Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. november 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 229 - 26. november 2007 Hósdagin í vikuni verð­ur stór ráð­stevna í Klaksvík um sam­ virknu talvuna innan skúlagátt Heimasíðutíðindi Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Ráðstevnan er ætlað lærar­ um í føroyska fólkaskúla­ num. Ikki færri enn 150 lær­ arar hava teknað seg; umframt fólkaskúlalærarar, hava eisini lærarar og leiðsl­ ur við miðnámsskúlar í Før­ oyum teknað seg. Endamálið við ráðstevn­ uni er at kunna fólkaskúla­ lærarar um nýtsluna av hes­ um teldutalvunum innan skúlagátt. Á ráðstevnuni fara umboð fyri Skúlabóka­ grunnin at greiða frá, hvørj­ um tey arbeiða við í sam­ band við samvirknu talvuna. Umboð fyri KT­ depilin vís­ ir, hvussu samvirkna talvan kann nýtast til tónleika­ undirvísing. Lærarar í Ósá­ skúlanum siga frá sínum royndum við talvuni. Umboð fyri Landsmiðstøð­ ina hevur eina framløgu. Susanne Andersen og Bak Jensen úr Danmark, greiða frá, hvussu tey undir­ vísa í ávikavist donskum og støddfrøði. Tað eru Skúlin við Ósánna og Skúlin á Ziska­ trøð, sum í samráð við Men­ tamálaráðið og Klaksvíkar kommunu skipa fyri ráð­ stevnuni um ta samvirknu talvuna – eisini kallað smartboard. Ráðstevnan verður í Skúlanum við Ósánna. Hósdagin verður ráðstevn­ an frá klokkan 13.00 til umleið 16.00 og fríggjadag­ in frá klokkan 9.00.til Herligur Big Band tónleikur verð­ur at hoyra í Mið­lahúsin­ um í tý­skvøldið­, tá toppurin av føroyska Big Band umhvørv­ inum undirheldur Konsert Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Í annaðkvøld, týskvøldið, verður konsert í Miðlahús­ inum við tveimum føroysk­ um orkestrum. Talan er um Skansa Big bandið og Tórs­ havnar Stórband, vanliga nevnt Stórbandittarnir. Ork­ estrini hoyra til tónleikaum­ hvørvið hjá Tórshavnar Musikkskúla, og eru tey eftirhondini væl kend um alt landið. Skansa Big Band er yngra orkestrið, har evnaríkir spælarar sleppa at royna seg. Orkestrið hevur ferðast nógv, bæði í Føroyum og aðrastaðni. Serliga Stórbandittarnir hava víst, hvat ið tey vilja. Orkestrið skipaði fyri á leið trimum árum síðani fyri ein­ ari ógvuliga væleydnaðari verkkapping, sum samstund­ is var tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. Orkestrið hevur luttikið á Asfalt tvey ár á rað, samstundis sum tað hevur luttikið í tí stóru evropeisku jólakonsertini, ið var send til yvir 15 mio. fólk seinasta ár. Sostatt er orkestrið tann føroyski bólk­ urin, sum hevur spælt fyri flest fólkum. Gjøgnum tíð­ ina hevur orkestrið eisini fostrað fleiri ungar og sera dugnaligar tónleikarar, sum í dag gera seg galdandi bæði í og uttanfyri Føroyum. Orkestrið ætlar sær til Íslands og Grønlands kom­ andi ár. Til konsertina týskvøldið verður songfuglurin Anna Katrina Petersen solistur. Hon luttók við orkestrinum á sera væleydnaðu konsert­ ini á Asfalt, og hevur síðani verið solistur til fleiri høvi. Ólavur Olsen, Eirikur Skála og Heðin Z. Davidsen eru dagligir leiðarar. Konsertin byrjar kl. 19.30 og kost­nað­ urin er 50 kr. fyri vaksin og ókeypis fyri børn. Arbeið­sfólk á fiska­ virkj­unum eru á nógvan hátt fangað­i í skipanini, tí tey verð­a ikki søgd úr starvi, hóast einki arbeið­i er í mánað­ir. Heimasíðutíðindi Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Tá ið fiskavirkir ikki ar­ beiða vegna rávørutrot ella líknandi viðurskifti, ber til at fáa útgjald úr Fiskavirkis­ skipanini í 8 vikur út í eitt. Eftir 8 vikur fer persónurin