Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-26, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. november 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 - 26. november 2007 19 tíðindi Á landsfundinum leygardagin kunn­ gjørdi Fólkaflokkurin, at hann hevur sett sær sum greitt mál, at í 2015 skulu vit hava fólkaatkvøðu í Føroyum um loysing frá Danmark Landsfundur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í seinasta lagi í 2015, skulu Føroyar vera fíggjarliga óheftar av Danmark Tað hevur Fólkaflokkurin nú sett sær sum eitt greitt, politiskt mál. Leygardagin hevði Fólka­ flokkurin sín fyrsta lands­ fund, eftir, at Jørgen Nicla­ sen tók um stýrisvølin ha flokkinum, tá ið hann varð valdur til floksformann eftir Anfinn Kallsberg. Og longu í síni elddópi eftir at hava lyft arvin eftir Kallsberg, kunngjørdi Jørg­ en Niclasen stórar ætlanir fyri framtíðar politiska virk­ inum ha flokkinum Í síni fyrstu formansrøðu staðfesti hann, at Fólkaflokk­ urin er ein flokkur, sum vil gera Føroyar fíggjarliga óheftar av Danmark og flokkurin hevði eina greiða ætlan um, at seinast í 2015 skuldu vit vera komin á mál. ­ Málið er einvíst og tað er, at í Føroyum skulu føroyingar ráða! Men fólkaflokkurin held­ ur, at fíggjarligt sjálvbjargni er ein avgjørd fortreyt fyri, at vit kunnu fáa eitt politiskt sjálvbjargni. Hann staðfesti eisini, at sum støðan er nú, eru 21 málsøki eftir at yvirtaka frá dønum. ­ Okkara greiða, politiska mál er, at í seinasta lagi í 2015, skulu øll hesi 21 málsøkini vera yvirtikin. Hann vísti á, at sjálvandi kostar hetta pengar. Men av hesum, málsøkj­ unum, sum ikki eru yvir­ tikin, kosta tey 17 ikki meiri enn einar 43 milliónir at yvirtaka. Eitt av hesum málsøkjum er eitt so lítisvert mál, sum veðrið, tí tað er framvegis danskt málsøki. Hann helt, at tað kundi vera ein orsøk til, at tað var so lítið skil á veðrinum. ­ Hví eru hesi málini ikki yvirtikin, spurdi hann. Sjálvur helt Jørgen Nicla­ sen, at hann hevði svarið. ­ Tað er tí, at praktiskur politikkur ikki hevur vunnið frama. Formaður Fólkafloksins vísti á, at talan er um einar 700 milliónir, sum liggja í klemmu ímillum Føroyar og Danmark. Og hann segði, at Fólka­ flokkurin ætlar at føra ein praktiskan politikk, sum fer at føra okkum fram til sjálv­ ræði. Krónu fyri krónu Hann hevði eisini eina upp­ skrift upp á sjálvræði við sær á landsfundin. ­ Vit hava ein búskapar­ ligan vøkstur á fíggjarlógini upp á 200­350 milliónir um árið. ­ Ein máti at røkka enda­ málinum um fíggjarligt sjálvbjargi kann vera, at vit binda okkum til, at hvørja ferð, vit brúka eina krónu av øktu inntøkuni á fíggjar­ lógini til at bøta um væl­ ferðina, skulu vit brúka eina krónu til at tryggja okk­ ara fíggjarliga sjálvbjargni. Fólkaflokkurin skjýtur tí upp, at vit fáa eina búskap­ arligar flokkar ímillum so nógvar flokkar, sum gjørligt um, at vit seta okkum sum mál at verða fíggjarliga sjálvbjargin. Og seinast í 2015 skuldu vit vera komin so langt, at vit kunnu hava eina fólka­ atkvøðu í Føroyum um loys­ ing frá Danmark. ­ Tá skulu øll hesi 21 máls­ økjunum verða yvirtikin. ­ Tað er okkara greiða mál, segði Jørgen Niclasen í síni fyrstu røðu, sum for­ maður Fólkafloksins. Hann legði tó dent á, at kanska kundi tað ganga so skjótt at vit kunnu vera kom­ in á mál longu í næsta val­ skeiði, sum endar í 2012. Jørgen Niclasen sigur, at í hesum sambandi kundi hann hugsa sær at slóða fyri at fáa undirtøku í Føroyum fyri at gera ein frælsan felagsskap ímillum Føroyar og Danmark. ­ Tá ið fullveldissamgong­ an sat, mótarbeiddi danska stjórnum við hond fót, ætl­ anini at skipa ein frælsan felagsskap ímillum Føroyar og Danmark. Men tíðir broytast og hann hevði fat­ an av, at í dag kundi samráð­ ingar um ein frælsan felags­ skap borið á mál. Gamli politikarin fyri Fólkaflokkin, Olaf Olsen, heldur, at tað kundi verið vert at kanna um tað ber til at brúka grótið úr ætlaða und­ irsjóvartunlinum ímillum Eysturoy og Streymoy til flogvøll á Tangafirði Landsfundur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ber tað til at gera ein stóran, altjóða flogvøll á Tanga­ firði? Tað var ein spurningur, sum gamli fólkaflokspolit­ ikarin, Olaf Olsen, reisti á landsfundi í Fólkaflokkinum leygardagin. Tað var í sambandi við kjakið um møguleikarnar at gera ein altjóða flogvøll í Føroyum, at hann reisti spurningin. Olaf Olsen sipaði til, at í næstum skal undirsjóvar­ tunnil gerast ímillum Eysturoy og Streymoy. ­ Tað er eitt øgiligt grót, sum kemur úr einum slíkum tunli, staðfesti hann. Hann spurdi um tað ikki er vert at umhugsa, at kanna eftir, um tað grótið kann brúkast til at fylla Tanga­ fjørð út við. Hann sá fyri sær, at grótið kundi brúkast til at fylla út, heilt frá Raktanga og út á flesjarnar. Á fløtuni, sum kom burt­ urúr, kundi so ein altjóða flogvøllur upp á einar tríggj­ ar kilometrar verið lagdur. Hann legði eisini dent á, at hann ánaði ikki um hetta yvirhøvur bar til, hvørki tekniskt ella fíggjarliga. ­ Men viðhvørt ræður um at hugsa stórt, helt hann. Hann vísti eisini á, at ein slíkur flogvøllur hevði ligið niðri við sjógv, har sýnið var best. Bjarni Djurholm, lands­ stýrismaður í vinnumálum, vísti á, at tankin hevur verið á lofti, men fyribils sá út til, at ein slíkur vøllur hevði ikki lokið krøvini frá altjóða loftferðslumyndugleikum, sum tað skiltist á honum, meinti hann við krøvini í sambandi við flúgving til og frá vøllinum. Tangafjørður fyllast út til flogvøll Olaf Olsen heldur, at tað ræður um at hugsa stórt. Her er hann á landsfundi Fólkafloksins leygardfagin við Jacobi Vestergard aftanfyri seg Fólkaflokkurin vil hava føroyskt sjálvræði í 2015 Hvørja ferð, vit brúka eina krónu til økta vælferð, skulu vit brúka eina krónu til at tryggja okkum fíggjarligt sjálvbjargni. Í síni fyrstu frágreiðing, sum formaður Fólkafloksins, kunngjørdi Jørgen Niclasen, at Fólkaflokkurin hevur sett sær sum mál, at seinast um átta ár skulu vit hava sjálvbjargni