fríggjadagur 23. november 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 228 - 23. november 2007
tíðindi
ummæli
Eftir Hanus Kamban
Átrúnans afturkoma
Í tí slóðbrótandi skaldsøguni
Niels Lyhne, frá 1880, eftir
danska rithøvundin J.P. Jacobsen,
ger høvuðspersónurin sær, í eini
samrøðu við ein kenning, á eini
matstovu í Keypmannahavn,
sínar tankar um eina framtíð, tá
ið menniskjan hevur lagt trúnna
á Gud aftur um seg. Henda
mannahugans metamorfosa fer at
frígera kreftir og orku, sum nú
eru niðurbundin, tænarar
framman fyri einum tómum
altari, og tá hon er fullførd, fer
mannaættin endiliga at kunna
víga allan tann kærleika, hon fyrr
gav Gudi, til arbeiðið fyri at
skapa eitt betri samfelag, eyðkent
av góðsku, rættvísi og vísdómi.
Henda framtíðarmynd, sum
seyg sær føðslu úr tonkunum hjá
upplýsingarfilosoffunum og hjá
heimspekingum sum eitt nú
Hegel ella Feuerbach, var púra
vanlig tá á døgum, tá radikal
isman enn var ung og sakleys.
Georg Brandes, Henrik Ibsen,
Oscar Wilde, Bernard Shaw,
Ellen Key, øll fingu tey eitt skifti
glamp í eyguni av hesi góðtrúnu
profeti.
Í dag vita vit betur. Víst hava
nøkur fá lond, teirra millum
Norðurlond, megnað at skapa
samfeløg, sum í mongum lutum
eru meira framkomin til vælferð
enn tátíðar samfeløg. Men utopia
er ikki í nánd, og mong stór ríkir,
sum í 20. øld andbráð toygdu seg
eftir bráðsjónanna gylta
eldorado, sukku bara longur
niður í neyð og ruðuleika. Og
religiónin er hvørki viknað
tíansheldur deyð í raki, men
hevur tey seinnu árini ment seg
og er nú tætt við, við fullum
seglum, at leggja tað politiska
lívið víðahvar undir seg.
Og ikki bara tað, samstundis
sum vit í m.a. lívfrøði, lækna
kynstri og mikrotøkni taka
okkum fram við risalopum, hopa
vit í okkara samskifti, hvør tjóð
og hvør mentan við aðra,
aftureftir, so at vit nú tala og
skriva um eina nýggja miðøld.
Tað er sigandi, at tann franski
professarin Gilles Kepel rópar
eitt av sínum verkum, har hann
viðger møtið millum tann
arabiska heimin og vesturheimin:
Tær nýggju krossferðirnar.
Fjølbroytt greinasavn
Um hetta evni hava tveir
unglingar, Heini í Skorini og Páll
Holm Johannesen, lagt til rættis
eitt greina og essaysavn, teir
rópa Krossvegir, við undir
heitinum “um átrúnað og
politikk”. Ritstjórarnir eru blað
menn, annar hevur lokið prógv í
stjórnmálafrøði, og hin er væl
ávegis fram at sama máli. Tann,
sum hevur havt eyguni eftir
teimum, hevur varnast, at teir
sum heild eru dugnaligir blað
menn, og at teirra arbeiði, eisini
har tað snýr seg um formalia
sum málburð og stavseting, er
væl frágingið. Ein uggi at vita
sær, í okkara illgjørdu og gæsutu
tíð.
Í hesum verki eru fimtan
tekstir, sum tykjast at umboða
eina veiftru av sera ymiskum
vinklum, evnisøkjum, sjónar
miðum og viðgerðarsløgum. Her
hitta vit menn og kvinnur, trúgv
andi og tortrúgvin, ta subjektivu
og ta sakligu viðgerðina, tað
makrokosmiska løriftið og okk
ara lítla, atlantska mikrounivers.