úr skipanini og kann fáa úr ALS um viðkomandi er sagdur úr starvi. Hetta sig­ ur samtakið Samtak, sum umboðar føroysk arbeiðara­ feløg. ­ Er eitt arbeiðsfólk ikki uppsagt á sínum arbeiðs­ plássi, so ber ikki til at fáa nakað útgjald úr ALS, hóast viðkomandi einki arbeiði hevur. Til ber sjálvandi at siga seg úr starvi og melda seg inn í ALS, men tá fer arbeiðsfólki í karantenu í 4 vikur, sigur Samtak á heima­ síðu sínari. Arbeiðarafeløgini siga seg fleiri ferðir hava gjørt vart við henda trupulleika, og spurningurin er, hvat ger­ ast skal framyvir. Tað hevur higartil ikki eydnast at fáa inn í sáttmálan, at arbeiðs­ gevarar hava skyldu at siga fólk úr starvi, um arbeiði ikki er í longri tíðarskeið. ­ Høvuðstrupulleikin við at fáa arbeiðsgevarar at siga fólki úr starvi vegna vant­ andi arbeiði er, at løn skal rindast í uppsagnartíðini. Hetta vilja ávisir arbeiðs­ gevarar ikki, tí eru starvs­ fólkini fangaði. Arbeiðara­ feløgini arbeiða við at loysa henda trupulleika og heita á fólk at skifta arbeiði, sum koma út fyri slíkum. Hava útbúgving og kyn ávirkan á figgj­ar­ ligu íløgur okkara? Hvør dugir betur at spara upp til pen­ sj­ón – menn ella kvinnur? Hvørj­ar útbúgvingar eru ein góð­ íløga? Og hvussu ávirkar útbúgvingin okkara fíggj­arligu íløgur? Fyrilestur í Mið­lahúsinum miku­ kvøldið­. Fyrilestur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Mikukvøldið kl. 19 skipar Virðisbrævamarknaður Før­ oya fyri almennum fyrilestri um íløgumentan í Miðlahús­ inum. Juanna Schrøter Joen­ sen, Ph.D. í búskaparfrøði, fer í almennum fyrilestri at greiða frá, undir heitinum Íløgumenten – velja búskap­ arfrøðingar og konufólk øðrvísi? Øll kunnu fylgja við Fyrilesturin er ætlaður øll­ um áhugaðum. Evnini fev­ na víða, og tað ber til hjá øllum at fylgja við, og høvi verður so avgjørt eisini at seta spurningar. Evnini, ið verða umrødd, verða dúgli­ ga viðgjørd í miðlum í lond­ unum kring okkum, og økti áhugin fyri partabrøvum í Føroyum hevur eisini elvt til nógv kjak um hesi evni. Ikki minst pensjónsuppspar­ ing er vorðið til kjak evni millum manna. Mikukvøld­ ið verður møguligt at fáa eitt væl skikkað íkast til kjakið og kanska koma tætt­ ari at nøkrum áhugaverdum sannroyndum. Kvinnur og íløgur nógv umrøtt Juanna Schrøter Joensen er fyrsti føroyingur við Ph.D. í búskaparfrøði, og hon hev­ ur í gransking sínari millum annað fingist við at greina, hvørja ávirkan kyn og útbúgving hava á fíggjarlig­ ar íløgur. Fríggjadagin vardi hon Ph.D. ritgerð sína við heitinum Determinants and Consequenses of Human Capital Investments á Århus Universitet. Serliga hava kanningarnar hjá Juannu um, hvørt lestrararbeiði hev­ ur jaliga ávirkan á lestrartíð­ ina fingið nógva umrøðu í donskum miðlum. Juanna Schrøter Joensen fer í komandi ári til Stokkhólm at arbeiða á lærda háskúla­ num har. Tiltakið er ókeypis, og tað er ætlað øllum áhugað­ um. Eingin tilmelding er neyðug. Fyrilestur um íløgumentan í Miðlahúsinum 150 lærarar á ráðstevnu um samvirknu talvuna Tað eru Skúlin við Ósánna og Skúlin á Ziskatrøð, sum í samráð við Mentamálaráðið og Klaksvíkar kommunu skipa fyri ráðstevnuni um ta samvirknu talvuna – eisini kallað smartboard. Ráðstevnan verður í Skúlanum við Ósánna Fólk eru fangað á fiskavirkjunum Big Band í Miðlahúsinum Konsertin í Miðlahúsinum við Skansa Big Band og Tórshavnar Stórband verður týskvøldið Samtak fýlist á, at arbeiðsfólk, sum ikki eru søgd úr starvi kunnu ikki fáa útgjald úr ALS, hóast viðkomandi einki arbeiði hevur