Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-26, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. november 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 - 26. november 2007 21 tíðindi Fráfarandi biskupur, Hans J. Joensen flytur úr Bispagarðinum og til Danmarkar at búgva. Opna leiðslu Sum nývaldur biskupur hevur Jógvan Fríðriksson nógv viður­ skifti og mál at seta seg inn í. Eitt tað fyrsta, sum hann fer at gera, er at seta seg væl inn øll tey málini, sum liggja á skrivara­ borði hansara longu nú ­ og sum koma at liggja her hesa fyrstu tíðina. Hann vil tó ikki siga nakað um, hvørji hesi málini eru. Eitt teirra er kortini tørvurin á einum løgfrøðingi til Stiftsstjórnina, sum lýsast skal eftir í næstum. Eitt annað mál er starvið sum sóknarprestur á Gjaranesi, nú Jógvan er vorðin biskupur. Enn er ikki søkt eftir presti, men hann væntar, at ein nýggjur prestur kann verða settur í hetta starvið í mars ella apríl næsta ár. Tað eru sjálvandi mangir ymiskir mátar at loysa slík mál uppá. Jógvan hevur sjálvur sett sær síni mál um, hvussu hann ætlar at skipa arbeiðið, so tey verða loyst á bestan hátt. – Eg havi boðað frá at eg ynski eina opna leiðslu, og hesum ætli eg mær eisini at fylgja í arbeiði mínum. Eg ætli mær nevniliga at lurta eftir øðrum, áðrenn eg taki mínar egnu avgerðir. ­ Ja, eg fari ikki at tvinga nakran at tosa við meg. Eg fari í øllum førum at tosa við tey, sum hava hug at tosa við meg, sigur hann við einum brosi. Tosa við bæði tvey Í starvslýsingini hjá biskupi verð­ ur sagt, at biskupurin er geistliga háyvirvaldið í stiftinum. Hann hevur eftirlitið við prestunum og kirkjuráðunum í stiftinum. Jógvan ætlar tí at gera nógv burtur úr at lurta eftir øllum pørt­ um, sum hava við tað einstaka málið at gera: Er talan um til dømis viður­ skiftini hjá prestunum fer hann at tosa við Prestafelagið. Og er talan um eitt mál, sum hevur við umsitingina av kirkjuráðunum at gera, so fer hann at tosa við Felagið fyri Kirkjuráðslimir. ­ Og gerst tað neyðugt, so fari eg at tosa við bæði tvey, sigur nývaldi biskupurin. Neyðugt samskifti Eitt annað mál, sum hevur stóran týdning fyri Jógvan er at koma kring landið at hitta øll tey, sum hava við kirkjuna at gera. Nývaldi biskupurin fer tí at vitja prestarnar og kirkjuráðini fyri líkasum at taka “temperatur­ in” í kirkjuni – hvussu klima’ið er og lurta eftir, hvat fólk annars hava uppá hjartað. ­ Tað er sera týdningarmikið at ein fær lodda dýpið á tí einstaka staðnum. Tí tað er mangan so, at tað sum kann kennast trupult á einum staði, kann ganga uttan trupulleikar á einum øðrum staði. ­ Fólkakirkjan er gott nokk EIN, men hon er samstundis ein breiður hópur. Eitt orðaskifti við hóvsemi, kann tí verða til stórt gagn fyri allar partar, slær Jógvan fast. Í hesum opna orðaskiftinum ætlar hann at leggja stóran dent á samskifti við prestar, kirkjuráð, fólk og felagsskapir í kirkjuni. ­ ein av hesum felagsskapum er Heimamissiónin, sum er ein stór rørsla og sum ger eitt gott arbeiði, slær hann fast. vikum Ymiskar deknagudstænastur Aðrastaðni í greinini er nevnt, at Fólkakirkjan er EIN, men at tað eru frávik í kirkjuni sum vísa at hon er ymisk. Eitt dømi um hetta eru deknagudstænasturnar í bygdunum, sum liggja hvørjumegin við Gjaranes, har hann hevur búð í fleiri ár – Strendur og Skála. Í hesum kirkjum verða deknagudstænastur hildnar um prestur ikki er til gudstænastuna. Hóast talan er um grannakirkjur, er kortini ein ávísur munur í mátanum, sum hesar gudstænasturnar verða framdar. Ein munur er at finna í talinum av sálmum og í tekstlesingini við hesar deknagudstænasturnar. Í aðrari kirkjuni syngja tey ein sálm minni enn í hinari. Um ein yvirførir hesa myndina til myndina av eini gudstænastu við presti og sum byrja somu klokkutíð og hevur sama boðskap, so er hetta ein mynd av, hvussu ein fólkakirkja kann virka við frávikum frá einum staði til hitt. - Jú, fólkakirkjan er ymisk, men kann samstundis vera ein og við sama boðskapi, slær Jógvan Fríðriksson fast. Familjan hjá Jógvani sat á fyrsta beinki undir vígsluni Maria, kona Jógvan stendur honum við lið nú, eins og hon hevur gjørt tað higartil Biskupur úr Stavanger, Ernst Baasland lesur góð orð til nýggja føroyska biskupin. Aftanfyri hann stendur grønlendski biskupurin, Sofie Petersen Gestir úr Norðurlondum vóru við til hátíðarligu gudstænastuna í Dómkirkjuni – Fremst vinstrumegin Hans J. Joensen, Jógvan Fríðriksson, Erik Normann Svendsen og Sofie Petersen. Aftanfyri: vinstrumegin Uni Næs og Magnus Jørgensen Fráfarandi biskupur Hans J. Joensen í miðjuni, høgrumegin Jan Lindhardt, biskupur í Roskilde og Erik Normann Svendsen, biskupur í Keypmannahavn við handaálegging á nýggja biskupin. Føroysku prestarnir eru: vinstrumegin Emil Olsen á Eiði og Heri Joensen í Havn