mánadagur 26. november 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 229 - 26. november 2007
Hóast orðini ikki bókstav
iliga viðvíkja Smyrli sum
so, kunnu tey í ávísan mun
setast í samband við síðstu
umsitingarligu heilabløð
ingarnar í Innlendismála
ráðnum, nú ráharrin greitt
verður lagdur undir magt
misnýtslu á embatistigi.
Ivasama heiðurin skal hann
sjálvur hava tiltuskað sær,
við at føra “vina og kenn
ingapolitikk” í valdømi
sínum, upp á bekostning av
almennum gjaldoyra.
Hevði tað verið tað einasta,
so var kannska ikki verri
enn ilt.
Lukkuliga óvitandi um,
hvat veruliga fer fram, er
hann gott ígongd við at
avheysa Strandferðsluna
sum sjálvstýrandi stovn.
Høvd eru longu farin á
rull, men av skeivum
kroppum.
Nú luppur løgmanns er
funnin fram, verður spenn
andi at vita, hvat eyga
hesuferð fæst á.
Ráharrin hevur skákað
seg sjálvan, við ósakliga at
hava givið embatisboð.
Tað, at lúgva seg frá synd
unum á landsins hægsta
røðarapalli, hevur áður
verið gjørt upp til fleiri
ferðir og eisini við góðum
úrsliti. Tí í Føroyum er
slíkt vanligt.
Spurningurin er so, hvar
er moralurin? Eg og fleiri
við mær leita enn, men
finna hann ikki.
Tað er nú allíkavæl gott,
at løgtingsval stendur fyri
duri.
“Eitt er at stýra. Annað er skip at føra”
Hjalmar N.
PoulseN
Flogvøllurin er okkara
stoltleiki her vestri, har eru
nógv arbeiðspláss, og tað
verður ein stórur smeitur
fyri oynna, um øll hesi
arbeiðspláss skulu flytast
haðani. Tí fara vit at verja
borg so leingi tað skal til!
Men Fólkaflokkurin roynir
so smátt at sníkja seg inn í
millum við ymiskum
ásetingum, sum noyða
flogvøllin burtur haðani. Í
samferðsluætlanini stendur,
at tað í 2015 skal vera í
mesta lagið 30 minuttir úr
miðstaðarøkinum til
flogvøllin… ja, nu skal eg
ikki síggja tað ringasta
beinavegin, tað kann jú
gerast upp á ymiskar
mátar, eg meini, man má
duga at síggja loysnir ikki
bara forðingar:)
1. hála Vágoynna nærri
Tórshavn
2. gera tunnil frá
Oyragjógv til Vatnsoyrar
og seta hámarksferðina
upp á vegunum
3. gera Sandavág til
høvuðsstað ella
4. gera flogvøll á
Glyvursnesi
So fáa teir ásett eina
samtykt, um at nú skal
kannast, hvar flogvøllurin
kann vera 2200m, er
møguleiki í Sørvági?…nei.
Søltuvík?…nei á
Glyvursnesi? …ja, åh vit
eru genialir!!! so noyðst vit
at kanna tann møguleikan.
Bjarni Djurholm og Poul
Michelsen, er tað sikkurt,
at tað er ein fyrimunur at
hava ein so langan? Vága
Floghavn hevur lutfalsliga
ikki so nógvar avlýsingar
ímun til aðrar floghavnir í
heiminum. Sum nú er hava
vit eina góða tænastu við
fráferðum fleiri ferð um
dagin. Tað kann ikki vera
okkara trupulleiki, at Poul
Michelsen og Bjarni
Djurholm ikki tíma at
koyra í 45 minuttir, tað er
tað, tað tekur, um tú koyrir
við hámarksferðini úr
Havn til flogvøllin. Vit fara
ikki at lata flogvøllin bara
tí. Og hvussu við allari
ferðsluni, hvat skulu tit
gera við hana? Havnarfólk
róptu varskó, tá tosað varð
um Skálafjarðartunnil, tí
tað skuldi ikki verða pláss
fyri ferðsluni, og so vilja
tit hava ein flogvøll!! Og
hvør roknar cost benefit
út? Vit tosa um fleiri
milliardir, nær verður tað
lønsamt at gera ein flogvøll
á Glyvursnesi? Og fara vit
at fáa eins nógvar fráferðir
ella verður tað 4 5 ferð
um vikuna tí nú kunu vit
brúka so stór flogfør?
