mánadagur 26. november 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 229 - 26. november 2007
23
tíðindi
Stutt Sagt
Aftur
skógareldar
Nú er aftur eldur í stórum
skógarøkjum har suðuri í
Kalifornia, og nógvastaðni
hava myndugleikarnir giv
ið fólki boð um at fara
heiman. Í býnum Malibu,
sum er kendur sum heim
býur hjá fólki av tí betra
slagnum, stríðast umleið
1.700 sløkkiliðsmenn við
við at fáa tamarhald á skóg
areldinum. Men tað er lætt
ari sagt enn gjørt, tí vindur
við hvirlum upp í 90 kilo
metrar um tíman ger arbeið
ið hjá sløkkiliðsmonnun
um sera trupult. Løgreglan
segði í gjárkvøldið, at
minst 49 hús vóru farin
upp í royk, men at einki
fólk hevði fingið skaða.
Fyri umleið einum mánaði
sínari doyðu meiri enn 20
fólk í stórum skógareldum
í Kalifornia, og umleið
1.500 hús vórðu oyðiløgd.
Veðrið elvir
til vanlukkur
Náttúruvanlukkur,
sum
standast av broytingunum í
veðurlagnum kring heimin,
eru ferfaldaðar í tali tey
seinastu tjígu árini, og
altjóða samfelagið noyðist
taka taka stig til at tálma
hesi gongdini. Tað stendur
í einari nýggjari frágreiðing,
sum altjóða hjálparfelags
skapurin Oxfam almanna
kunngjørdi um vikuskiftið.
Felagsskapurin sigur, at tað
er tann veksandi hitin á
Jørðini, sum er orsøkin til
altsamt fleiri vanlukkur.
Sagt verður, at nú eru á
hvørjum ári umleið 500
vanlukkur, ið kunnu knýtast
at veðurlagnum, men at í
1980 vóru bara umleið 120
slíkar vanlukkur. Í hesum
sama tíðarskeiði eru vatn
flóðirnar seksfaldaðar í tali,
sigur Oxfam.
Leitaðu eftir
vísindamanni
Fríggjakvøldið fóru menn
úr fleiri íslendskum bjarg
ingarfeløgum at leita eftir
einum fronskum vísinda
menni, sum ikki var kom
in aftur til ásetta tíð.
Maðurin var farin at taka
nakrar GPSsendarar mill
um Kálfafelli og Þórisvatn
niður og skuldi koma
aftur
fríggjadagin.
Tá
hann ikki kom fram, varð
farið at leitað, um tíðliga
um náttina varð maðurin
funnin. Tað vísti seg, at
bilur hansara hevði hvørki
olju ella streym.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Ótrygga framferðin hjá Naser Khader og óvissan
um politikkin ræddu fólk burtur frá Ny Alliance
(Kasper Hansen, lektari)
útlond
Øll tey 154 vórðu
bjargað, tá ferða
mannaskipið
Explorer sigldi á eitt
ísfjall við Antarktis.
Men tey vóru heppin,
og soleiðis verður
tað ikki hvørja ferð,
ávarar ein norskur
serfrøðingur
Tað er bara ein spurningur
um tíð, til vit fáa ta heilt
stóru vanlukkuna, sigur
Knut Espen Solberg. Hann
er skipsverkfrøðingur og
hevur ferðast nógv í teimum
arktisku økjunum.
Seinasta
fríggjamorgun
sigldi
ferðamannaskipið
MS Explorer á eitt ísfjall
við King George Island í
Suðuríshavinum. Fýra tímar
seinni tók norska skipið
NordNorge ferðafólk og
manning upp.
Tey vóru vát og køld,
men høvdu tað annars gott,
segði
Arnvid
Hansen,
skipari á NordNorge. Men
tey vóru heppin, sigur Knut
Espen Solberg.
Vit, sum arbeiða í Arktis
og Antarktis, eru av teirri
uppfatan, at tað er sera
vandamikið at sigla við
ferðafólki á hesum leiðun
um, og avleiðingarnar verða
óhugnaligar tann dagin,
okkurt hendir, sigur Sol
berg. Hann heldur ikki, at
ferðafólkini gera sær far
um, hvussu vandafult tað er
at sigla í íshavinum.
Bjargingartænasturnar í
hesum økjunum eru ikki
fyrireikaðar til stórar van
lukkur. Eitt nú er ikki nóg
mikið av tyrlum til at flyta
fleiri hundrað fólk. Eitt ann
að er, at sjókortini yvir
hesar leiðirnar eru vánalig,
og skipini hava ikki skyldu
til at hava loðs umborð, sig
ur Knut Espen Solberg við
NTB.
Ein dag hendir tann
stóra vanlukkan
Tann loyniliga
løgreglan í Russlandi
hevur størri vald
mú, enn hon hevði í
sovjettíðini
Sunnudagin verður tjóðar
tingsval í Russlandi, og alt
bendir á, at Vladimir Putin,
forseti, og hansara sameindu
fara at vinna greiðan sigur.
Men teir fáa eisini góða
hjálp.
Andstøðingar í Russlandi
og vesturlendskir eygleiðar
ar siga, at tað eru fregnar
tænastumenn, sum stýra
Russlandi í dag, og at hetta
eru menn, sum fingu sína
útbúgving hjá KGB í gamla
Sovjetsamveldinum. Tríggir
fjórðingar av teimum ovastu
embætismonnunum í Kreml
hava tilknýti til trygdartæn
astuna FSB, sum kom
ístaðin fyri KGB, ella onkta
av teimum loyniligu hernað
artænastunum.
Bretska
blaðið
The
Economist skrivar, at FSB
hevur tað veruliga valdið í
dagsins Russlandi. Sergej
Kovaljov, sum var ein av
stuðlunum hjá Andrej Sak
harov, sigur við blaðið, at
FSB brúkar ikki somu
framferð sum KGB, men at
tænastan kortini ger seg inn
á grundleggjandi rættindi.
Í ein ávisan mun kunnu
vit siga, at støðan er verri
nú enn í sovjettíðini,. Øll,
sum taka avgerðir, hava
somu hugsjónir og somu
uppfatan av, hvussu staturin
skal skipast, sigur Kovaljov
við Reuters.
Í dag verður Sergej Kova
ljov roknaður sum ein av
teimum
seinastu
stríðs
monnunum fyri mannarætt
indum í Russlandi. Í 1974
varð hann dømdur sjey ára
fongsul. Hann ásannar, at
russar hava størri talifrælsi
í dag enn í sovjettíðini, men
at talifrælsið er undir strong
um eftirliti.
Russland vorðið
politistatur
Russiska løgreglan hevur tikið fleiri politiskar andstøðingar teir
seinastu dagarnar. Á myndini er tað mannarættindatalsmaður-
in Lev Ponomarev, sum verður tikin
MS Explorer var bygt í Finnlandi í 1969. Skipið var skrásett
í Liberia, men eitt felag í Kanada átti og rak tað