mánadagur 26. november 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 229 - 26. november 2007
tíðindi
Prædika eftir Jógvan
Fríðriksson, biskup
Bøn:
Heilagi faðir! Vit takka tær fyri
halgidómin, har sálin nemur
hvíld frá strongd og møði. Lívga
hug, sál og sinni við anda tínum,
so vit signa jørðina og gleðast
um lívið í frelsu tíni. Amen.
25. s. e. trinitatis
1. tr. : Matt. 24,15-28
Heilagi faðir! Vit takka tær fyri
títt heilaga orð. Orð títt er
sannleiki, lat tað lýsa okkum
vegin til sannleika og sælu.
Amen.
Nú um stundir eru mær bornar
kvøður við bøn um Harrans
signing. Millum føgur orð varð
sipað til yrkingina Norðhavið,
har Sigurd Joensen, sáli, lýsir
tíðarhvarvið. Tað nýggja er ikki
so nýtt, og tað gamla roynist væl.
Hvørt skifti ber í sær ein førning,
og tann tíðarleysi førningurin
gevur kjølfesti.
Tað var fedranna førning, ið eg
varð mintur á í eini loftbornari
kvøðu yvir netið. Sagt varð í
heilsanini : “Komi at hugsa, hvar
enn tú prædikar, ella í skrúð-
gongu sum prestur úr Dómkirkj-
uni niðan á Vaglið á ólavsøku, og
nú sum biskupur. So hava aðrir
prædikað og traðkað somu gøtur,
sum tú gongur á.”
Orð, verd at leggja sær í
geyma, at vit byggja á herðar
teirra, ið gingu undan. Vit traðka
gøtur, onnur hava slóðað. Sjálvt
um hvør tíð hevur síni tíðarfestu
eyðkenni, so er førningurin, ið
vit bera fram á leið, arvagóðs.
“Tað liggur ein rás, liggur mong
ein rás,
har sum fedrarnir ýtaðu av.
Rógv, roddur, títt egið, ið hvarið
tú rørt,
tú rørt yvir rógvið hav.”
Hin loftborna kvøðan vísti til
veruleikan, at gøtan ikki altíð er
løtt gingin. “Á okkara kirkjugøtu
eru eisini snávingarsteinar, sum
vit øll kunnu falla um. Men vit
skulu ikki venda við fyri tí –
heldur skulu vit flyta snávingar-
steinin og leggja hann við
jaðurin, soleiðis at ikki nakar
annar snávar á. Fyri endanum á
gøtuni stendur tann føroyska
kirkjan, hon er tolin, og hon
bíðar – og tí er so umráðandi, at
hvør einstakur av okkum ber eitt
klípi í føvninginum og leggur
afturat kirkjuvarðanum. Okkum
og Guði til sóma og heiður.”
Hin føroyska kirkjan, húsið, ið
er halgað Guði og handað
fólkinum sum griðstaður.
Vegurin til húsið, kirkjugøtan.
Gøtan, ið er verd at ganga, har
eydnuleiðin man liggja.
Kirkjan sum heilagt hús er
halgað Harranum, og tað sum
stendur á ella hevur sæti á
altarinum er heilagt. Hyggja vit
at altarinum í Dómkirkjuni, so er
tað vakurt og einfalt. Á altarinum
er einans tað, ið beinleiðis sipar
til Guð sum mynd ella ímynd,
tær dýrabaru bøkurnar og tey
heilagu kerini.
At hava virðing fyri tí, ið
heilagt er, gagnar bæði fólki,
landi og tjóð. Tað eru virðir, ið so
avgjørt økja um trivnað og
vælveru fólksins. Tað gagnar
jørðini, at vit geva tí heilaga
gætur, og Harrans altar er
háheilagt.
Nakað av hesi kenslu síggja vit
í GT, har tosað verður um hitt
dagliga brenniofrið. “Í sjey dagar
skalt tú sáttargera á altarinum og
halga tað; soleiðis verður altarið
háheilagt; hvør tann, ið nertur
við tað, verður heilagur.” (2.
Mós. 29,37)
Á altarinum í Dómkirkjuni
stendur ein kristkrossur, har
Jesus hongur á krossinum. Á
einum heilagum staði stendur
avmyndaður prísurin fyri
rættvísgering manna. So nógv
kostaði tað Guði at gera heimin
sáttan við seg. Hin krossfesti og
doyggjandi Jesus er sum upprisin
av deyða og grøv sigursins Harri.
Ein doyggjandi Guðs sonur
gjørdist livandi frelsari manna.
Vit hava ikki nógvar myndir í
kirkjunum. Talan er heldur um
dygd enn nøgd. Tann kirkjuliga
listin heldur sína prædiku og
talar sítt mál. Meðan vit gleðast
um skapandi lyndi, tykist tað
eyðsýnt, at skal nøkur mynd hava
sæti á altarinum ella omanvert
altarið, so er tað myndin av
Jesusi Kristi ella eitthvørt, ið
sipar til Jesus.
“Tað liggur ein rás, liggur mong
ein rás,
har sum fedrarnir ýtaðu av.
Rógv, roddur, títt egið, ið hvarið
tú rørt,
tú rørt yvir rógvið hav.”
Tað eru góð tíðindi borin okkum
til friðar, at hin krossfesti Jesus
hevur gingið ta gøtu, ið vit skulu
ganga. At Jesus hevur róð tann
fjørð, ið okkum er ætlaður at
rógva. Vit kunnu við treysti
ganga fram á leið, tí undan okk-
um gongur staðkendur maður,
hann, ið tráddi deyðans gøtu
aftur til lívs.
