan er neyðug ­ Fleiri fyrivarni eru at taka, tá tú umhugsar at fráboða. Kanska følir mann, at mann svíkur familjuna. Men barnið er ikki sjálvt ført fyri at siga frá, og tí er barnsins tørvur og trivnaður altíð tað týdningarmesta, stað­ festir sálarfrøðingurin, Sigrun Samuelsen, sum í Tórshavnar Kommunu einamest fæst við mál, ið hava við børn at gera. Flestu málini, sum hava við børn at gera eru torfør at handfara. Men summi eru verri enn onnur; eitt nú nevnir Sigrun Samuelsen insest, sum í allar mátar er sera viðkvæmið. ­ Tað er eitt serstakliga viðkvæmt evni. Og at fráboða insest er ein álvarsom ákæra ímóti foreldrunum, tí eru fólk ofta meira varin við at gera nakað, tá tey hava illgruna um insest, greiðir sálarfrøðingurin frá. Men hon leggur dent á, at tað er al­ neyðugt, at siga myndugleikunum frá, um mann hevur illgruna um insest, og so er uppgávan hjá teimum at finna útav, um nakað skal gerast í málinum. Í 2005 vóru 25 mál um barnamisnýtslu í Føroyum, men her verður ikki skilt ímillum insest og annan kynsligan ágang ímóti børn­ um. Sigrun Samuelsen óttast, at talið ikki sigur allan sannleikan um, hvussu nógvir tilburðir av insest í veruleikanum eru. ­ Eg havi varhugan av, at fleiri hava ill­ gruna um eitt nú insest, men tey fara ikki víðari við tí. Myndugleikarnir kunnu ikki ganga út frá, at borgararnir seta seg inn í lógarinnar tekstir, sigur hon. Í Tórshavnar Kommunu hendir tað oftast, at pedagogar, læknar, lærarar og onnur, sum arbeiða við børnum, gera vart við trupulleikar viðvíkjandi barnamisnýtslu. Tað hendir tó eisini, at mammur og aðrir familjulimir boða frá. Sjáldsamari er, at grannar og aðrir privatpersónar gera vart við illgrunan. Tey, ið ikki fylgja lógini og fráboðanar­ Um tú hevur illgruna, skalt tú boða frá at tað átti at verið tosað meira opið um insest. Hesin hugburðurin kann botna í, at fleiri mál í dag ikki koma fram, heldur Eyð­ un Andreassen: ­ Fylgjurnar av, at eitt evnið er tabu, er, at tað kann halda fram. Tá ongin tosar um ein trupulleika, so verður hann ikki loystur, og tí eru tað fleiri mál, ið ikki koma upp til yvirflatuna. Sjálvt um ein stórur partur av íbúgvunum ynskja at tosa meira opið um insest, so kann tað vera torført at spáa, nær og hvussu tað skal henda. Tað hevur Eyðun Andrassen eitt boð uppá: ­ So við og við eru tað rættiliga nógvir føroyingar, sum lesa uttanlands, og tá tey koma aftur, síggja tey ofta alt øðrvísi. Við meira útbúgving og betri upplýsing, haldi eg, at tað við tíðini fer at verða tosað meira opið um insest. ­ Insest er ikki eins stórt tabu, sum tað hevur verið. Fyri 30 árum síðani, kundu fjølmiðlarnir ikki droymt um, at gjørt nak­ að við evnið, men tað gera teir í dag. Ors­ økin til broytingina er at finna í menningini av fleiri altjóða sjónvarpsrásum og útbreiðsl­ uni av alnetinum, peikar Eyðun Andreassen á og leggur afturat, at í framtíðini fer insest ikki at vera eins stórt tabu í Føroyum sum tað er í dag. Orðið insest merkir blóðskemd. Tað vil siga, at kynsligi ágangurin fyrigongur í familjuni. Tað kann vera: Foreldur og børn Ommur/abbar og barnabørn Kynsligur ágangur millum systkin Ágangur framdur av fosturforeldrum ímóti fosturbørnum Kynsligi ágangurin kann koma fyri eina ella nakrar fáar ferðir, men kann eisini vera afturvendandi. Insest kann til dømis vera: at skula síggja kynsligt samband millum vaksin at verða føldur uppá at luttaka í onani ella oralseks samlega/neyðtøka Kelda: www.incest.dk Framhald á næstu síðu - Insest kan fara fram ígjøgnum ættarlið, uttan at nakað verður uppdagað, sigur fólkalívsfrøðingurin, Eyðun Andreasen Modellmynd: Jens Kristian Vang