fríggjadagur 23. november 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 - 23. november 2007
17
tíðindi
mentan og okkara siðaarvi”. Men
leggur hann aftrat:
Tað er avgerandi munur millum
tey, ið hava eina religión sum
virðisgrundarlag, og tey, ið hava
fundamentalistiska tulking av
eini religión sum politiskt
programm. Tað fyrra samsvarar
væl við fólkaræði og frælsi hins
einstaka – tað seinna ger ikki.
Betri og fyndugari kann hetta
ikki sigast. Men Sjúrður heldur
fram og greiðir uttan uttanumtos
frá tí leikluti, fundamentalisman
hevur í føroyskum politikki í
dag. Hann ger hetta uttan illvilja,
men, tað eg dugi at síggja, við
virðing fyri sannleikanum og við
at endurgeva brot úr stevnu
skráum og greinum. Fyri lesaran
er tað sera hent at sleppa at
endurlesa og uppfríska tað, sum
sagt og skrivað er tey seinastu
árini.
Her er frásøgnin um trúboð
aran, sum helt upp á, at Halga
bók var Guds orð, men sum, tá
sama orð sýntist at skurra í
modernaðum oyrum, tók til tey
ráð at sensurera Gud sjálvan! Er
slíkt at virða halgubók og
skriftina? Her er frásøgnin um
ein annan gudsmann, sum spurdi
seg sjálvan, um ódnin Katrina
kanska var Guds revsing yvir tey
samkyndu, men sum kortini var
so frægur, at hann seinni tók síni
orð í seg aftur.
Speglmyndin
Í Krossvegum eru aðrir tekstir,
sum eg ikki fái nomið við her,
um journalistikk, um kvinnuligar
prestar, um føroyskar fríkirkjur,
um sambandið millum stat og
kirkju, um fyrimunir við sekulari
sering, um kvinnuvanvirðing í
okkara mentan, um kristindómin
og teir føroysku politisku
flokkarnar, um vísindir og trúgv,
um tær brotsgerðir, sum verðs
ligir teokratar sum Stalin hava
framt. Nógvir av hesum tekstum,
har nakrir umboða eina positiva
støðu til religiónina, aðrir eina
atfinningarsama, eru væl
skrivaðir og geva rúm fyri
evnanna kompleksiteti, so her er
ikki lítið av veiðu til tey forvitnu
ella tey, sum skulu skriva stílar
ella aðrar uppgávur.
Um eg nú vendi aftur til tað
makrokosmiska løriftið, sum
Heini í Skorini helt upp fyri
lesaranum, so fari eg at loyva
mær til seinast at gera eina
niðurstøðu, sum eg ikki havi sæð
í bókini, og sum sostatt verður
mítt uppískoyti. Tankin um
yvirgang sum eitt burturav
islamistiskt fyribrigdi er eftir
mínum tykki ikki eftirfarandi.
Víst hava hugmyndafrøðingar
sum Saiyid Qutb, Ayman al
Zawahiri og aðrir aftrat borið
brenni á bálið.
Men vesturheimurin hevur
eisini stoytt bensin á sama bál,
fjálgað um gamla Saud kong og
hansara fundamentalistisku
wahhabismu, stuðlað mujahedin
í Afghanistan, skapt hatur – har
einki var frammanundan –
millum hinduar og muslimar í tí
gamla India og við síni kristnu
óhógv har verið við til at skapa
mentaða og tolsama muhammeds
trúgv um til fundamentalismu.
So kanska er modernaður yvir
gangur eitt tvítak, eitt andsvar,
speglmyndin av okkum sjálvum,
rangan, har vesturlendsk
imperialisma og kristin hugmóð,
við sínum blóðuga gamal
testamentliga arvi, eru rættan.
Kanska eru tað tveir einguda
átrúnar, sum í mongum eru líkir,
sum hittast á Armageddon.
Tann muslimska trúbótin
Men á sín hátt gevur eisini hetta
bílætið eina skeiva mynd av
veruleikanum. Tí Islam er,
tvørturímóti tí vit halda, ikki
eintýðugt, og sostatt fara bæði
Samuel Huntington og
Muhammedteknararnir, við
teirra manikæisku avmyndan,
skeivir. Í tí islamska heiminum
hevur í øldir staðið eitt stríð
millum skriftlærdar (ulama) og
modernistar. Millum hesar
seinastu kann ein nevna Sayyid
Ahmed Khan (181798), Chiragh
Ali (184495) og alAfghani
(183897). Modernistarnir
virkaðu fyri at føra upplýsing,
vísindir og tolsemi inn í teirra
mentan, ja, nakrir teirra førdu
fram, at bæði tankin um vælferð
til tey minni mentu og tankin um
rættindir til kvinnur eru at finna í
Muhammeds fyrsta ríki í
Medina. Eitt meginhugtak í hesi
rørslu er ijtihad: at lógin skal
vera sjálvstøðug og óheft og
sostatt leys av Koranini.
