fríggjadagur 23. november 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 • 23. november 2007
Vikuskifti
24
átrúnaður
Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Læra at verja
einleikan
Í Esaiasi 6:3 lesa vit um,
hvussu serafar kunngjørdu
dýrd Guds, tá ið teir søgdu:
„Heilagur, heilagur, heilagur er
HARRIN Gud herskaranna – øll
jørðin er full av dýrd Hansara!“
Heildarmyndin av dýrd Guds
kemur ikki til sjóndar bert í
einari mentan – samkoma
Kristusar er so ómetaliga stór
og fjølbroytt um allan heimin.
Vit skulu læra at góðtaka,
stuðla, virða og elska hvør
annan við at verja einleikan í
ymiskleikum okkara.
Tá ið vit læra hetta, fara
vit at síggja heildarmyndina
av dýrd Guds, og tá kunnu vit
syngja við serafunum:
„Øll jørðin er full av dýrd
Hansara!“
orðið
Fyrstu atgongu
merkini fóru
beinanvegin
Konsert: Eftir at tíðindini um
konsertina við Ron Kenoly
og United Voices bórust,
hevur áhugin fyri at ogna sær
atgongumerki til konsertina
verið stórur. Longu fyrsta
minuttin eftir at tíðindini vóru
løgd út á Portalin, vóru fyrstu
atgongumerkini bíløgd, og
síðani hevur verið ein javnur
streymur av bíleggingum. Sum
tað sær út nú, vera ikki nógv
atgongumerki eftir at selja
við dyrnar í Kelduni tann 19.
desember, verður upplýst frá
GJAMMA.
Biðja fast hvønn
týsdag
Keldan: Hvørt mánakvøld
skipar samkoman í Skálafirði
fyri felags bønarmøti. Her
verður biðið fyri samkomuni,
leiðsluni, Ísrael og Føroyum,
men týsdag verður eisini skipað
fyri serstøkum bønardøgum.
Her verða betri stundir givnar at
biðja fyri ávísum bønarevnum.
Byrjað verður kl. 10 á morgni
og halda tey á, inntil fólk fara
til hús. Um fólk hava bønartørv
kann hesin verður lagdur fram
umvegis alnetið. Á heimasíðuni
hjá samkomuni kann ein
nevniliga skriva sítt bønarevni,
sum tað síðani verður biðið yvir.
Fullsett
kirkja hvønn
sunnudag
Hoyvík: Síðani Hoyvíkar
kirkja varð vígd sunnudagin
4. november, hevur hon verið
fullsett til hvørja einastu
gudstænastu. Seinasti
sunnudagar var einki undantak
í so máta, tá ikki færri enn
750 fólk vóru í kirkju. Her var
talan bæði um hoyvíkingar
og fólk aðrastaðni frá. Nú
sunnudagin fara helst nógv fólk
aftur í Hoyvíkar kirkju, tá Sverri
Steinhólm prædikar og eitt
gentukór fer at syngja.
Fýra sunnudagar um árið
skal missión setast á dags
skránna í donsku fólkakirkj
uni. Tiltakið verður sett í
verk av felagsskapinum
Folkekirkens Mission eftir
avtalu við donsku
biskuparnar
- Missión er eitt víttfevnt hugtak.
Í roynd og veru er allir sunnu-
dagarnir at meta sum missións-
sunnudagar og allar gudstænastur
missións-gudstænastur, sigur
Kristen Skriver Frandsen, leiðari í
Folkekirkens Mission.
Hinvegin kann tað vera eitt
gott hugskot at seta missión
í eitt serligt fokus við jøvnum
millumbilum: Á missión í verki
og í hugsan um fíggjartørvin hjá
missiónini til tann einstaka og til
kirkjuna, sigur hon.
Hvørt ár verða soleiðis ásettir
fýra sunnudagar, har prestarnir
í serstakan mun kunnu taka
missión upp sum eitt evni í
gudstænastuni.
Í hesum sambandi verður
gjørd ein vegleiðing um egnaðar
tekstir og um, hvussu ein slík
gudstænasta kann skipast.
Møguleiki verður sjálvandi at
biðja onkran gestatalara luttaka
ella send boð eftir teimum mongu
felagsskapunum innan kirkjuna
sum starvast innan missión.
Í 2008 verða teir fýra sunnudag-
arnir settir til 27. januar, 18. mai,
28. september og 23. november.
Fýra sunnudagar um missión
Hesa vikuna:
Jógvan
Zachariasen,
Hoyvík
Í fjør vóru í alt 6,6 mió
norðmenn til gudstænastur
í norsku kirkjuni. 627.000
av vitjanunum – tað er:
nærum 10 % vóru
jólaaftan
Noreg: Hóast 6,6 mió vitjandi
kann metast sum eitt høgt tal,
vísa hagtølini kortini at talið er
minkandi.
Statistisk Sentralbyrå vísir í síni
frágreiðing á, at í 2005 vóru 6,7
mió til gudstænasturnar, meðan
talið í fjør altso var lækkað við
umleið 100.000 fólkum.
Sagt verður, at í fjør vórðu hildn-
ar einar 1000 færri gudstænastur
enn árið fyri.
- Tí er luttøkan við ta einstøku
gudstænastuna rættiliga støðugt,
verður sligið fast.
Um ein hyggur eftir guds-
tænastum sunnudagar og
halgidagar, íroknað jólaaftan,
fara í miðal 100.000 norðmenn
til gudstænastur í norsku kirkjuni
hvønn dag, tá kirkjuklokkurnar
kalla fólk í kirkju.
Minking og vøkstur
Umframt hagtølini fyri luttakarum
við gudstænasturnar, kann ein
somuleiðis staðfesta, at talið
á teimum sum fara til altars er
minkandi.
Í 2005 fóru 1,12 mió fólk til
altars, meðan talið í fjør var
komið niður á 1,1 mió.
Hinvegin løgdu norðmenn í
alt 244 mió krónur í talvurnar,
tá innsavning var undir
gudstænastunum.
Verður hugt eftir talinum á
doyptum og fermdum norðmonn-
um var hetta talið størri í fjør enn
í 2005.
Hóast talið á doyptum øktist, er
kortini talan um eina prosentvísa
minking í mun til árið fyri. Orsøkin
til hetta er, at tað vóru fleiri
føðingar enn dópar hetta árið.
Í fjør vóru 74 % av øllum
børnum doypt, og svarar hetta
til góð 43.000 børn. Samstundis
vórðu 42.587 ungdómar fermdir í
kirkjuni. Hetta svarar til júst tveir
triðingar av teimum ungu.
At enda kann verða nevnt, at
9600 hjún vórðu vígd í kirkjuni,
ímóti 10.200 árið fyri, vísa
hagtølini.
Flestu norðmenn fara
í kirkju á jólum