Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. november 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 229 - 26. november 2007 ÍLØGUSPÆLIÐ Hilmar Simonsen Øll snakkað um oljuprísin, og ei undur í, tí hann hevur stóra ávirkan á gerandisdagin hjá okkum øllum. Í løtuni er hann nærum søguliga høgur og liggur um einar 95 dollarar fyri tunnuna. ”Nærum søguliga” tí hann hevur faktiskt einaferð í søguni verið hægri. Tað var í 1864, tá hann í nominellum prísi var 8,06 dollarar, men umroknað til reellar 2006-prísir var beint omanfyri 100 dollarar. Tó er hetta eitt eindømi, og øll árini frá umleið 1880 til oljukreppuna í 1974 lág oljuprísurin fyri tað mesta og sveiggjaði um 20 dollarar fyri tunnuna umroknað til reellar 2006-prísir. Í oljukreppuni í 1980 smeyg hann sær upp á umleið 90 dollarar í reellum 2006-prísum. Síðani lækkaði hann skjótt og var lágur heilt fram til 2003. Í september 2003 fór ein tunna av olju fyri undir 25 dollarar, men longu í august 2005 kostaði hon yvir 60 dollarar. Í 2006 sveiggjaði oljuprísurin nógv millum umleið 55 og 75 dollarar og kom í januar 2007 næstan niður á 50 dollarar. Men síðani er oljuprísurin at kalla støðugt hækkaður og hevur nakrar ferðir í oktober-november ligið beint undir 100 dollarar fyri tunnuna. Oljukranarnir á gosi Tað er væl kent, at tess hægri oljuprísurin er, tess hægri útreiðslur hevur stórur partur av ídnaðinum at dragast við. Og tað ger, alt annað líka, at fyritøkurnar vinna minni – oljufeløgini undantikin, sjálvandi. Tó eru partabrøvini kring allan heim hækkað stútt, samstundis sum oljuprísurin er hækkaður stútt. So kann ein spyrja, hví so er? - Høgur oljuprísur nýtist ikki at hava keðiliga ávirkan á non- oljupartabrøv. Fyrr stóðst hækkandi oljuprísur ofta av, at OPEC skrúvaði fyri kranunum, men nú hava oljufeløgini framleitt so nógva olju, tey hava orkað. At oljuprísurin kortini er hækkaður so nógv kemst av, at eftirspurningurin hevur verið óvanliga stórur. Nógv gongd hevur verið í ídnaðinum kring allan heimin, og tá ídnaðurin brúkar nógva olju, hevur hetta hevur drigið oljuprísin uppeftir. Men samstundis hava flestu fyritøkurnar vunnið nógvan pening, og tí eru tað ikki bert oljupartabrøv, men eisini non- oljupartabrøv sum eru hækkað nógv hesa tíðina, greiðir Jákup Petur Bærentsen, íløgurøktari hjá Kaupthing Bank, frá. At oljuprísurin hækkar merkir sjálvsagt øktar útreiðslur fyri ídnaðin, men her hevur lági dollarkursurin bøtt eitt sindur upp á støðuna hjá fyritøkum uttanfyri USA. Olja verður, eins væl og nógvar aðrar rávørur, handlað í amerikanskum dollarum, og tí fáa evropiskar fyritøkur fyrimun framum amerikanskar fyritøkur, tá dollarin lækkar í mun til evruna ella, í okkara føri, donsku krónuna. Dollarin er lækkaður nógv og er í løtuni umleið 5 krónur, men lækkandi dollari merkir hækkandi oljuprís. - Viknar dollarin, so hækkar oljuprísurin samsvarandi. At dollarkursurin higartil í ár er viknaður umleið 10 prosent