Í øllum lívsins viðurskiftum
veitir tað frið og ró, at saman við
og undan okkum gongur hin
upprisni Jesus. Við atliti at evsta
degi eru tað eini gleðiboð, at
Guð vil stytta teir trongu dagar-
nar, so vit ognast frelsu hansara.
At tað eisini um deyðans sund
kann sigast við hin einstaka
nøkulunda svá : Hav gott treysti,
tí eisini um deyðans sund er tað
satt, at tú rørt yvir rógvið hav.
Á altarinum stendur myndin av
hinum krossfesta Jesusi. Tað er
aðalmálið hjá tí kristnu fjøldini
at manna garð um Harrans altar.
Tað heilaga halgar tey, ið fylkjast
um altar Harrans.
At hava virðing fyri tí heilaga
er kristnu trúnni gagnligt. Sýna
vit virðing, so liggur í hesum ein
virðismeting. Tvørrandi virðing
kann so lætt undirmeta hin
heilaga staðin.
Á heilagum staði mega ikki
alskyns myndir fáa innivist. Tá
talan er um tær seinastu tíðirnar
og evsta dag, ávarar Jesus og
nýtir eina søguliga hending sum
dømi.
“Tá ið tit síggja andstygd
oyðingarinnar, sum talað er av
Dánjali profeti, standa á
heilagum staði – tann ið hetta
lesur, hann gevi tí gætur – tá rími
tey, sum eru í Júdeu, til fjals.”
Orðini sipað til tann veruleika,
at Antiokus Epifanes í 168 f. kr.
skemdi halgidómin í Jerúsalem,
tá hann bygdi eitt lítið altar á
tempulplássinum og setti eina
mynd av gudinum Zeus á altarið.
Hetta er ein sigandi útsøgn.
Við at sipa til eina hending afturi
í tíðini verður framtíðin lýst.
Vandin er altíð til staðar, at vit
sum kristin saman við tí verðs-
liga myndugleikanum kunnu
gera okkum inn á tað, ið heilagt
er. Fylgjan av slíkari gerð er altíð
óheppin. Tað ber signing við sær
at virða økið keisarans og geva
Guði tað, ið Guðs er.
Líkasum tann verðsligi
myndugleikin kann gera seg inn
á økið hjá templinum, á sama
hátt kann hóttanin koma innan-
ífrá úr sjálvum kirkjuliðnum. Tað
er á serstakan hátt ápostulin
Jóhannes, ið minnir á henda
vandan, tá hann talar um
mótstøðumann Guðs, Antikrist.
“Av hesum kenna tit Guðs
anda : Ein og hvør andi, sum
viðurkennir sær, at Jesus Kristus
er komin í holdi, er frá Guði. Og
ein og hvør andi, sum ikki
viðkennir sær Jesus, er ikki frá
Guði; og hetta er Antikrists andi,
sum tit hava hoyrt um, at hann
kemur, og hann er longu nú í
heiminum.” (1. Jóh. 4,2-3)
Tað heilaga er ikki heilagt
vegna eina viðtøku, men vegna
hann ið halgar, vegna Guð
sjálvan. Tað heilaga hevur eitt
innihald, og innihaldið er Guðs
egna opinbering av sær sjálvum í
soninum Jesusi. Tað er verk
Guðs í Kristi, ið gevur okkum
hvíld og sálarfrið.
Trúgvin er grundað á Guðs
gerning eina, og hon hevur sítt
akkerspláss í Guði sjálvum. Tað
er í trúnni á Jesus Krist at vit fáa
lut í tí, sum Guðs er.
At Guðs gerningur við trúnni á
Jesus Krist fellur okkum í lut eru
góð tíðindi og ein sælur lutur at
ognast. Tí tá snarljósið skyggir í
eystri og lýsir í vestri, tá verða
ikki stundir at fara inn í húsini
eftir viðføri. Tað verða ikki
stundir hjá teimum úti á markini
at fara heim eftir klæðunum. Tá
ræður um at vera ferðabúgvin og
ílatin.
At liva jarðarlívið við ábyrgd
og verða búgvin at møta Guði,
tað eru tvinni hyggjuráð. Sæð í
hesum ljósi er talan um Jesu
afturkomu ein sælur boðskapur.
Meðan gingið verður fram á
leið, kunnu vit fegnast um og
njóta tað jarðiska, tí eisini tað
jarðliga er Guðs góða gáva.
Trúgvin á Jesus gagnar jørðini og
gevur frið og ró, so vit ikki
óttafull sita og bíða eftir løtuni,
tá tað lýsir í eystri og skyggir í
vestri. Í trúnni á Jesus hava vit
frið við dómadag, og kunnu
ístaðin síggja fram til henda dag
við vón og væntan.
Í tíðarbilinum fram til Jesu
afturkomu dvølja vit á heilagum
staði, einum halgidómi. Kirkjan
er Guðs hús. Í húsi Guðs er eitt
altar, ið er háheilagt. Á altarinum
eru tær dýrabaru bøkurnar og tey
heilagu kerini. Og við hesum
førningi eru vit væl farin nú og
um ævir.
Amen.
Trúgvin á Jesus gevur frið og ró
- Kirkjan er Guds hús. Í húsi Guds er eitt altar, ið er háheilagt. Á altarinum
eru tær dýrabaru bøkurnar og tey heilagu kerini. Og við hesum førningi eru
vit væl farin, nú og um ævir, segði Jógvan Fríðriksson millum annað í fyrstu
prædiku síni sum biskupur Føroya
- Vandin er altíð til staðar, at vit sum kristin saman við tí verðsliga myndugleikanum kunnu gera okkum inn á tað,
ið heilagt er. Fylgjan av slíkari gerð, er altíð óheppin. Tað ber signing við sær at virða økið keisarans og geva Guði
tað, ið Guðs er