fríggjadagur 23. november 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 • 23. november 2007
Vikuskifti
16
Herfyri læt sera forvitnislig
foto- og videoframsýning upp
í Listaskálanum. Tað er Ingi
Joensen, sum vísir fram myndir
hann hevur tikið í Føroyum
og í útlondum seinastu árini.
Tað var Helgi Fossadal, stjóri
í Listaskálanum, sum beyð
teimum 200 fólkunum vælkomin
til listaframsýningina hjá
Inga Joensen, hansara fyrsta
sjálvstøðugu listaframsýning
í Listaskálanum. Í 1992 hevði
Ingi Joensen eina sjálvstøðuga
framsýning í Gallerí LIST, og til
ta framsýningina gav hann út
listabókina REFLEKTIÓN.
Helgi Fossadal vísti á, at
samstarvið við Inga Joensen
hevur verið sera áhugavert.
Serstakt fyri framsýningina er,
at Ingi Joensen bæði sýnir fram
fotolist og videomyndarøðir, sum
er forkunnugt í Føroyum.
- Ingi Joensen fekk stuðul
/løn til listafólk frá Mentanar-
grunni Landsins í 6 mánaðir, og
hann nýtti stuðulin til at fara
úttanlands - út í stóru verð - at
fáa sær hugskot og íblástur til
sína list. Framsýningin er prógv
um, at Ingi Joensen hevur fingið
væl burturúr hesum tíðarskeiði,
og liggur tað honum frammarlaga
í huganum at vísa í verki, at í
einumhvørjum stuðli liggur ein
ávís ábyrgd.
Í sambandi við hesa fram-
sýning hevur Listasavnið givið
eina bók út um Inga Joensen,
og høvundurin Gunnar Hoydal
hevur skrivað tekstin. Samstundis
hevur Jette Hoydal týtt bókina
til enskt og danskt, meðan Ingi
Joensen sjálvur hevur staðið
fyri tí grafiska arbeiðnum. Tað er
gott og týdningarmikið at hava
hjálpsom fólk á tí mentanarliga
økinum at heita á, og tað vilja
vit takka teimum fyri segði Helgi
Fossadal og helt fram:
– Listasavnið hevur avgjørt,
so vítt gjørligt, at dokumentera
framsýningarnar, sum eru í
Listasavninum við bókaútgávu,
sum er ein týdningarmikil og
neyðugur partur av virkseminum
hjá savninum til listasøgu okkara
og gransking.
Stjórin í Listasavninum vísti
á, at tey hava fingið eitt sera
áhugavert samstarv við eitt stórt
og týdningarmikið listasavn í
Wien um eina framsýning av
føroyskari nútíðarlist. Henda
framsýning verður komandi vár og
uml. 100 listaverk vera við. Tað
er ein kuratorur frá listasavninum
í Wien, sum velur listaverkini til
framsýningina.
– Tað verður spennandi at
síggja, hvussu ein útlendingur
velur út. Arbeitt verður eisini við
at fáa framsýningina aðrastaðni
m.a. til Firenze. Tað er týdningar-
mikið, at føroysk list fær høvi at
verða sýnd uttanfyri norðanlond.
Tað er Listasavn Føroya, sum
skipar fyri framsýningini Støð
- Støður við Inga Joensen
listafotografi. Á framsýningini
eru 42 ljósmyndir og 3
myndrøðir at síggja. Harumframt
er ein bók gjørd, ið Gunnar
Hoydal rithøvundur og
arkitektur hevur skrivað. Bókin er
56 síður við teksti á føroyskum,
enskum og donskum og við 37
myndum. Bókin kostar kr. 200.
Ingi Joensen er føddur í Havn
í 1953. Í 1977 nam hann sær
útbúgving á deildini fyri
tekning og grafikk á Danmarks
Designskole í Keypmannahavn
eftir fýra ára skúlagongd. Hann
hevur verið á námsferð í londum
sum Spania, Italia, Fraklandi,
Íslandi, Grønlandi og USA.
Hann hevur luttikið á mongum
framsýningum í Føroyum og
Danmark umframt í Fraklandi,
Italia, Íslandi og Grønlandi. Síðan
1980 hevur Ingi Joensen rikið
egna fyritøku, sum sniðgevur
bøkur, heimasíður, pakkitilfar
og aðrar prentlutir, og ger
sjónvarpslýsingar og multimedia
tilfar. Hann hevur gjørt myndil
av havbotninum kring Føroyar,
stuttfilmin Taxi og barnabókina
Trøllið hjá pápaleysa. Eisini hevur
hann gjørt prýðingar í Hotel
Føroyum, Føroya Handilsskúla
og Strandferðslupakkhúsinum.
Í 1992 kom út bókin Reflektión,
ið snýr seg um listina hjá Inga
Joensen. Við í bókini eru einar
hálvthundrað viðgjørdar myndir.
Í nýggju bókini, Støð – Støður,
sigur Gunnar Hoydal m.a.:
Í fyrstani ta strongu svørt-
hvítu leiðina, har myndin er
ein listarlig skipan av linjum
og flatum í ljósi og myrkri. Hjá
honum er seinni tað gátuføra
komið aftrat, lutir og landsløg
hava fingið litir, tøgn valdar, men
aftan fyri tøgnina eru tekin, sum
gera vart við seg og fáa mál fyri
seg. Eitt øðrvísi mál, sum bara
eygað og sinnalagið varnast.
Tað sjónliga goymir í sær ein
ósjónligan heim, sum hevur
aðrar týdningar enn teir vanligu,
og listamaðurin kann sum
sansandi vera, samantvunnin við
henda orðleysa heimin, lokka
fram týdningar á markinum
millum tøgn og mynd.
Myndirnar standa navnleysar
og orðleysar. Ein hjallur við
sjóvarmálan, eitt gróthús
í haganum, hús mest sum
frágingin í kava ella skýming,
okkurt kortini við ljósi í onkrum
vindeyga til at standa ímóti
illveðrinum, ið tekur seg upp.
Nógv einsemi er í myndunum,
eisini teimum, har fólk síggjast
ganga ella standa, sum hava tey
einki at siga hvørt við annað.
Einsemið á kirkjugarðinum,
har grøs og blómur royna at
vinna á gravsteinunum. Myndir
eisini innandura við leivdum
av onkrum, sum einaferð hevur
verið, hurðar tiknar av leikindum,
farvegir og slóðir í lutum, sum
bíða eftir, at myndin verður tikin.
Sjálvt í royndunum við ljósi og
skugga eftir naknum kroppi
tykist tíðin at vera steðgað. Her
eru støðini, sum samstundis
gerast støður í huganum á tí,
sum sær myndirnar. Tær eru
sum grafiskar tekningar, ofta
hækkaðar við litum, soleiðis sum
teir gomlu meistararnir kundu
hækka onkran part av tekningini
til at gera vart við eitthvørt
serstakt og fáa javnvág í heildina.
Framsýningin er opin til 16.
desember 2007
Listasavn Føroya er opið:
Týsdag – sunnudag, kl. 14.00
– 16.00
Mánadag er stongt
Ingi við foto og video
í Listaskálanum
Ingi framman fyri eini av sera vøkru og sjáldsomu myndunum, Mynd Jan Müller
Stjórin í Listaskálanum, Helgi Fossadal á framsýningini. Motivið er úr Gøtu.
Mynd Jan Müller
FAKTA
Fotoframsýning
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Listasavn Føroya gevur út bók um listamannin,
sum Gunnar Hoydal hevur skrivað