Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. november 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 - 26. november 2007 15 Havi alt valskeiðið arbeitt við at seta fokus á ymisk viðurskifti í Føroyska fólkaskúlanum. Millum annað, í tveimum umførum at leggja uppskot fyri ting­ ið um at endurskoða fólka­ skúlalógina. Aftaná úrslitið av pisa­ undankanningini sýntist meira ferð at koma á lands­ stýrismannin, og tingið samtykti nakrar ábøtur á verandi lóg. Hesar ábøtur vóru tiltrongdar, og eg fegnist um, at tað eydnað­ ist tinginum at styrkja um byrjunarundirvísingina við fleiri tímum, men eftir mínum tykki mangla vit enn at taka eitt breitt orða­ skifti í samfelagnum um, hvat tað er fyri ein fólka­ skúla vit vilja hava í Føroyska samfelagnum. Ein partur av hesum, sum er neyðugt at taka upp, er eftir mínum tykki orðaskiftið um trivnaðin í skúlanum, trivnað í breið­ ari merking, soleiðis at øll í skúlanum, bæði børn og vaksin, hava ein dagligdag har øll trívast og harvið hava møguleika fyri at mennast og víðariútviklast fakligt og sosialt. Øll sum starvast í fólka­ skúlanum vita at ein fyri­ treyt fyri at mennast fak­ liga, er at tú fungerar sosialt, og at tú trívist í umstøðunum tú virkar í. So skulu vit fáa fulla nyttu burturúr økingini í tímum at styrkja fakliga støði í byrjunarundirvísingini, er eisini neyðugt at nýta orku uppá at styrkja um møgu­ leikarnar fyri at skapa trivnað í skúlanum, bæði fyri lærarum og fyri næm­ ingum. Tí er mítt mál at vit inn­ føra floksins tíma aftur í fólkaskúlan, ein floksins tíma sum er væl skipaður við greiðum máli, sum miðar beinleiðis eftir at bøta um trivnaðin á skúlan­ um og eini neyvari lesi­ ætlan, sum skúlin sjálvur hevur orða. Á henda hátt hava vit bestu trygd fyri at hvør einstakur skúli fær møguleika at raðfesta trivnaðin líka høgt sum fakligu læringina. Borgarin eigur at kunna fylgja við – postlistar á netið Tað er tað almenna sum umsitur okkara skattapengar og tí mugu vit sum borgarar vita hvat tað almenna tekst við. Fyrisitingarlógin og lóg um alment innlit gjørdi stóran mun, men enn eru vit als ikki komin á mál við at opna upp, soleiðis, at landsins borgarar fáa fult innlit í hvat rørir seg hjá tí almenna. Sum eitt konkret uppskot, um at betra borgarans rætt, skuldi tað verið krav, at allir postlistar hjá tí almenna vóru kunngjørdir á alnótini. Eitt frálíkt dømi um, at hetta ber til, er at finna hjá Klaksvíkar kommuna. Kommunan hevur í eina tíð vita hvussu umráðandi tað er, at borgarin verður kunnaður í mest møguligan mun. Á heimasíðuni sigur kommuna soleiðis “Umráðandi er hjá myndugleikunum at leggja seg eftir at veita borgarum, virkjum og almennum viðskiftastovnum eina so holla kunning sum til ber. Ikki minst hjá kommununi, ið hevur við borgaran at gera gjøgnum alt lívið, ræður um, at hava eitt gott samband og samskifti við borgaran.” Við hesum frálíka málsetningi í huga, verður postlistin hjá kommununi almannakunngjørdur á alnótini, har ein og hvør kann fylgja við, hvat gongur fyri seg í kommununi. Til frama fyri fjølmiðlaflutning Fyri fjølmiðlar átti hetta at verið eitt hjartamál. Sum nú er, skulu fjølmiðlar leita eftir tí áhugaverda skjalinum uttan altíð at vita hvat leitað verður eftir, tá upplýsingarnar sum eru í umfarið kunnu vera ógreiðir. Høvdu fjølmiðlar hvønn dag kunna leita sær inn á heimasíðurnar hjá eitt nú Løgmansskrivstovuni ella Vinnumálaráðnum, høvdu miðlarnar einfalt og uttan hóvasták kunna fylgt við í, hvat var á skránni hjá tí ávísa landsstýrismanninum. Fjórða statsvaldið og borgarans verja Politikarar og serliga landsstýrismenn ræðast fjølmiðlar meira enn bæði umboðsmann, grundlóg og løgmann. Tí eru fjølmiðlarnar meira enn fjórða valdið, men eru eisini mangan borgarans verja, og kann mangur sanna, at høvdu fjølmiðlarnar ikki havt sett eitt mál undir luppin, hevði einki hent. Setan av skiparum Tá hugsa verður um ósemjuna í samband við setan av skiparum til Smyrla, so hevði málið verið komi alment fram nógv fyrr, hevði postlistarnar verið almennur. Tá hevði tann ágrýtni journalisturin havt møguleikan at sett seg inn í málið frá byrjan av og fylgt tí, kanska hevði tað ikki komi so langt sum tað tíverri kom. Meira um hetta og annað á www.hedindp.com Ein og hvør Tá postlistarnir verða alment kunngjørdir við regluligum millumbilum á alnótini, tá kann ein og hvør fylgja við í, hvat landsstýrismenn og tað almenna brúka okkara skattapengar til. Sjálvstýrisflokkurin Heðin D. Poulsen Val Regin Vágadal hevur sagt við fjølmiðlarnar, at 