Í ikki fáum greinum finna vit,
annaðhvørt sum miðdepil í
viðgerðini, ella sum tann fjalda
undirtekstin, spurningin um
samkynd og málið um greinina
266b, sum tað lukkaðist tveimum
djørvum politikarum, eftir mikið
kjak og rok, at fáa samtykta á
tingi í fjør.
Valayat-e Faqih
Sum dømi um, hvat hetta verk
hevur at bjóða,
kann eg taka
greinina “Millum
Eden og
Armageddon”
eftir Heina í
Skorini. Hetta er
eitt slag av
sakligari
yvirlitsgrein, har
hugt verður at,
hvussu átrúni, eftir
langa tíð í
gloymsli, hevur
trokað seg fram í
tað globala
politiska rúmið.
Høvundurin lýsir
orsøkina til okkara
átrúnaðaramnesi og nemur her m.
a. við fyribrigdið eurosentrismu,
leitar aftur til trúbótina og tann
westfalska friðin í 1648, nemur
við upplýsingartíðina og nærkast
aftur nútíðini og lýsir klútateppið
av religiøsum, religiøstsosial
istiskum og teokratiskum
rørslum eitt nú í Miðeystri, í
Suðuramerika og í USA.
Henda grein er sera greið, hon
tykist skrivað út frá einum
yvirskoti av vitan um evnið,
tónin er sakligur, og tað er
vælgerandi, at eingin dygdar
munur verður gjørdur á islamsk
um og kristnum rákum. Tá ið
høvundurin nevnir, at sharia
lóggáva byggir á Koranina, er
hetta helst rætt, eg haldi meg tó
hava lisið, at henda lóggáva í eini
vissari vídd er eitt slag av
uppískoyti, skapt av seinnu tíðar
islamskum skriftlærdum, tí
sonevna ulama. Í hvussu so er,
hevur í Islam í øldir verið ósemja
um, hvørt Koranin er lóg ella
bara vanligar religiøsar forskriftir
uttan lógartign.
Í eini grein av slíkum slag ber
illa til at lýsa allar krókar út í
æsir. So eg fari til stuttleika, í
sambandi við at Khomeini
ayatolla verður umrøddur, at
nevna tað stak áhugaverda
hugtakið Valayat-e Faqih. Við
hesum gudfrøðiliga kvantlopi
gav Khomeini sær sjálvum sama
guddómliga og lýtaleysa myndug
leika, sum upprunaliga hoyrdi tí
fjalda imaminum (Ismail, sum
doyði í 874, og sum nú verður
dyrkaður sum Mahdi, frelsarin,
sum kemur aftur á dómadegi) til.
Tey, sum minnast Jim Jones og
hansara ríki, munnu fata, hvat
slík óhugnalig hugmóð kann
hava við sær.
Átrúni og politikkur
Ikki minni áhugaverd, men á
heilt annan hátt, er greinin
“Illviljin móti átrúnaði er eitt
álop á fólkaræðið” eftir Rúna
Rasmussen. Eg kenni høvundin
sum ein bæði dámligan, vitandi
og høviskan ungling, og tað
undrar meg ikki, at tónin í hesi
grein samsvarandi er hóvligur og
orðalagið mentað. Men eg eri als
ikki samdur við Rúna í mongum,
hann førir fram, og fari, nettupp
av virðing fyri honum, at siga
hví.
Ikki tí, tann akademiska
viðgerðin, har greitt verður frá
átrúna sum natúrligum og
loyvdum parti av tí politiska
rúminum og m.a. víst til Rawls
og Habermas, er ivaleyst í
samsvari við veruleikan. Men
stórur partur av tekstinum minnir
um eitt slag av skuggatelvan við
ein mótpart, sum ikki er til.
