fríggjadagur 4. mai 2001síða 17
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 85 - 4. mai 2001
33
gult33 cyan33 magenta33 svart33
32
Nr. 85 - 4. mai 2001
gult32 cyan32 magenta32 svart32
Sponsorsáttmálarnir
hjá teimum fýra stóru
stuðlunum hjá HB
vórðu undirskrivaðir
undan dystinum móti
B68 sunnudagin
SPONSOR-
SÁTTMÁLAR
Jákup Mørk
HB skipaði fyri einum
heldur forvitnisligum til-
taki undan fyrsta dystinum
í bestu mansdeildini sunnu-
dagin. Undan dystinum
móti B68 hevði felagið
boðið stuðlum, fjølmiðlum
og viðhaldsfólkum á tíð-
indafund, har okkurt ábitið
eisini var at fáa.
Fyrst og fremst varð hetta
gjørt, tí sponsorsáttmálar-
nir hjá HB formliga vórðu
undirskrivaðir hendan dag-
in. Ikki tí, avtalurnar eru
fyri langari tíð síðani fing-
nar upp á pláss, men hetta
varð mett sum eitt hóskandi
høvi at skriva undir, eins og
umboð fyri sponsorarnir
eisini fingu høvi at siga
nøkur orð. Stuðlarnir, sum
HB skrivaði sáttmála við,
vóru Føroyabanki (høvuðs-
stuðul), Føroya Shell, Eim-
skip (ungdómsstuðul), og
Thomas Dam ítróttur, sum
er klædnastuðul. Ikki minst
var tað áhugavert at hoyra
Janus Petersen, stjóra í
Føroya Banka, greiða frá,
hvønn týdning tað hevur
fyri vinnulívið at nýta
ítróttin sum miðil at røkka
viðskiftafólkum. Ofta verð-
ur annars tikið til, at slíkar
avtalur einamest eru ítrótta-
feløgunum at gagni, men
einki er tó at ivast í, at
sponsorarnir eisini fáa nak-
að burtur úr. Eisini hóast
hetta ikki altíð kann mátast
í krónum og oyrum.
Umframt undirskrivanina
av avtalunum, fingu áhoyr-
arrnir eisini nakað at vita
um, hvussu HB liðið fór at
verða samansett í ár. Venj-
arin hjá besta mansliðnum,
Ion Geolgau, greiddi frá
uppstilling og spæliætlan til
frammanfyristandandi
dystin, og harumframt tos-
aði hann eisini nakað um,
hvørjar aðrar leikarar fólk
kundu rokna við at síggja á
vøllinum í ár. Eftir hetta var
eisini høvi at seta Ion
spurningar um liðið, so alt í
alt vóru áhoyrararnir betri
kunnaðir enn vanligt, tá
farið varð at hyggja at
sjálvum dystinum, sum tá
saman um kom fekk eitt –
fyri HB – positivt útfall.
Alt í alt varð talan sostatt
um ein góðan sunnudag hjá
HB. Trý stig í stigaposan og
sponsorkrónur í pengakass-
an.
KÍ og TB eru á odda,
meðan sandoyingar
eru saman við GÍ í
botninum
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Ætlanin er aftur í ár at
fylgja eitt sindur við í 3.
deild. Tað verður fyrst og
fremst gjørt við hagtølun-
um, meðan orðavavsturin
ikki verður tann sami, sum
hann hevur verið í fleiri ár.
Hesa ferð skulu vit bara
staðfesta, at KÍ, sum plagar
at tapa heilt nógv í nógvum
teimum fyrstu umførunum,
og sum ikki plagar at bjarga
sær sessinum í deildini
fyrrenn fram ímóti endan-
um á kappingini, fekk eina
rúkandi byrjan. Teir vunnu
ikki minni enn 7–1 á GÍ. Á
manningarlistanum hjá KÍ
sæst, at talan er um sera
gott fólk til 3. deild. Nú fáa
vit at síggja, hvussu tað fer
at roynast. Ofta hevur tað
víst seg í stóru feløgunum,
at tað ikki er sama fólkið á
heimavølli og á útivølli.
Signar Johannesen er
uppvaksin á Toftum, har
hann hevur spælt nógv við
B68. Nú býr hann í høv-
uðsstaðnum og spælir fót-
bólt við AB. Hann skoraði
tvey av málunum ímóti
barndómsfelagnum, meðan
fyrrverandi NSÍ maðurin
Johnny Skibenæs skoraði
tað síðsta. Málið hjá B68
skoraði Aksel Petersen.