Nú bleiv tað so heldugt,
at Føroyar blivu gjørdar til
eitt valdømi, soleiðis yvir
eina nátt, so nú nýtist
Jørgin Niclasen, sum
annars hevur staðið og
reypað á hvørjum valfundi
fyrr, um alt hann hevur
gjørt fyri oynna, ikki at
hugsa so nógv um
flogvøllin meira, hann er
eisini blivin formaður í
flokkinum og
fólkafloksmenn eru so
autoriterir, so hann er
tryggjaður óansæð.
Nú skal eg ikki geva
Fólkaflokkin heiðurin av,
at tað bleiv eitt valdømi,
tað vóru jú øll sum sita so
heitt og gott á tingi, og
sum longu hava fingið tí
sokallaðu løgmanseffektina
(hóast hon ikki sá út til at
rigga til fólkatingsvalið),
sum vildu geva øllum
Føroyum høvið at velja
júst tey, tí tey eru so ófør at
fáa óvanliga nógv uppskot
ígjøgnum í einum valári.
Lumpa og lirka
sólfríð
fjallsbak
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in
Hóast býráðið
er sinnað at geva
Keypssamtøkuni eitt
grundøki í Klaksvík,
eru øll ikki eins fegin
um tað. – Hetta er
sum eitt plástur uppá
sárið, sigur Kári
Kjelnæs, sum í síni tíð
sat í býráðnum
Bygging
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík:
Á býráðsfundi í Klaksvík
týskvøldið fer Klaksvíkar
kommuna at geva Keyps
samtøkuni
byggiloyvi
nýggjan handilsbygning.
Tekniska
nevnd
hjá
býráðnum hevur mælt til, at
Keypssamtøkan fær eitt øki
norðanfyri Statoilstøðina í
Nólsoyar Pálls Gøtu.
Á hesum staði hava
klaksvíkingar bátar sínar
standandi, og tí mugu hesir
nú
víkja
fyri
handils
bygninginum.
Keypssamtøkan
hevur
fyri mongum árum síðani
søkt
um
byggiloyvi
í
miðbýnum í Klaksvík, men
higartil er hetta ikki vorðið
til nakað.
Ikki fyrrenn nú – á fundi
í annaðkvøld – sær umsíðir
út til at hetta kann gerast
veruleiki.
Fiskur ella handil
Í einum lesarabrævi í farnu
viku vísti Kári Kjelnæs,
fyrrverandi býráðspolitikk
ari í Klaksvík á, at tað líkist
mestsum einum plástri á
sárið at geva Keypssamtøk
uni byggiloyvi á hesum
staði og beint nú.
Nú er so ætlanin at geva
byggiloyvi á eitt sera cen
tralt og í forvegin upptikið
øki. Hetta økið er ein for
longing av verandi fiskarí
havn á Stongunum, skrivar
Kári.
Her eru bátabrúgvar við
møguleikar at seta bæði
bátar og bilar frá sær. Og
hetta er haraftrat eitt vakurt
øki, sum ætlanin nú er at
geva Keypssamtøkuni.
Skal byggjast, má bygg
jast við skynsemi, sigur
hann.
Skilaleyst
Millum tað vanliga fólkið í
Klaksvík
er
somuleiðis
stórur áhugi fyri hesum
málinum – og kanska mest
stórur ivi um, tað yvirhøvur
er rætt at lata Keypssam
tøkuna byggja júst á hesum
staði.
Í eini viðmerking til
tjakið í Norðlýsinum sigur
ein klaksvíkingur, at tað er
skilaleyst at byggja ein FK
handil við bátabrúgvarnar.
Fyri henda klaksvíkingin
kemur avgerðina at fáa
fleiri fylgjur:
• Eingin hugni longur við
bátabrúgvarnar
• Ein stórur kolossur
kemur at liggja tætt við
bátarnir
• Onki øki at seta bátar á
• Eini seks húski fram við
Nólsoyar Pálls Gøtu missa
útsýnið út á vánna
Tá Býráðshúsið sjálvt
varð bygt, var á sama hátt
bygt beint upp fyri vindeyga
hjá øðrum. Ótrúligt, at man
ikki kann læra av slíkum.
Grannarnir eiga í hesum
føri at kæra, sigur hesin
klaksvíkingurin.
Gongst sum ætlað fer
helst ein nýggjur FKhandil
at liggja á hesum staði í
framtíðini.
FK fær umsíðir byggiloyvi
Økið við bátabrúgvarnar í Klaksvík (sí sirkul) hevur verið bátapláss hjá klaksvíkingum. Nú
kemur eftir ætlan ein FK-handil at liggja her
Mynd: Norðlýsið