Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. november 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Vikuskifti ini 1998- 2004. Vit kunnu geva Jóannesi Eidesgaard ábyrgdina fyri kaotisku viðurskiftuni í hesum valskeiðinum, 2004-8. Og vit kunnu geva komandi løgmanni ábyrgdina fyri kaotisku viðurskiftuni í næsta valskeiði, fram til 2012. Ella vit kunnu geva valskipanini ábyrgdina. Munurin er eingin. Føroyski búskapurin er í dag yvirupphitaður, men vit hava at kalla onga tilflyting – tann ungdómurin, sum hevur møguleika at velja, frávelur Føroyar. Rokna vit tey, sum eru til arbeiðis í mun til tey, sum eru í arbeiðsførum aldri, hava Føroyar flest fólk í arbeiði í norðanlondum. Havandi í huga, at búskapurin harafturat er yvirupphitaður, er vert at spyrja, hví vit ikki megna at framleiða meir enn smá 80% av tí, sum væl minni partur av dønum megna at framleiða fyri hvønn borgara í landinum. Við verandi gongd verður hetta talið eini 70-75% í 2012. Hesi eyðkenni nevna vit strategiskt kyksendi. Føroyar missa áhuga – eisini millum síni egnu. Aðalendamálið í næsta valskeiði átti at verið at venda hesi gongd. Hendan gongdin kann bert vendast við at skipa stýrisam- boðini betur. Tað er ikki ein spurningur um at velja, hvørjir persónar skulu inn at stýra. Tí 33 fólkavaldir persónar eru 33 fólkavaldir persónar. Tað gevur 33 persónar, sum á ein ella annan hátt umboða alt Føroya fólk. Einki av tí, sum hent er hesi seinastu 10-15 árini fortelur mær, at føroyskir politikarar ikki eru rímiliga væl fyri. Um broytingin til eitt valdømi gevur onkra smávegis broyting í atferð er ikki avgerandi. Ein slík broyting kann eins væl vera til tað verra, sum til tað betra. Summir bilførarar eru betri enn aðrir, men teir flestu eru ríkiliga góðir bilførarar til tess at koyra ein bil trygt frá einum stað til annað í ferðsluni. Spurningurin um ferðslutrygd er ein spurningur um ferðslulóg, vegir, frálæruskip- anir, hvussu tryggir bilar eru o.s.fr. Spurningurin um tað ber til at stýra Føroyum er spurningurin um stýrisamboðini, um embætis- verkið, almennan bygnað, politisku floksamboðini, virði í almennu umsitingini (og harvið eisini um persónar) o.t. Men at broyta stýrisamboð samstundis sum ein skal røkka øðrum málum er eins trupult og at skifta stýrilið á bilinum, meðan ein koyrir frá einum stað til annað í øðrum ørindum. Tí er neyðugt, at veljarin longu áðrenn valið er greiður yvir, at ítøkiligu úrslitini fyrra part av valskeiðinum kunnu verða soltin. At seta stýrisamboðini hægst á dagsskránna fyri næsta valskeið er neyvan eitt val – tað er helst eitt krav. Nevnast kann hinvegin, at fleiri onnur viðurskifti tala fyri, at Føroyar kunnu gerast eitt serstakliga spennandi stað tey næstu árini, verður rímiliga skynsamt atborið. Nr. 228 • 23. november 2007