Hann er sonur fyrrverandi
B68 álopsmannin Jógvan
Petersen, sum í 1990 varð
skrásettur fyri ein lands-
dyst. Tað var tá Føroyar og
Canada spældu í Klaksvík
og Canada vann 1–0.
Á Sandi vendi tað eisini
skeiva vegin, um tað ber til
at siga tað soleiðis. B71
hevur seinnu árini verið við
í toppstríðnum, meðan tað
ofta hevur gingið heilt illa
hjá TB. Hesa ferð vunnu
tvørámenn
sannførandi.
Merkisvert er tað, at bæði
André Dalfoss og Teitur
Rasmussen undanfarin ár
hava spælt við besta TB
liðnum.
Tveir dystir vóru í Suð-
uroy. Í Hvalba var heima-
liðið, sum í ár hevur Eyðun
Gullok
Svalbard
sum
ábyrgdarmann, framman-
fyri 2–0 í steðginum, og
nógv bendi á tryggar
heimasigur, tí Royn hevði
spælið og fleiri góðar
møguleikar. B36 var illa
mannað. Í ferðalagnum
vóru tveir málverjar og
níggju útispælarar, men
millum teirra var Tummas
Eli Hansen. Í 2. hálvleiki
legði fyrrverandi landsliðs-
maðurin upp til eitt mál, og
so skoraði hann eitt, og
harvið fóru B36 úr Hvalba
við einum stigi.
Í Vági var munurin
ímillum VB og ÍF fyrst og
fremst Birgir Jørgensen.
Hann ger ikki so nógv við
fótbóltsvenjingina nú, sum
hann onkuntíð hevur gjørt.
Men máltevið er framvegis
har. Hann gjørdi reint
hattrikk, og tá hann í 87.
minutti
staðfesti
stóra
heimasigurin sendi hann
seg sjálvan upp á ovastu rók
á máltindinum.
1. umfar
KÍ–GÍ 7–1 (1–0)
1–0: Sørin Petersen
2–0: Erling Fles
2–1: Jan Jacobsen
3–1: Helmar Lassen
4–1: Eyðun Klakstein
5–1: Sørin Petersen
6–1: Helmar Lassen
7–1: Andeas Josephsen
AB–B68 3–1 (3–1)
1–0: Johnny Skibenæs 5
1–1: Aksel Petersen 14
2–1: Signar Johannesen 16
3–1: Signar Johannesen 27
B71–TB 0–4 (0–2)
0–1: Birgir Rasmussen 2.
0–2: André Dalfoss br 34
0–3: Teitur Rasmussen 70.
0–4: André Dalfoss 85.
Royn–B36 2–2 (2–0)
1–0: Allan Michelsen
2–0: Jóhannes Johannesen
2–1: Petur Martin Johansen
2–2: Tummas Eli Hansen
VB–ÍF 6–3 (2–2)
1–0: Tummas Richard 19.
1–1: Hjalti Lundsbjerg 23.
1–2: Henry Petersen 24.
2–2: Birgir Jørgensen 40.
3–2: Birgir Jørgensen 65.
4–2: Birgir Jørgensen 71.
5–2: Petur Óli
Samuelsen 76.
5–3: Njálur R. Petersen 82.
6–3: Birgir Jørgensen 87.
Góðar sponsorsáttmálar
Formaðurin í HB, Birgir Enghamar, og stjórin í Føroya
Banka, Janus Petersesn, taka lógvatak eftir at hava
undirskrivað nýggja tvey-ára sponsorsáttmálan
Mynd: Álvur Haraldsen
3. deild:
Tað sum vendir niður vendir upp
Framleiðslutól til
fiskavirking
til sølu
Um hóskandi boð fæst, verða framleiðslutólini hjá
SP/F Fagralíð við hesum lýst til sølu.
Virkið hevur rikið fiskaframleiðslu,og hevði í ár 2000
eina umsetning uppá uml. 35 mió.
Talan er um m.a. um hesa útgerð:
Scania Lastbilur, rúmar 16 plattar,
gaffiltruckur og lyftivognur,
skeriborð til 10 fólk,
sorterings- og vektarskipan,
etikettuprintari og bandmaskina,
slógvkvørn,
kantinu- og skrivstovuinnbúgv,
kassar og kør.
