mánadagur 26. november 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 229 - 26. november 2007
Sjálvt um tíðin er
stutt og sjálvt um
málið er ógvuliga
viðbrekið, so havi
eg góðar vónir
um at avgreiða
úrtlendingamálið,
sigur nýggi
landsstýrismaðurin
í innlendismálum,
Heðin Zachariasen
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað kann ganga ógvuliga
skjótt fyri seg í politikki.
Tað fekk Heðin Zachariasen
at sanna, tá hann hósdagin í
síðstu viku fekk møguleikan
at gerast nýggjur landsstýr
ismaður í innlendismálum.
Tað var ikki heilt víst hós
kvøldið, og tað skiltust vit
upp á. Eg skuldi eisini sjálv
ur taka støðu til, um eg
ynskti at taka við avbjóð
ingini, eisini tí at tíðin er so
stutt, sigur Heðin Zacharia
sen, tá vit tosaðu við hann í
morgun.
Hetta er eyðvitað hansara
fyrsti arbeiðsdagur sum inn
lendismálaráðharri, og tá
vit tosaðu við hann stutt
fyri klokkan tíggju greiddi
hann frá, at hann í morgun
hevði skrivað tvey brøv.
Annað til løgtingið har
hann boðar frá, at hann
sigur tingsessin frá sær og
mælir til, at næsti maður á
listanum, Ingi Olsen, tekur
sæti á tingi, og hitt til Sunda
kommunu, har hann somu
leiðis boðar frá, at hann fer
í farloyvi fram til 19. januar.
Tað verður so Árni Dam,
sum fer at røkja starvið sum
borgarstjóri í hvussu er
fram til tann dagin.
Heðin Zachariasen sigur
annars, at tað fer at verða
trupult, sjálvt við hansara
vitan um almennar manna
gongdir og hansara kenn
skapi til málini í Innlendis
málaráðnum, upp á hesa
stuttu tíðina at seta seg inn í
alt.
Tíðin er ógvuliga stutt,
men eg fari fyrst og fremst
at seta meg ruddiliga inn í
tey málini, sum liggja fyri,
sigur Heðin Zachariasen.
Hann heldur, sum rímiligt
er, at tað hevði verið vón
leyst at sett nakran í lands
stýrtissessin, sum einki inn
lit hevði mál og manna
gongdir. Og tí lá tað alla
tíðina til hansara at taka
hesa avbjóðingina á seg.
Loysa
útlendingamálið
Tað málið, sum hevur fing
ið størstu umrøðuna sein
astu longu tíðina, er útlend
ingamálið. Og har ætlar
nýggi innlendismálaráðharr
in sær at leggja alla orku í
at loysa júst hetta málið.
Eg veit væl, at tíðin er
stutt, og at talan er um eitt
viðbreki mál, men kortini
havi eg góðar vónir um, at
tað fer at eydnast at loysa
hetta málið til frama fyri
ikki minst vinnulívið í Før
oyum, sigur nýggi lands
stýrismaðurin,
Heðin
Zachariasen.
Tað er jú eingin loyna, at
júst útlendingamálið fær
nógva umrøðu, bæði mill
um vinnulívsfólk og fak
felagsrørslu. Men tað er
líka greitt, at málið má
finna eina loysn, antin so
ella so. Og tað skilir nýggi
landsstýrismaðurin og ætlar
hann sær eisini at geva
hesum málinum sera høga
raðfestging.
Annars
undirstrikar
Heðin Zachariasen, at tíðin
er so stutt, at tað í sjálvum
sær avmarkar møguleikarn
ar at fáa tað stóra av skafti.
Klokkan tíggju settist
Heðin
Zachariasen
við
landsstýrisborðið
saman
við hinum landsstýrismonn
unum, og harvið byrjaði eitt
nýtt skeið fyri hann og
restina av landsstýrinum.
Djúphugsnidagur í Tofta skúla
Í Tofta skúla verður nú farið undir eitt nýtt tiltak, sum tey kalla Djúphugsnidagar.
Ætlanin er at hava 2 djúphugsnidagar um árið, har endamálið er fordjúpa seg
í ymiskum lærugreinum. Týsdagin 27.november fer fyrsti Djúphugsnidagur av
bakkastokki. Evnið hesaferð er støddfrøði. Næmingarnir fáa høvi at arbeiða í
verkstøðum, har uppgávurnar umfata ymiskar roknitættir, so sum talvenjing, mát,
rúmd og lutfall. Djúphugsnidagin verða næmingarnir skipaðir í bólkar, soleiðis at
teir arbeiða saman við næmingum úr øðrum flokkum. Sagt verður av skúlanum, at
hetta eisini er ein øðrvísi skúladagur á tann hátt, at næmingarnir fáa frukt klokkan
9.30 , og klokkan 11 fáa øll mat frá skúlanum. Dagurin endar við einum
felagstiltaki.
Góðar vónir um útlendingamálið
Bjarni Djurholm bjóðar nýggja landsstýrismanninum og floksfelaganum, Heðini Zachariasen, vælkomnan í Tinganes
Mynd: Jens Kristian Vang
Fyrsti landsstýrisfundurin við Heðini Zachariasen sum landsstýrismanni, varð hildin klokkan
tíggju í morgun
Mynd: Jens Kristian Vang
Heðin
Zachariasen
varð formliga
settur í starv sum
landsstýrismaður
fríggjakvøldið,
har hann
millum anað
fekk handaðar
blómur
Mynd: Jan Müller