Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. november 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 - 26. november 2007 17 tíðindi Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Tað er so ófatiligt at Ingrid ikki ert her meira, at hon so brádliga var tikin burtur frá tykkum Marjus, Ingi, Eimi og Tinna. Men, sum tað stendur i sanginum: Longur á leið vit svar skulu fáa, Longur á leið, har skilja vit hví. Mót! Kæri bróðir, stíg út í ljósið, Vit skilja alt um stokkuta tíð. Tað eru bara nakrir fáir dagar síðani, at vit sótu inni i stovuni hjá tykkum og prátaðu. Marjus hevði verið á fjalli og hann helt fyri, at nú hevði tú tað ringt, ikki at kunna at verða við i kjallaranum. Tú hevði verið í Dan­ mark til viðgerðar, so tú mátti koma fyri teg aftur. Vit tosaðu um rullu­ pylsur og kjøt, tímilig og andalig ting. Tú var so opin um sjúkuna hjá tær, legði tað í Guds hond. Tú var ein so góð mamma og kona. Hugnaligt at koma inn til tín. Man kendi ofta roykin av nýbakaðum breyði, tá man gekk upp trappurnar, og altíð átti tú okkurt gott aftur við drekka. Minnist tá børnini vóru smá. Vit høvdu so nógv at tosa um, høvdu tað til felags at hava ættleitt børn úr Korea. Stolt vóru tit tá Ingi kom, og ikki minni tá Eimi kom. Marjus tú vart so góður við Ingrid, tað bæði merktist og hoyrdist. Tit dugdu so væl at hugna tykkum saman, vóru so góð við hvørt annað. Og sum tú sigur: ”Minnini eru so góð eftir” og tað styrkir teg so nógv, men sorgin er nívandi stór. Mín bøn er, at Jesus má styrkja og troysta tykkum nú og í komandi tíð. Jacobina Ingrid Joensen til minnis Leygardagin 17. november andaðist Pól Christiansen. Tað er tungt at skriva nøkur orð um Pól, tí saknurin er stórur, men tað er hinvegin lætt at finna okkurt gott at skriva, tí Pól hevði so nógvar góðar eginleikar. Pól var av lyndi sera góðsligur. Hann var altíð í góðum lag, og ikki skuldi nógv til at gleða hann. Alla ta tíð, eg havi kent Pól, havi eg ongantíð hoyrt hann skelda ella rópa. Hann royndi heldur altíð at síggja tað góða í øllum. Pól var altíð ógvuliga fyri­ komandi og dámligur. Hann var áhug­ aður í tí, hansara nærmastu fingust við og spurdi altíð, hvussu gekst. Um tað gekk væl ella illa, var líka­ mikið, hann var altíð klárur at stuðla. Pól var sera familjukærur. Familjan var hansara eitt og alt. Var hann heima, kom hann inn á gólvið hjá okkum niðri á Toftanesi. Tað fyrsta, hann gjørdi, var at spyrja eftir Annu og Biritu. Vóru tær inni, mussaði og klemmaði hann tær og gav ofta Biritu eitt tyggigummi, og so fór hann. Ofta kom hann á gátt fleiri ferðir um dag­ in. Saknur verður í tær Pól; tað eyð­ kenda ljóðið, tá ið tú læt teg úr tufl­ unum í gongini og kom inn í køkin. Póli dámdi best, tá ið øll familjan var savnað til døgurða inni í Líð. So gekk hann og putlaði fleiri dagar frammanundan og fyrireikaði alt. Tað skuldi vera nokk til av øllum, og mangan var borðið ov lítið til alt, sum skuldi setast á borðið. Hann og Erikka settu seg ikki, fyrr enn øll høvdu fingið tað, tey skuldu hava. Pól var hjálpsamur sum fáur. Hann var altíð klárur, tá ið heitt varð á hann. Í seinastuni hjálpti hann mær ofta um morgunin, tá ið Birita og Anna skuldu í dagrøkt. Fyrst koyrdi hann Erikku til arbeiðis, so kom hann eftir gentunum og mær. So koyrdu vit tær í dagrøkt, og síðani koyrdi hann meg í skúla. Eg føldi ongantíð, at hann troyttaðist av mær, tí eg heitti so ofta á hann. Eg ivist onga løtu í, at hann gjørdi tað við gleði. Birita og Anna hava mist ein góðan abba. Pól var púra býttur í teimum, og tær vóru sanniliga eisini góðar við hann. Væl dámdi honum at keypa ymiskt til tær, men tann besta gávan, tær fingu, var hansara treytaleysi kærleiki. Tað verður svárt hjá tær, Erikku, og okkum øllum, ið stóðu Póli nær, men minnini um Pól eru bara góð, og teimum mugu vit troysta okkum við í døprum løtum. Hvíl í friði. Tórhallur Minngarorð um Pól Christiansen Frá mánadegnum 26. nov­ ember til leygardagin 1. desember frá kl. 10­17 verður jólasøla og kafé í hugnaligu hølunum í kjall­ aranum á Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn. Øll eru vælkomin, sigur Wanja Pet­ ersen, leiðari á Tilhaldin­ um. Jólasøla og kafé í Tilhaldinum Jólasøla og kafé verður í kjallaranum á Tilhaldinum í Tórsgøtu Dagurin 27. november. Facun­ dus. Var úr Leon í Spaniu, deyður umleið ár 300. Hann og ein bróð­ ir hansara vórðu tiknir av døgum við ánna Ceia í Calisiu í Norðurspaniu Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum sýndu samkenslu, tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og langaomma Esther Bertholdsen Vágur fór heim til Harran. Tøkk fyri blómur, kransar og peningargávur til Akurin. Tøkk fyri vakran sang og troystarrík orð. Tøkk fyri hjálpandi hendur. Hjartans tøkk til tykkum ið vóru so kærleiksfull í móti mammu. Tøkk til Eldrasambýlið í Vági, Suðuroyar Sjúkrarhús og Ellis- og Røktarheimið har hon var sína síðstu tíð her á fold. Tøkk til tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjurnar vegna Cristian, Dánjal og Ann