mánadagur 26. november 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 229 - 26. november 2007
tíðindi
Jógvan á Lakjuni vil
hava sín egna flokk at
koma við eini greiði
fráboðan um skrásett
parlag. Annars hevur
hann lítlan hug at
vera í Fólkaflokkinum
longur
Landsfundur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Jógvan á Lakjuni, landsstýr
ismaður fyri fólkaflokkin
hevur framvegis rættiliga
ilt í sálini av umstrídda mál
inum um 266b.
Og á landsfundinum hjá
Fólkaflokkinum leygardag
in staðfesti hann, at tað kann
saktans koma har til, at hann
ikki er sinnaður at halda
fram í Fólkaflokkinum.
Hann segði, at hetta snýr
seg um, hvørji virði, flokk
urin skal byggja á og,
hvørvi virði, samfelagið
skal byggja á.
Eru vit samd um, at sam
felagið skal byggja á kristnu
lívsvirðini, so skulu vit
halda okkum til kristnu lívs
virðini.
Jógvan á Lakjuni staðfesti
eisini, at tað ger honum
framvegis rættiliga ilt av, at
ein partur av Fólkaflokkin
um hjálpti til at fáa grein
266b samtykt í Løgtingin
um.
Samstundis
ásannaði
hann, at hetta málið er farið.
Hinvegin var hann eisini
sannførdur um, at 266b
bara var eitt stig á leiðini og
at hetta fer at føra meiri við
sær.
Í hesum sambandi ivaðist
hann ikki í, at tað er bara
ein spurningur um tíð, áðr
enn uppskot kemur fram
um at loyva skrásettum par
lagi.
Tað er heilt týðiligt, at
eitt mál, sum 226b flytir
atkvøður og hann spurdi
um ein orsøk kann vera, at
flokkurin hevur eina ov
ullinta støðu til hesi viður
skiftini.
Hann spurdi um hetta
kundi vera orsøkin til, at
fólkaflokkurin hevði mist
atkvøður
so
nógvar
atkvøður til Miðflokkin.
Jógvan á Lakjuni segði,
at í hesum sambandi má
Fólkaflokkurin gera sær
greitt, hvørjum hann stend
ur fyri á hesum øki.
Vit vera noydd at seta
nøkur mørk, tá ið tað kemur
til tey etisku virðini og vit
eiga at boða greitt frá, at
Fólkaflokkurin
er
ímóti
skrásettum parlagi.
Og hann legði afturat, at
tann, sum ikki tekur undir
við eini slíkari fráboðan, eig
ur rætt og slætt ikki at stilla
upp fyri Fólkaflokkin.
Hann staðfesti eisini, at
vit eiga ikki at blanda krist
indóm og politikk saman,
men tað, vit standa fyri, tað
standa vit fyri og byggja vit
á kristnu virðini, eiga vit at
tora at siga tað og at standa
við tað.
Vit eiga at hava eina
greiða meining um alskyns
viðurskifti, men vit eiga at
hava eina greiða meining
og vit eiga at vera samd um
okkara støðu.
Jógvan á Lakjuni segði,
at endar tað við, at hann
stillar upp aftur, vil hann
fegin hava, at hann kann
boða frá í valstríðnum, at
Fólkaflokkurin
er
ímóti
skrásettum parlagi.
Eg vil gjarna heita á
Fólkaflokkin um at vit taka
greiða støðu í hesum máli,
annars havi eg lítlan hug at
vera við, staðfesti landsstýris
maðurin fyri Fólkaflokkin.
Hann staðfesti kortini, at
hetta var ikki fyri at vera
ímóti nøkrum samfelags
bólkum.
Jógvan á Lakjuni nevndi
eisini spurningin um fría
fosturtøku sum eitt etiskt
mál, sum flokkurin eigur at
hava eina greiða støðu til
ístaðin fyri at halta til báðar
síður, akkurát sum í málin
um um 226b.
Ganga neyvan
Jógvani á møti
Hinvegin er onki, sum bend
ir á, at Jógvan á Lakjuni fær
eina slíka greiða fráboðan
frá Fólkaflokkinum.
Ein fundarmaður førdi
fram, at tað kann eisini
styggja ungar veljara burtur
at taka so harðliga frástøðu
frá 226b, tí tey ungu fylgja
við tíðini. Og tað kann ikki
vera Fólkafloksins politikk
ur, at tað ikki skal vera
rúmd fyri samkyndum í Før
oyum, tí vit hava brúk fyri
øllum.
Tað skal vera pláss í
Fólkaflokkinum til at hava
ymsar áskoðanir um hasi
viðurskiftini, tí her skal
vera rúmd fyri øllum mein
ingum.
Formaður Fólkafloksins,
Jørgen Niclasen, ásannaði,
at tingbólkurin hevði tikið
ta støðu, at hann var ímóti
at seta 226b í revsilógina.
