Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. november 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 228 - 23. november 2007 skylduni, kunnu vera revsað við bót ella hefti upp til tríggjar mánaðir. Jógvan Páll Lassen, sakførari, sum hevur havt fleiri insestmál, viðurkennir, at tað er sjáldan, at fólk verða meldað fyri brot á frá boðanarskylduna. Sigrun Samuelsen heldur tó ikki, at lógin er nyttuleys. - Hjá teimum sum eru í iva, um tey skulu boða frá, kann lógin vera ein góð hjálp. Tað síðsta fetið á rætta leið, sigur hon og leggur afturat, at tað hóast alt eru nakrir privatpersónar, sum boða frá. Jógvan Páll Lassen peikar eisini á týdn- ingin av lógini. Hann heldur, at lógin virkar í tann mun, at fleiri yrkisfólk boða myndug- leikunum frá. Men hann er ikki kløkkur av at hoyra, at fólkið ikki kennir lógina. - At tú ikki kennir lógina kann ikke nýtast sum ein umbering fyri ikki at hava fylgt henni, slær sakførarin fast. - Vanliga seta fólk seg ikki inn í lógar- tekstir, fyrr enn tey hoyra um okkurt mál í fjølmiðlunum, leggur hann afturat. Tað kennir Sigrun Samuelsen eisini alt til, men hon leggur afturat, at manglandi upplýsingararbeiði er ein av høvuðsorsøk- unum til, at stórur partur av fólkinum ikki kennist við fráboðanarskylduna. Vantandi upplýsing 1. januar í 2006 varð núverandi barnavernd- arlóg sett í gildið ístaðin fyri gomlu barna- forsorgarlógina. Hetta hendi tá kommunur- nar yvirtóku barnaverndarøkið. Endamálið við lógini er at tryggja vælferðina og trivn- aðin hjá barninum. Í tí sambandi varð felagskommunala Barnaverndarstovan veruleiki. Á Barna- verndarstovuni hava tey millum annað ábyrgd av upplýsingararbeiði við støði í lógartekstinum. Anna Dam, leiðari á Barnaverndarstovuni, viðgongur, at upplýsingararbeiðið til privat- persónar ikki er nóg gott. Men hon leggur samstundis dent á, at upplýsing til privat- persónr ikki er raðfest ovast. - Vit kundu gjørt stór átøk í bløðunum fyri at gjørt borgararnar varugaðar við frá- boðanarskylduna, men vit meta ikki, at tørvurin á hesum er serliga stórur; tørvurin er størri aðrastaðni, sigur Anna Dam. Barnaverndarstovan hevur valt at nýta alla orku uppá upplýsingararbeiði til yrkis- fólk, sum í starvi sínum skulu vera serliga varug við atferð og tekin, sum børn senda. - Vit skipa fyri tiltøkum fyri yrkisfólk. Tey eru gjøgnum starv sítt betri før fyri at meta um okkurt er galið við barninum, tí atburðurin er øðrvísi, heldur hon. - Upplýsingararbeiðið kann altíð blíva betri, men í síðsta enda er tað tann einstaki, sum hevur ábyrgd av at kenna lógina. Anna Dam er vís í, at ”barnavernd” er eitt gamalt orð og eitt vælkent hugtak mill- um fólkið. Og tí heldur hon, at borgararnir vita, hvat tey skulu gera, um tey hava ill- gruna um insest. Hetta ivast Sigrun Samuelsen í. - Sjálvt um borgararnir kenna uppgáv- urnar hjá barnaverndini, so trúgvi eg ikki, at tann einstaki kennir sína lógarskyldu um at fráboða. Omman og vinkonan er dulnevnar, tí teirra nøvn kunnu vera við til at avdúka hetta ávísa málið. Redaktiónin kennir sam­ leika teirra.. Eftirskrift Fyri at verja familjuna hava persónarnir í fyrsta og oðrum parti av hesi greinarøðini, sum vórðu prentaðar í gjár og fyrradagin, verið dulnevndir, men redaktiónin kennir rætta samleika teirra. Greinarnar byggja á neyvar samrøður við høvuðspersónin Mariu og dóttir hennara. Harumframt eru samrøður gjørdar við fleiri familjulimir og aðrar persónar, sum á einhvønn hátt hava verið innblandaðir, har ímillum vinkonuna Onnu. Kim hevur fingið møguleika at vera við, men hevði ikki hug. Lýsingar av tankum og kenslum hjá Mariu á ávísum støðum, har hon er einsamøll, byggja á eina kritiska endurforteljing av minni hennara. Kim, sum varð skuldsettur fyri brot á §232 í revsilógini, varð um miðjan septembur dømdur fyri at hava krenkað blúgskapin hjá dóttrini. Hetta málið við Lisu hevur elvt til nógv kjak um, hvørs læknin bar seg rætt at ella ikki. Mynduleikarnir kanna nú málið. Greinarnar í dag eru uppfylging upp á greinarnar um Mariu og familju hennara, ið sum áðurnevnt stóðu at lesa í Sosialinum mikudagin og hósdagin. Góð ráð um tú hevur illgruna um insest Hesi ráð eru eisini galdandi um talan er um onnur viðurskifti enn insest, sum kunnu skaða barnsins trivnað. Um tú óttast, at okkurt er hent, so er tín ótti nóg mikið til, at tú skalt seta teg í samband við myndugleikarnir. Sjálvt um tú heldur, at tú veist ov lítið, so hevur tú skyldu at boða frá tínum illgruna. Barnsins trivnaður eigur altíð at koma fram um onnur viðurskifti, sum tú heldur, at tú skalt vísa atlit til. Tá tú boðar frá, hevur tú møguleika at vera ónavngivin. Minst til, at tað eru yrkisfólk, sum skulu meta um, um nakað er at fara eftir í málinum. Verð tí partleys; tú skalt bert endurgeva tað, tú hevur sæð ella hoyrt. Tá tú hevur boðað frá, er tað barnaverndin í tínari kommunu, sum yvirtekur málið, og tú hevur ikki meira við málið at gera. Tú kanst lesa barnaverndarlógina á: HYPERLINK ”http://www.logir.fo” www.logir.fo Kelda: Sigrun Samuelsen og www.bvs.fo Ein nýggj Gallup-kanning vísir, at insest er tabu millum føroyingar Modellmynd: Jens Kristian Vang