14 væl kvalifiseraðar umsóknir vóru til størvini á brúnni á Smyrli. Tá fýra av umsøkjarun­ um vóru av Smyrli og tríggir av Teistanum, so gangi eg út frá, at Regin Vágadal eisini telur hesar umsøkjararnar millum allar teir væl kvalifiseraðu umsøkjararnar. Tá hesir haraftuarat hava drúgvar royndir umborð á Smyrli og øðrum strand­ faraskipum millum oyggj­ arnar í ódn sum í logn, so vildi eg hildið júst teir vera heilt væl skikkaðar í tílík­ um størvum. Hesa hugsan loyvi mær, bæði sum politikara og sum borgara í landinum, uttan at fáa hana góðskriv­ aða frá Regini Vágadal frammanundan. Vit hava alt gott at bera teimum, sum hava, ella eru um at leggja frá sær, og vit hava alt gott at bera teim­ um, sum søkja, og sum í áravís hava siglt sum stýri­ menn og avloysaraskiparar á Smyrli eitt longri áramál. Eg skilji væl, at Regin Vágadal ikki kann liva við at hava politikarar, eitt nú Jacob Vestergaard, sum virkandi stjóra yvir sær, við politiskum vina­ og kenningapolitikki langt niðri í landskassanum, men eg skilji hann ikki, um hann heldur, at politikkarar als ikki skulu hava áhuga fyri yvirksipaðum starvssetanum. Tað haldi eg, at vit øll eiga at hava. Trygdin á sjónum er sera viðkomandi hjá okkum suðuroyingum, og heilt nógv ferðandi fylgja væl við, hvør stendur á brúnni, tá siglt verður óveðurs­ dagar. Sum sagt, so hava fólk flest verið væl nøgd við hesi viðurskifti, og hava alt gott at bera allari mann­ ingini á Smyrli, líka av dekkinum og upp á brúnna. Teir nýggju umsøkjar­ arnar kenni eg ikki, og kann á ongan hátt loyva mær at ivast í teirra førleik­ um. Hinvegin loyvi eg mær, bæði sum politikari og ferðandi, at undrast yvir, at umsøkjarar, sum sambært fyrrverandi stjóranum eru væl kvalifiseraðir, og sum hava 5­10 ára langar starvs­ royndir á brúnni, ikki kunnu setast í tey skipara­ størvini, sum teir hava røkt sum avloysarar í óðn sum í logn í fleiri ár. Tá eg kravdi dagføring­ ina av Suðuroyarleiðini inn í sjálvt samgonguskjalið í 1998, var tað fyri at útvega ein nýggjan Smyril, nýggj havnaløg og tunnilssam­ band millum syðru og norðaru helvt av oynni. Suðuroyarleiðin skuldi sjálvandi hvíla í so trygg­ um kørmum sum gjørligt. Vit komu ikki áleiðis, nei, vit komu heilt á mál í hesum setningi. Samgongan aftan á okk­ um setti sær so ein óbúnan landsstýrismann at heysta fruktirnar av hesum fram­ tøkum okkara, men tað gekk jú ikki, so sum ætlað var. Løgmaður sigur lands­ stýrismannin vera farnan út um øll sømilig mørk júst á hesum málsøki, og hevur nú koyrt hann til hús. Vónandi fæst Suðuroyar­ leiðin upp aftur á beint, leys av tí vina­ og kenn­ ingapolitikki, sum hevur eyðkent hana nú eina tíð. Floksins tími aftur í fólkaskúlan Skiparar á Smyrli Tjóðveldi HeiDi Petersen Val Tjóðveldi Hergeir nielsen Val Samanrikið politiskt dugna­ loysi er nú endað í ábyrgd­ arloysi, og stórir dungar av illa og í mongum førum als ikki fyrireikaðum lógarupp­ skotum fylla hillar, skáp og borðini hjá tingmonnum. Árliga plagar tingið at halda einar 100 fundir, og viðgera eini 100­130 mál. 80 mál liggja í dag til við­ gerðar í 14 dagar. Hvussu lítið skil er í ting­ arbeiðiðnum sóu vit ma. á fundi í gjár, tá samgongan als ikki hevði tíð til at við­ gera síni egnu mál. Hergeir Nielsen var ein­ asti tingmaður í tómum tingsali, ið tók orðið í einum málið hjá samgonguni. Talan var um uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvis­ vernd. Málið frammanundan var eitt mál um at verja ozon­ lagið, og tá var hesin and­ støðumaðurin sjálvur annar í orðaskiftinum. Fyrra málið átti Jacob Vestergaard og seinna málið átti løgmaður. Hvørgin teirra var staddur á tingi til málsviðgerðina av egnu málum. Í dag noyddist hesin seinni so at taka politiska lívið av tí fyrra, og neyvan fer hetta slátrið at bøta um skirvisliga løgtingsarbeiðið í øðrum málum. Hóast løgmaður átti ann­ anhvønn spurning í munn­ ligu spurnartíðini í gjár, sat hann allan dagin niðri í Nesinum og leitaði eftir, hvussu hann kundi bjargað Jacobi burtur úr tí óføri, hann hevði rótað seg út í á strandferðsluni. Tað bar so heilt einfalt ikki til longur, tí tað kom at kosta løgmanni sjálvum lív­ føri frameftir, og er nú sam­ gongan ein landsstýrismann fátækari. Samgongan hevur raðfest umhvørvismál sera lágt øll fýra árini, at men als ikki at møta ella taka orðið í teim­ um fáu umhvørvismálum, ið samgongan sjálv er kom­ in við í ellivta tíma, tað man vera botnurin av illvilja og tørvandi virðing mótvegis júst hesum málsøki. Støðan á tingi er kaotisk Tjóðveldi HeiDi Petersen Val