Virkið heldur til í leigaðum hølum á Vestaru
Bryggju, Tórshavn, og møguleiki er at yvirtaka
leigusáttmálan eftir nærri avtalu við Tórshavnar
Havn.
Virkið er løggilt eftir matvørulógini, eins og inn-
vigingarskipanin er góðkend eftir reglunum í
fiskiveiðulógini. Viðmerkjast skal tó, at tann, sum
keypir framleiðslutólini við atliti uppá framhald-
andi fiskaframleiðslu, sjálvur má taka hesi viður-
skifti upp við avvarðandi myndugleikar.
Framleiðslutólini verða sýnd fram eftir nærri av-
talu.
Annfinn V. Hansen
Advokatfirma
Gongin, postrúm 106
FO 110 Tórshavn
Tel. 319595 · Fax 315499
Ekspeditrisa
Til handilin við Landavegin verður søkt
eftir tilkomnari kvinnu til skiftandi vaktir.
Ring 22 51 60 ella 31 21 61
Føroya Studenta-
skúli og HF-skeið
Hoydalar
FO-188 Hoyvík
Tlf. +298 312973 · Telefax +298 318624
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Frá 1. aug. 2001 er eitt fast starv leyst at søkja í
lærugreinini
føroyskum
Umsøkjarar verða bidnir um at upplýsa, hvørjari
aðrari lærugrein teir hava undirvísingarførleika í.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum YF
(Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara) og Før-
oya Landsstýri.
Umsókn á oyðublaði frá YF verður stílað til Menta-
málastýrið,Tórshavn,men verður sent rektaranum:
Mads A.Winther, Føroya Studentaskúli og HF-
skeið, Hoydalar, FO-188 Hoyvík.
Avrit av prógvum ella úrskrift av próvtøkubók
skal hjáleggjast.
Umsóknir skulu vera rektaranum í hend í seinasta
lagi 8. mai 2001.
Planta eitt træ
Klaksvíkar Býráð vil aftur í ár bjóða nøkur trø at
planta í urtagarðarnar.
Tey, sum ynskja at fáa ein plantupakka frá
Klaksvíkar Býráð, verða biðin um at koma á
brandstøðina leygardagin 5. mai millum klokkan
1500 —1800 til at fáa ein útflýggingarseðil.
Bert ein pakki er til hvørt húski og mongdin er
avmarkað.
Í plantupakkanum eru fimm trø. Planturnar eru
frá Skógrøkt Landsins og eru hetta trø av
allarbestu góðsku og vælegnaði til føroyska
veðurlagið.
Trøini verða at fáa á brandstøðini týsdagin 8. mai
millum 1500 — 1800
Klaksvíkar Býráð
Fysioterapeutur
Starvið sum fysioterapeutur á Lágargarði er leyst
at søkja og kann setast sum skjótast ella eftir
nærri avtalu.
Lønarbrøkurin er 0,7 og starvið er lønt sambært
galdandi sáttmála.
Meira fæst at vita um starvið við at ringja á tlf.
316788.
Umsókn við avriti av prógvum og møguligum við-
mæli skulu sendast leiðaranum á Lágargarði,
Stoffalág 84, Box 1188, 110 Tórshavn.
Umsóknarfreistin er til mánadagin 21. mai 2001.
Málarar
Søkt verður eftir málarum at arbeiða í Danmark.
Góð løn.
Tlf. 0045 24 27 75 39
Lastbilur til sølu
Volvo F10 lastvognur við retardara árg. 84 og
Palfinger 19 tm krana við radiostýring og spæli,
árg. 96 til sølu um hóskandi boð fæst.
Pf. Heri Thomsen
Tlf. 441900
E-mail: transport@transport.fo
Viðgerðarstovan
Erna S. Hákonardóttir
Alkohol- og Familjuráð-
gevi
Faklig ráðgeving • »Opin
viðgerð« Einstaklingar •
bólkar • skeið.
Ringið og fái nærri at vita.
Tlf. 31 55 45
e-mail: torship@post.olivant.fo
www.torship.com
• Skipamekling
• Skipaumboðan
• Skiparakstur
Meira fæst at vita á:
Tlf. 318531 • Fax 319369
Keyp og søla av skipum