Politikkur er tengdur at virðum,
hetta er sjálvsagt, um hetta er
mær vitandi full semja, og eins
og kristin hava ein moral, hava
agnostikarar og ateistar eisini ein
moral. Ja, tað áhugaverda er, at
hesi seinastu ikki sjáldan
umboða tey kristnu virðini betur
enn mangur kristin.
George W. Bush er í dag
ímyndin av einum kristnum
statsmanni. Ivaleyst hevur hann
gjørt okkurt rætt og gott. Men
hann hevur samstundis sett í verk
píning móti ósekum menniskjum,
hann hevur skrivað undir eitt ótal
av deyðadómum, hann hevur
íbirt eitt kríggj, sum hevur kostað
5600.000 fólkum lívið og gjørt
tvær milliónir til flóttafólk, og tá
ið ódnin Katrina herjaði í New
Orleans, sveik hann tey, sum
Kristus kallar “míni minstu”.
Mikhail Gorbatsjov, hinvegin,
bjargaði, tá USSR liðaðist
sundur, við sínum politiska
hóvsemi tí velduga ríkinum frá
kríggi og einum uppaftur størri
ruðuleika enn tí, sum tá kom.
Hvør av hesum umboðaði tey
kristnu virðini á meira
sannførandi hátt?
Virðir og dogmatikk
Í síni roynd at umrøða sam
bandið millum átrúna og politikk
fløkir Rúni, eftir mínum tykki,
hugtøkini saman. Tí sum longu
nevnt er politikkur ongantíð
virðistómur. Men tað er líka so
greitt, at religión, sum dogmat
iskt fyribrigdi, ongan rætt hevur
at valda í tí politiska rúminum.
Halgabók krevur, sum vit vita, at
samkynd skulu takast av døgum.
Tað hevði verið nossligt, um slík
lóggáva slapp fram at í Europa.
Annars ræða sporini, eitt nú í
Iran, har tey samkyndu, har við
støði í eini aðrari halgari bók,
verða steinað í hel.
Men høvuðspróvgrundin fyri,
at ein samanvavstur av átrúna (í
dogmatiskari merking) og
politikki er vandamikil, er henda:
Ein politikara, sum sigur seg
umboða Gud, kanst tú ongantíð
líta á, møguleikin fyri, at hann
bara umboðar sína egnu,
avmarkaðu, lítlu verð, ella at
hann enntá er ein falskur
profetur, sum kanska umboðar
tað øvugta av tí, hann sigur, er
altíð til staðar. Eina ferð enn
kunnu vit, sum ræðandi skrímsl,
nevna Khomeini, Jim Jones og –
hví ikki – Adolf Hitler, sum
mong kristin í hansara samtíð
sóu í eini guddómligari glæmu.
Demokrati og teokrati
Tann greiðasta, mest pedagog
iska og samstundis hvassasta
greinin í hesum savni er tann,
sum stendur fremst, hon hevur
heitið “Demokratiskt frælsi og
teokratiskt ófrælsi”, og høvund
urin er Sjúrður Skaale, sam
felagsfrøðingur. Sjúrður fer beint
til sakina og ger við klárum
orðum greitt, hvat munurin er
millum fólkaræði og teokrati, og
hví religión (sum dogmatisk
stevna) og politikkur eiga at
verða sundurskild. Tað er í
hesum sambandi sera áhugavert,
at høvundurin einki hevur ímóti
átrúna í sær sjálvum, tvørtur
ímóti, tí, sum hann sigur, “kristin
dómurin er partur av okkara
Tær nýggju
krossferðirnar
Viðkomandi og væl frágingið essaysavn um
politiskt-religiøsar tvídráttir í okkara tíð
”
Krossvegir er eitt stak áhugavert og virðismikið
íkast, um aktuell og viðkvom evnir, til orðaskiftið
í Føroyum. Eyðkent fyri allar tekstirnar er,
at teir, hvassir sum hóvligir, objektivir sum
persónligir, eru skrivaðir við einum lagaligum og
mentaðum tóna