Men í politikki er tað
so, at ein løgtingsmaður
hevur bara seg sjálvan og
sína egnu sannføring at
standa til svars fyri. Tí ber
ikki til at tvinga løgtings
limir at taka eina ávísa
støðu. Tað hava vit rætt og
slætt ikki rætt til, staðfesti
Jørgen Niclasen.
Sjálvur er hann ímóti
skrásettum parlagi, men í
Fólkaflokkinum er tað sum
í hinum størri flokkunum,
at í etiskum málum er tað
hvør einstakur tinglimur,
sum atkvøður eftir síni egnu
sannføring.
Men nú vit fyrireika valið,
eigur greiða at fáast á slík
viðurskifti fyri valið, tí eftir
valið stendur tað til sam
vitskuna hjá hvørjum ting
limi, hvussu atkvøtt verður.
Tað eru so nógv mál
løgd fyri Løgtingið,
at tað er ómøguligt
at fremja tey, nú so
stutt er eftir til val.
Tí fer samgongan
nú undir eitt heilt
óvanligt stig
Landsfundur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Seinastu tíðina hava atfinn
ingarnar heglað niðuryvir
samgonguna.
Sagt verður, at arbeiðið í
Løgtinginum er merkt av
ruðuleika, tí hóast tað eru
minni enn tveir mánaðir
eftir til val, hevur Løgtingið
eina ørgrynnu av málum,
sum ikki hevur avgreidd.
Val verður útskrivað í
seinasta lagi á jólum og
eftir tað, verður ikki tann
stóra, politiska viðgerðin.
Sostatt hevur Løgtingið í
besta
føri
ein
góðan
mánað eftir at virka í.
Hinvegin hevur sam
gongan runt roknað eini
50 mál, sum hon hevur
lagt fyri Løgtingið og sum
ikki eru avgreidd enn. Har
ímillum eru stórmál sum
fíggjarlógin og bústaðar
pakkin.
Harafturat hevur and
støðan lagt eini 20 mál
fyri Løgtingið, sum ikki
eru avgreidd og oman á
alt liggja einir 30 skrivligir
fyrispurningar í Løgting
inum, sum heldur ikki eru
avgreiddir.
Sostatt er greitt, at Løg
tingið fær hendurnar fullar
og meiri enn tað, hesa tíð
ina, sum er eftir av val
skeiðnum.
Taka í egnan barm
Og nú tekur samgongan í
egnan barm og viðurkenn
ur, at hon er við at missa
fótafestið.
Á landsfundinum hjá
Fólkaflokkinum
leygar
dagin ásannaði floksfor
maðurin, Jørgen Niclasen,
at tey hava ikki yvirlit yvir
støðuna.
Vit hava viðurkent, at
hetta ber ikki til, segði
Jørgen Niclasen.
Hann staðfestir, at Løg
tingið hevur í besta føri
nakrar fáar vikur eftir at
arbeiða í.
Samstundis liggja eini
100 mál og fyrispurningar
í Løgtinginum, sum ikki
eru avgreidd og tey flestu
málini føra útreiðslur við
sær fyri landskassan.
Tí hevur samgongan
avtalað, at næstu dagarnir
fer hon at seta seg saman
at viðgera støðuna.
Vit hava avtala at seta
okkum niður at sortera øll
tey mál, sum eru løgd fyri
Løgtingið.
Sostatt hevur samgongan
avtalað at fara undir tað
heilt óvanliga stigið at
sortera hvørji mál, sum
hon sjálv hevur lagt fyri
Løgtingið, skulu fremjast
og, hvørji skulu í rusk
spannuna.
Vit hava avtalað at seta
okkum niður í samgonguni
at finna útav, hvat vit fáa
framt av ætlaða politikkin
um og, hvat vit ikki fáa
gjøgnumført.
Tað ber ikki til at
sleppa øllum leyst, stað
festi Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at tað er um
ráðandi, at vit eisini vakna
eftir valið og hava eitt
virkisført løgting og ikki
ein landskassa í skeljasori.
Hann ásannaði, at tað er
neyðugt, at arbeiða polit
iskt, men tað er eisini
neyðugt at ansa eftir
útreiðslunum.
Samgongan ásannar:
Vandi fyri at
vit missa
tamarhaldið
Fólkið á landsfundi í Fólkaflokkinum hoyrdi formannin
ásannað, at samgongan er við at missa yvirlitið yvir politisku
støðuna og tað tvingar samgonguna at taka heilt óvanligt stig
Jógvan á Lakjuni veit
ikki um hann tímir meir
Ein hugsunnarsamur Jógvan á Lakjuni á landsfundi Fólkafloksins leygardagin. Hann vil hava eina greiða fráboðan frá
Fòlkaflokkinum um, hvørja støðu flokkurin hevur til skrásett parlag. Annars hevur hann lítlan hug at vera við meir, kunngjkørdi
hann á landsfundinum