Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. november 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 228 • 23. november 2007 Vikuskifti 17 Svenska blaðið Expressen avdúk­ aði í gjár listan yvir sangararnar, sum skulu taka lut í svenska Grand Prixnum fyrst í komandi ári. Blaðið hevur millum annað bitið merki í, at føroyski sangarin Brandur Enni er ein av luttakar­ unum. Hetta heldur blaðið er so mikið áhugavert, at tað verður nevnt í innganginum til greinina. Brandur Enni hevur í eina tíð samstarvað við fólk í Svøríki, sum framleiða og útgeva tónleik. Nú hevur hetta samstarv so ført til, at Brandur Enni hevur fingið gyltan møguleika at taka lut í svenska Grand Prixnum, sum verður hildið í við fleiri innleiðandi umførum og finalu fyrst í komandi ári. Brandur skal taka lut sum solist­ ur. Vird kapping Svenska Grand Prixið verður av kennarum roknað sum tann besta kappingin í Europa, og seinastu fimm árini hevur kappingin fingið alt størri týdning fyri svenska tónleikamarknaðin. Kend nøvn taka lut í Grand Prixnum, og út­ lendingar bjóða seg eisini fram í kappingini. Hesaferð er Brandur Enni sloppin við í tað fína selskapið, tí hann er ein av teimum, sum er valdur út millum tey mongu, sum vilja taka lut. Tað er blaðið Expressen, sum sigur seg vita hetta, hóast almann­ akunngerðingin av nøvnunum ikki verður fyrr enn 28. november. Luttøkan hjá Brandi Enni í kapp­ ingin kann verða eitt gylt høvi hjá honum at vinna fram í Svøríki. Eisini kend nøvn 32 sangarar eru við í kappingini, og tey bestu verða vald út til fina­ luna, sum verður hildin í Globen í Stockholm tann 15. mars. Fyrsta av fimm innleiðandi umførum verður tann 9. februar, og inn­ leiðandi kappingarnar og finalan verða sjálvsagt víst beinleiðis í svenskum sjónvarpi. Millum tey, sum skulu taka luta í svenska Grand Prixnum, eru E­Type, BWO, Linda Bengtzing, Patrick Isaksson og Charlotte Perelli. w Brandur slær til í Svøríki Tónleikur Eyðun Klakkstein eydun@sosialurin.fo Brandur Enni skal taka lut í svenska Grand Prixnum næsta ár. Her sæst hann saman við bólkinum, sum hann spældi saman við í summar, men Brandur verður solistur til Grand Prixið Mynd: Heiðrikur av Heygum Brandur Enni skal kappast við stórar svenskar stjørnur í svenska Grand Prixnum næsta ár. Brandur er valdur út millum ein ørgrynnu av sangarum, sum vildu sleppa við