Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. november 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 229 - 26. november 2007 - Matstovan Gourmet í Havn hevur roynt alda toskin á matstovuni, og royndirnar eru góðar, veit Vinnuhúsið at siga Aldur toskur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyri stívliga einum ári síðan settu tvey føroysk feløg fyrstu toskaynglini út. Fisk­ ur varð settur út á Árnafirði, har fiskurin gongur í nótum – og í Hvalba, har fiskurin gongur í kørum, sum standa uppi á landi. Felagið, sum stendur fyri toskaalingini á Árnafirði, er Faroe Salmon og felagið, sum stendur aftanfyri alingina í Hvalba, er Faroe Cod Farm. Í grein í síðstu viku høvdu vit samrøðu við Mikkj­al Hammer, ið er mað­ urin, sum saman við svági sínum slóðaði fyri í Hvalba. Tað er Fiskaaling, ið hev­ ur syrgt fyri, at feløgini fingu toskayngul at seta út. Størsti partur av ynglinum er undan toski av Føroya­ banka, meðan ein minni partur er undan toski av landgrunninum. Royndur á matstovu Heimasíðan hj­á Vinnuhús­ inum veit at siga, at higartil hevur toskaalingin gingið hampiliga væl. ­ Faroe Cod Farm hevur gj­ørt eina lítla roynd at taka tosk fyri at kanna eftir, hvussu dygdin á fiskinum roynist. Matstovan Gourmet í Havn hevur roynt alda toskin á matstovuni, og royndirnar eru góðar. Heimasíðan veit eisini at siga, at royndir eru gj­ørdar á virkinum hj­á Delta Sea­ food á Tvøroyri at salta fiskin. ­ Hesar royndir vísa, at fiskurin er egnaður til salt­ flak, men at hann ikki er líka væl egnaður sum flakt­ ur fiskur. Orsøkin er helst, at fiskurin ikki varð hungr­ aður undan tøkuni. Áhugaverd framtíð Faroe Salmon hevur ætlanir um at lata fiskin ganga til heystar komandi ár, tá ið hann væntandi fer at viga umleið 4 kilo. Í Hvalba er ætlanin hinvegin at taka fiskin í vár og fram til summarið. ­ Spennandi verður at síggj­a, hvussu fer at ganga við kynsbúgvingini av fiski­ num. Á heimasíðuni hj­á Vinnu­ húsinum halda tey, at áhuga­ vert verður at síggj­a niður­ støðurnar hj­á báðum feløg­ unum, Faroe Salmon og Faroe Cod Farm, tá ið tíðin gongur. Íslendingar fáa ikki lán Hóast teir báðir størstu bankarnir í Norðurlondum, Nordea og Danske Bank, læna pengar tvørtur um norðurlendsku landamarkini við veð í fastari ogn, eru hesar sømdir ikki galdandi fyri íslendingar. Í Noreda siga tey við íslendsku útvarpsstøðina Stöð 2, at bankin veit lán ímóti veð í fastari ogn í fleiri londum, men ikki í Íslandi, tí har hevur bankin onga deild og heldur ikki tann neyðuga kunnleikan um virðið á fastari ogn í Íslandi. Nordea og Danske Bank lata ikki lán við veð í fastari ogn í Íslandi (Mynd: Vísir) Stolin bátur upp á land Í samráð við Interpol hevur íslendska løgreglan gj­ørt av at seta týska stuttleikabátin Ely upp á land á Hornafirði, har báturin hevur ligið, síðani hann kom hagar fyri fimm vikum síðani. Tað vóru niðurlendingar, sum sigldu bátin til Íslands, men sambært løgregluni vistu teir ikki, at báturin var stolin í Týsklandi. Teir vórðu bara spurdir, um teir kundu føra hann til Íslands. Íslendska løgreglan hevði illgruna um rúsevnasmugling, men fann einki umborð á bátinum. Gourmet borð­ reiðir við aldum toski úr Hvalba Tað er Fiskaaling, sum hevur latið Faroe Salmon og Faroe Cod Farm toskayngulin, sum nú gongur á Árnafirði og í Hvalba Mynd: Fiskaaling »Reyð« tøl í toskaaling toskAAling Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað gongur striltið hj­á norðmonnum at fáa lønsemi í aling av toski. Flestu feløg, sum fáast við hesa aling, hava hall – og stór hall – í roknskapunum. Norðmenn ugga seg tó við, at alingin enn er á einum uppbyggingar­ stigi, sum tikið verður til. Feløgini Grieg Cod Farming AS og Lofitorsk AS hava bæði munandi hall í roknskapunum fyri 2006. Felags fyri allar toskaalarar í Noregi, sum hava latið inn rokn­ skap fyri 2006, er, at feløgini hava hall. Rakstrarætlanirnar halda ikki, og ein orsøk er, at nógv yngul doyr, áðrenn tað blívur til nakað. Grieg Cod Farming AS hevur í sínum rakstrarrokn­ skapi heilar 40,9 milj­ónir norskar krónur í halli – fyri skatt. Hetta er av einum umsetningi upp á einans 9,8 milj­ónir krónur. Lofitorsk AS stendur seg frægast. Av einum umsetningi upp á 13,2 milj­ónir norskar krónur, hevði Lofitorsk AS eitt hall í fj­ør upp á 3 milj­ónir krónur fyri skatt. toskAAling Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað, sum fleiri ivaleyst meta vera serliga spennandi við toskaalingini í Føroyum, er, hvørt munur er á vøkstri­ num hj­á toski av Føroya­ banka og toski av land­ grunninum annars. At mun­ ur er úti í villa havumhvørv­ inum, veit næstan hvørt mansbarn, men um hesin munur eisini fer at koma til sj­óndar í fangilsi, veit eing­ in enn við vissu. Tað eru mong ár síðan, at sakkunnleikin á økinum fyrstu ferð gj­ørdi vart við, at toskurin á Føroyabanka er ein serstakur stovnur ­ at hesin hevur eina serstaka blóðtýpu og at munur er á rygggeiðslunum á hesum fiski og toski á landgrunn­ inum annars. Tann stóri spurningurin er, um vakstrarmunurin hev­ ur tilknýti til havumhvørvi – ella, um tað er fiskurin sj­álvur, sum ger munin. Ígj­øgnum fleiri ár hava talvur verið kendar, sum vísa, hvussu nógv skj­ótari toskurin á Føroyabanka veksur í mun til toskin á landgrunninum. Bæði í nótunum á Árna­ firði og í kørunum í Hvalba hava teir bæði sløgini av toskayngli, og tí verður áhugavert og spennandi at síggj­a, tá ið tíðin gongur, um sj­ónligur vakstrarmunur er. Sosialurin kann einki vátta í hesum sambandi, men líkt er til, at sj­ónligur vakstrarmunur enn ikki er at síggj­a. Spurningurin er so, um hesin munur kemur til sj­ónd­ ar, sum tíðin gongur – ella, um toskurin av Føroyabanka bert veksur skj­ótari, tá hann er í sínum egna umhvørvi á Bankanum. Spennandi við vøkstrinum Spenningur er um, hvørt toskur av Føroyabanka fer at veksa skjótari enn toskur av landgrunninum, tá ið tíðin gongur