hevur havt við sær, at oljuprísurin er hækkaður umleið 10 prosent uttan nakra aðra orsøk. Tað sum oljuprísurin er hækkaður meiri enn hetta hevur aðrar orsøkir, so sum øktur eftirspurningur, vísir Jákup Petur Bærentsen á. Við øðrum orðum hanga dollarkursurin og oljuprísurin saman øvut proportionalt, um einki annað ávirkar oljuprísin. Realtíðarkursir bert ávisar fyrimunurir Stutt eftir at Íløguspælið byrjaði, vórðu nakrir spælarar gjørdir ógildugir orsakaða av, at teir høvdu nýtt realtíðarkursir. Hetta var at rokna sum vitan framíhjá og ikki loyvt sambært spælireglunum. Nú er mannagongdin við keyp og sølu broytt, so at allir handlar nú verða seinkaðir 20 minuttir. Realtíðarkursir vil siga, at tú hevur atgongd til seinast handlaðu kursirnar og til dømis 5 tey bestu boðini og útboðini í realtíð. Hesa tænastu kanst tú keypa. Spurningurin er so, hvørjir fyrimunirnir eru við realtíðarkusrum annars. - Fyrimunurin velst um, hvussu ein handlar. Í Íløguspælinum hevði tað nógv at týða, áðrenn mannagongdin við keyp og sølu varð broytt. Í vanligum partabrævahandli hevur tað ikki stórvegis at týða. Um tú keypur íløgur til pensiónina, so hevur tað einki at siga, tí tá er líkamikið, um tú veitst hvat kursurin er nú ella fyri 20 minuttum síðani. Keypir tú gjøgnum ein meklara, so fært tú altíð realtíðarkursin at vita óansæð, greiðir Jákup Petur Bærentsen frá og heldur fram: - Um øll hava atgongd til realtíðarkursir, so ger tað ongan mun fyri nakran. Um eingin hevur atgongd, so ger tað heldur ongan mun. Tað ger bara mun, um summi hava atgongd og onnur ikki. Eksploderaður eftirspurningur og lágur dollarkursur eru orsøkir eru til, at oljuprísurin er so nógv hækkaður seinastu 3 árini. Men hetta hevur ikki ávirkað kursin á non-oljupartabrøvum stórvegis. Kvøld fyri tvey á Gourmet til vikuvinnaran í Íløguspælinum Besti spælarin í viku 47: vinnari Avkastið hjá vinnaranum hesa vikuna: kr. 207.723,65 (+33,35%) Vinnarin fær beinleiðis boð. Hjartaliga tillukku Kaupthing Bank 3,300 3,000 2,700 2,400 2,100 1,800 1,500 20/11 21/11 24/11 25/11 26/11 22/11 23/11 Gongdin hjá topp 3 (vika 47) mrarge navijoe Raggyboy www.kaupthing.fo Íløguspælið á ilogur.com - 9. vika Partabrøv hava yvirlivað høgan oljuprís sansir.fo Topp 10 (26. nov. 2007 kl. 11.54) Leikari Reiður peningur Partabrævaogn Ogn Avkast navijoe 1.452.055,68 kr. 1.475.068,00 kr. 2.927.123,68 kr. +192,71 % Raggyboy 128,92 kr. 1.692,900,00 kr. 1.693.028,92 kr. +69,30 % Mr_Arge 396,03 kr. 1.560,265,10 kr. 1.560.661,13 kr. +56,07 % hps 1.532.801,00 kr. 20.289,05 kr. 1.553.090,05 kr. +55,31 % Mazda323 764.968,83 kr. 784.679,98 kr. 1.549.648,81 kr. +54,96 % jsamson 0,70 kr. 1.497.724,45 kr. 1.497.725,16 kr. +49,77 % Eggaba 64,13 kr. 1.468.426,50 kr. 1.468.490,63 kr. +46,85 % MMilogur 570,00 kr. 1.466.300,00 kr. 1.466.870,00 kr. +46,69 % Marin 798,00 kr. 1.458.480,00 kr. 1.459.278,00 kr. +45,93 % Kinn81 2.508,53 kr. 1.433.890,00 kr. 1.436.398,53 kr. +43,64 %