Europeisk mentan hevur, fyrst
og fremst í Norðurlondum,
takkað veri trúbótini, humanis
muni og teimum sosialu
rørslunum, lagt sín barbariska
arv aftur um bak. Henda tilgond
í okkara kristnu siðmenning, sum
vit kunnu rópa sekularisering og
humanisering, hevur tikið 2.000
ár. Verkirnir hava verið harðir og
ófatiliga blóðugir og fatað um
krossferðir, heksabrenning,
tríatiárakríggj, nazismu,
stalinismu, jødatýning og tvey
heimskríggj. Ýta vit av eftir
hesum tunga og drúgva burði, so
koma muslimar ikki at okkara
marki fyrr enn í árinum 2.622.
Og møguliga hevur Islam, borin í
heim sum ein sigursreligión,
innbygdar forðingar, sum verða
ringar at basa.
Hvørji ráð eru so, meðan vit
bíða eftir tí muslimsku
humanismuni, til at taka? Um vit
venda aftur til Niels Lyhne, so
hevði hann, hetta góðtrúna
umboðið fyri eina horvna
radikalismu, eina grunna og
óbúna mynd av menniskjanum.
Seinni komu Freud, Jung og
aðrir, sum skiltu tað, sum eisini
Shakespeare fataði, at menn
iskjað er ein irrationel vera, við
evnum til kærleika og mildleika,
men eisini við oyðingarhugi og
thanatostrá. Vaska vit talvuna
reina, so eru tað hesi seinastu,
sum fylla hana aftur.
Tí paradoksið er jú, at tann
holdleysa rationalisman, tann
kantska abstraktiónin, tann trúar
og tjóðskaparleysa tóma talvan,
ikki fyri øllum, men fyri
mongum, og ivaleyst serliga
óbúnum og einfaldum sálum,
nettupp er tað feitilendi, har
religiónin etur seg spikafeita og
mangan vísir seg í yvirspentum,
avskeplaðum og ørligum hami.
Óvissunnar vísdómur
Tað er tí eftir mínum tykki
tápuligt, í anda Gellners, at vísa
tjóðskapi frá sær, ella í anda
Lenins, at vísa átrúna frá sær.
Tjóðskapur og religión eru ein
neyðugur, enntá virðismikil,
førningur hjá mongum
menniskjum, ikki sum kravsom
dogmatikk, men sum ein
eyðmjúk mentan, sum í sínum
vísdómi letur onnur hava frið og
heldur seg frá valdi og politikki.
Og mong vilja halda, at
religiónin er vakrast og sannast,
tá hon ikki dyrkar nakran gud,
men letur seg upp fyri undran,
opinleika, óvissu og iva. Hesin
vísdómur er vakurt og fyndugt
borin fram í sjónleikinum
Nathan hin Vísi eftir týska
rithøvundin Lessing (172981),
har jødin, tann kristni og
muslimurin, ítí teir semjast um (í
søguni um ringin) at lata seg úr
síni átrúnaðarskykkju, hittast,
naknir og átrúnaleysir so at siga,
í kærleikans vísdómi og spekt.
Persiski yrkjarin og sufi
mystikarin Jalal alDin Rumi
(120773) tekur soleiðis til:
Eg krøki meg hvørki í átrúna
ella trúgv,
eri hvørki eystur- ella
vesturlendskur,
muslimur ella vantrúgvin,
zoroastriari, kristin, jødi ella
heidningur.
Mítt heim er handan stað og
navn.
Eg fevni alt og eri partur av
øllum.
Krossvegir er eitt stak áhugavert
og virðismikið íkast, um aktuell
og viðkvom evnir, til orðaskiftið
í Føroyum. Eyðkent fyri allar
tekstirnar er, at teir, hvassir sum
hóvligir, objektivir sum
persónligir, eru skrivaðir við
einum lagaligum og mentaðum
tóna. Málburðurin er sum heild
góður, og bókin er somuleiðis
væl frágingin, hvat rættlestri og
stavseting viðvíkir.
Bókin umboðar sjónarmið,
sum undirritaði kann taka undir
við, men eisini, tíbetur, tankar og
sjónarmið, sum eg, hóast eg virði
tey, ikki kann taka undir við.
Sostatt er hetta ein bók, sum talar
til mong, ymisk fólk, við
ymiskum, enntá mótsettum,
sjónarmiðum um religión og
politikk. Hon átti at verið
kærkomin, sum tilfar hjá skúlum,
miðnámsskúlum og lærdum
háskúlum.
Krossvegir. Essay-savn um átrúnað
og politikk. Ritstjórn: Heini í Skorini
og Páll Holm Johannesen. Forlagið
Sprotin 2007. Kr. 260.
– Í hesum verki eru fimtan tekstir, sum tykjast at umboða eina veiftru av sera ymiskum vinklum, evnisøkjum, sjónarmiðum og viðgerðarsløgum. Her hitta vit menn og kvinnur, trúgvandi og
tortrúgvin, ta subjektivu og ta sakligu viðgerðina, tað makrokosmiska løriftið og okkara lítla, atlantska mikro-univers, sigur Hanus Kamban. Her síggjast tríggir av høvundunum, Rúni Rasmussen,
Sjúrður Skaale og Heini í Skorini