Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. november 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 229 - 26. november 2007 Leygarkvøldið var nógvur vindur. Hann var høgur í ættini. Nakað av kava kom niður, og hitin lá um frostmarkið. Vegirnir gjørdust hálir í støðum, og onkur bilførari ansaði ikki nóg væl eftir, at vandi lúrdi fyri framman Hálka Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mynd: Niels Hanusson Ein bilur fór út av vegnum á Gøtueiði sunnunáttina og endaði á takinum. Eingin fólkaskaði hendi, og bilurin varð tikin uppaftur seinna­ partin sunnudagin. Leygarkvøldið um 21­tíð­ ina fór ein bilur út av veg­ num Millum Fjarða. Í bili­ num vóru fimm ungfólk, og tey sluppu øll uttan mein. Aftur sunnudagin Seinnapartin sunnudagin hendi aftur eitt ferðsluóhapp Millum Fjarða. Óhappið hendi, tá ið ein lastbilur var í holt við at hála ein bil niðan aftur á vegin, sum var farin oman av. Løgreglan í Eysturoy sig­ ur, at tey høvdu ikki fingið fráboðan um bilin, sum lá niðri í bønum. ­ Tá ið lastbilurin var í holt við at hála bilin niðan­ aftur, hendi eitt ferðsluóhapp í tronganum á vegnum, har lastbilurin stóð. Løgreglan sigur, at ein bilur, sum kom koyrandi suðureftir og hevði lastbilin á síni síðu, ansaði ikki nóg væl eftir, at ein annar bilur í somu løtu var á veg norður­ eftir. ­ Tað var rættiliga hált. Bilarnir møttust mitt á veg­ num og stoyttu frontalt sam­ an. Tíbetur var ferðin ikki so ógvuliga nógv. Løgreglan sigur, at trý fólk vóru í bilinum, sum koyrdi suðureftir. ­ Ein kvinna fekk smærri snuddir í høvdið og var eitt sindur í ørviti eftir hending­ ina. Hon varð sent á sjúkra­ hús til kanningar, men tað vísti seg, at snuddirnir ikki høvdu nógv upp á seg. Í bilinum, sum koyrdi norðureftir, var ein familja við børnum. ­ Eitt av børnunum hevði sligið høvdið í, men tíbetur vísti tað seg heldur ikki at hava nógv upp á seg. Løgreglan sigur, at bilurin, sum koyrdi suður­ eftir, gjørdist vrak, og hann heldur, at lítið gott var eftir av hinum bilinum. ­ Bilførarin, sum hevði lastbilin á sínari síðu, hevur sagt okkum, at hann gjørdist ørkymlaður av lastbilinum og blunkljósunum í vánaliga sýninum, sum var, tá hend­ ingin fór fram, sigur løg­ reglan. Stak friðarligt Burtursæð frá trupulleik­ unum, sum stóðust av hálku í ferðuni í vikuskiftinum, hevur verið stak friðarligt í Eysturoy. ­ Vit hava ikki staðfest, at óhappini høvdu nakað við rúsdrekka at gera, men at hesi stóðust av hálkuni, sum gjørdist eitt sindur lumpislig, tí vegirnir vóru turrir og vátir – hvørt um annað, sigur løgreglan. Thule skal geva pengar Í Grønlandi plagar tann borgarligi Atassut­flokkurin ikki at gera so nógv burtur úr amerikonsku herstøðini í Thule, men nú heldur ein av tinglimum floksins, at Grønland fær ov lítið burtur úr støðini. Kristian Jeremiassen, landstingsmaður, sigur, ar eftir hansara tykki eigur grønlendski landskassin at fáa størri ágóða av støðini í Thule, og at grønlendingar eiga at fáa meiri at vita um, hvat danir og amerikanarar brúka herstøðina til. Grønlendski landskassin fær ov lítið burtur úr Thule-støðini (Mynd: Thule Air Base) Grønland minni umsiting Í Grønlandi hava politikararnir gjørt av at umskipa ta almennu fyrisitingina. frá 1. januar 2008. Tað hevur millum annað við sær, at tey núverandi 14 stýrini verða umskipað til sjey ráð, soleiðis at hvør landsstýrismaður hevur sítt eins og í Føroyum. Tey sjey ráðini skulu fyrireika lógir og politiskar ætlanir, meðan undirdeildir taka sær av tí, sum hevur við rakstur at gera. Landsstýrið sigur, at broytingin er í samsvari við fyrireikingina til sjálvsstýri. Stoyttu frontalt saman í hálkuni Óhappið Millum Fjarða seinnapartin sunnudagin hendi, tá ið lastbilurin var í holt við at taka ein bil uppaftur, sum var farin oman av vegnum Bilarnir stoyttu frontalt saman, men tíbetur hendi ikki stórvegis mansskaði, men iblarnir fórust illa Løgreglan í Eysturoy sigur, at tey høvdu ikki fingið fráboðan um, at hesin bilurin var endaður niðri í bønum SøluStevna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Herfyri skipaðu ítróttarfe­ løgini á vestara armi á Skálafjørðinum fyri aftur­ vendandi sølustevnuni Sølu­ Rásini, sum nú hevur 10 ár á baki. Anfinn Gærdum, sum er ein av fyrireikarunum av stevnuni, sigur, at SøluRásin gekk væl. – Vit høvdu 940 vitjandi leygardagin, harav 530 vóru vaksin. Sunnudagin var talið av vitjandi uppaftur størri; tá høvdu vit tilsamans 1400 fólk, harav 900 vaksin, sigur hann. Soleiðis vitjaðu heili 2340 fólk SøluRásina, nú strandingar og skálafólk skipaðu fyri teirri tíggjundu sølustevnuni í røðini. Undirhald og burturluting Eitt, sum sermerkir SøluRás­ ina, er, at fyrireikararnir duga væl at skipa fyri undir­ haldi, og í so máta var stevn­ an hesaferð einki undantak. Í sambandi við, at SøluRásin hesaferð hevði 10 ár á baki, varð eisini drig­ ið um fleiri vinningar við lutakasti millum seld atgongumerki. 2340 fólk vitjaðu SøluRásina á Skála Anfinn Gærdum er væl nøgdur við undirtøkuna, sum SøluRásin fekk hesaferð Mynd: Vilmund Jacobsen