mánadagur 26. november 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 229 - 26. november 2007
tíðindi
Við hátíðarliga
gudstænastu í gjár varð
Jógvan Fríðriksson vígdur
sum nýggi biskupur
Føroya. – Eg fari at leggja
stóran dent á at samskifta
við øll, sum hava við
kirkjuna at gera, sigur
Jógvan, sum hevur sín
fyrsta arbeiðsdag 1.
desember
Bispavígsla
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
Dómkirkjan: Stórsligið var
hátíðarhaldið, tá fyrsti biskupurin
í nýggju føroysku kirkjuni varð
vígdur seinnapartin í gjár.
Gestir úr Norðurlondum,
kirkjuligir myndugleikar, kirkju
ráðslimir og onnur vístu nýggja
biskupi tann heiður at luttaka við
gudstænastuna.
Tey, sum ikki høvdu høvið til
hetta, kundu fylgja við gudstæn
astuni beinleiðis í sjónvarpi og
útvarpi, og kundu soleiðis gerast
vitni til hesa stórhendingina.
Í dag er mánadagur, og nýggi
bispur byrjar so smátt at skifta
starv og bústað – frá at hava
verið sóknarprestur á Gjaranesi
til eina nýggja tilveru sum
biskupur Føroya við heimstaði í
Havn.
Eg fari at flyta inn í Bispa
garðin millum jóla og nýggjár,
sigur Jógvan Fríðriksson við
Sosialin.
EIN fólkakirkja við fráv
Bispaembætið
Biskupurin er geistliga
háyvirvaldið í stiftinum.
Hann hevur eftirlitið við
prestunum og
kirkjuráðunum í stiftinum.
Biskupurin gevur
prestunum loyvisbræv
(kollats) at virka sum
prestar, og eingin kann
gerast prestur í
fólkakirkjuni uttan
loyvisbræv frá biskupi.
Hann skal eisini síggja til,
at próstar og prestar í
tænastu síni halda seg til
trúarjáttan evangelisk-
luthersku fólkakirkjunnar,
og at teir fylgja fyriskipaðu
gudstænastuskipan og
ritualum fólkakirkjunnar.
Kirkjuliga lóggávan letur í
ein vissan mun biskupinum
upp í hendur at taka
avgerðir í ávísum málum.
Tað er litið biskupinum til
at skipa alla
prestatænastuna í
stiftinum. Í ávísum førum
gevur lóggávan biskupinum
myndugleika at geva
undantaksloyvi, eitt nú
hvat fyriskipanini um
konfirmatión viðvíkur.
Biskupurin er í ávísum
førum eisini
kærumyndugleiki; til
dømis skulu kærur um
kirkjuráðsval fyrst leggjast
fyri biskupin.
(Kelda: folkakirkjan.fo)
Bispakápan liggur klár: Fráfarandi
biskupur Hans J. Joensen vígir tann
nýggja, Jógvan Fríðriksson