mánadagur 26. november 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Løgtingsvalið 19. januar 2008
Sambandsflokkurin er einas
ti flokkur, sum veruliga vil
varðveita ríkisfelagsskapin
við Danmark. Upp undir eitt
val látast summir av flokkun
um at vera sambandssinn
aðir, men tá valið er av, fara
teir aftur í loysingarhamin.
Fyri okkum sambands
fólk er felagsskapurin við
Danmark meira enn bara
krónur og oyru. Londini
bæði hava verið í felags
skapi í fleiri hundrað ár, og
hetta eru bond, sum ikki
kunnu kvettast. Bæði kann
ingar í Føroyum og Dan
mark vísa, at fólkini í báð
um londum vilja varðveita
og styrkja felagsskapin
millum londini bæði.
Í tí støðu, sum vit eru í í
dag, hava føroyingar dan
skan ríkisborgaraskap, sum
merkir, at vit kunnu virka á
jøvnum føti við danskarar í
Danmark. Hetta kom sera
væl við hjá okkum í
kreppuárunum, tá umleið
15 % av okkara landsmonn
um leitaðu sær til Danmark
ar at fáa arbeiði, tí tað ikki
var møguligt at fáa arbeiði
í Føroyum.
Vit kunnu fara niður til
Danmarkar at fáa okkum
eina útbúgving , og í dag
fara umleið 90 % av øllum
føroyingum, sum fara uttan
lands at lesa, til Danmark
ar. Lesandi føroyingar í
Danmark fáa lestrarstuðul
og fáa eisini íbúðarstuðul,
sum ger, at leigan verður
bíligari. Tær ungu barna
familjrnar fáa eisini eyka
stuðul fyri hvørt barnið.
Hetta er við til at gera, at
tað eisini eru góðir møgu
leikar hjá einari familju við
børnum at fara til Dan
markar í lestrarørindum.
Á sjúkrahúsøkinum hava
vit eitt fyrimyndarligt
samstarv við Ríkissjúkra
húsið, tá ið sjúka rakar
onkran av okkara. Dan
mark hevur eitt vælútbygt
sjúkrahúsverk, sum vit
hava stóra gleði av.
Nógvir av okkara yvir
monnum eru á brúnni ella í
maskinrúminum á skipunum
í tí danska handilsflotanum.
Tað er ógvuliga ilt at
meta um, hvussu nógvir
føroyingar búgva í Dan
mark í dag, men tað eru
nógv túsund. Vit vilja ikki
slíta bondini við okkara
landsmenn í Danmark.
Onnur viðurskifti knýta
okkum at danska sam
felagnum. Á mangan hátt
hava vit felags søgu og
mentan. Navnframir
danskarar sum Grundtvig,
Brockman, Brorson,
Ingeman og Bech hava
havt stórt árin á okkara
samfelag, sum hevur
verið gagnligt fyri
Føroyar
Umframt alt hettar eru
eisini nøkur felagsmál,
millum annað uttanríkis
mál, verjumál og løgreglu
mál, bert fyri at nevna
nøkur, sum ríkismyndug
leikarnir enn umsita fyri
okkum, og eru hesi mál
væl umsitin. Hesi mál eru
ikki knýtt at heildarveit
ingini sum í dag er um
leið 634 milliónir, men
verða goldin umframt.
Alt hettar vil Sambands
flokkurin hava eitt gott
samstarv um.
Vilt tú varðveita ríkis
felagsskapin, sum er við
til at gera, at Føroyar
framhaldandi vera eitt
gott vælferðarsamfelag
fyri øll, har tryggleikin
verður settur í hásæti, so
er tað bara Sambands
flokkurin, sum kann
hjálpa tær við hesum.
Sambandsflokkurin
Edva
JacobsEn
Val
Fyrimunir við Ríkisfelagsskapinum
Jú, Strandferðslan skuldi
hava tveir skiparar til
“Smyril”, tí teir, sum hava
balst á hesum fjalum nú í
nógv ár, hava nátt pensjón
aldur, also hava nátt 67 ár.
Mitt í øllum kemur tann
politiski leikparturin og
samtykkir, at hesin menn,
sum hava ført hetta skip í
nógv ár kunnu halda fram
til teir eru 70 ár.
Men hvat ger toppurin á
Strandferðsluni, teir tveita
hesar menn til síðis og
nærum siga, at teir eru
óbrúkiligir ella hvat er tað
man meinar. Hatta er langt
úti.
Hvat ger leiðslan hjá
Strandferðsluni, eg spyrji
meg sjálvan, eru hesi fólk,
sum sita á toppinum á
Strandferðsluni úti eftir at
knúsa stovnin? Fyri mær
sær tað soleiðis út.
Teir ganga framvið stýri
menninar, sum eru um
borð. Hetta meti eg sum
grovan ágang ímóti teim
um væl kvalificeraðu stýri
monnunum, sum eru settir
í starv umborð.
Hetta meti eg, sum
skitið arbeiði og eina
háðan, ið møtti sínum
egnu.
Nú var hetta frammi í
Tinginum við einum fyri
spurningi har tingmenn
fingu ein minutt í part, og
sá eg ongan møguleika, at
útdýpa eitt so vítt fevnandi
mál, sum hetta, í ein min
utt. Tí skrivi eg.
Hvør var setanarbólkurin
til hesa starvsetan? Hetta
eru fólk, sum halda lítið
um sínar egnu stýrimenn
ella hevði setanarbólkurin
fingið harra boð áðrenn?
Um so er, ja, so hava teir
lítlan týdning. Um so er,
kemur forfylging fram um
rættvísi.
Tann meinigi maðurin
fær illa eyga á feilin Jacob
Vestergaard hevur gjørt.
Um meiningin hjá Jacob
var at verja fólkið, sum
arbeiðir hjá stovninum, har
meini eg stýrimenninar, so
eri eg samdur við honum,
tað sum setanarbólkurin
hevur gjørt er at gera split
á sínum egna arbeiðsplássi,
so eg fari so staðiliga at
heita á teir leiðandi, at gev
ast við revolvara politikk
inum, tí so satt, sum rætt
vísi livir, kemur hetta
tykkum sjálvum aftur um
brekku.
Mitt í øllum seta tit skip
arar, sum koma uttanífrá
og so sanniliga halda tit
eisini hesar menn fyri
gjøldur. Skilja tit ikki tað?
Tit leita eftir trupulleikum
á Strandferðsluni í staðin
fyri at royna semju, so seta
tit fólk upp ímóti hvørjum
øðrum.
Jú, stjórin á Strandferðs
luni legði kongin sjálvur,
helst skuldi meginparturin
av setanarbólkinum hjá
Strandferðsluni gjørt tað
sama, ella onkur annar
gjørdi tað fyri teir.
Slíkan vemmiligan
ágang, sum Strandferðslan
førir ímóti sínum egnu,
skalt tú leita leingi eftir.
Tú skalt helst langt út
um Norðurlond, helst har,
sum fólkaræði er eitt ókent
orð.
Jú, hetta hendir í Føroy
um. Strandferðslan háðar
teir stýrimenn og skiparir,
sum hava ført hesa stoltu
skútu, og Strandferðslan
háðar teir vælkvalificer
aðu, sum søktu uttanífrá.
Eg vil til seinast siga
soleiðis, at eg ætli at berj
ast fyri rættvísi, tí hetta er
ikki tað, sum líkist rættvísi.
Eg kann skoyta uppí um
ein av kokkunum á “Teist
anum”. Hvat ger leiðslan
við henda mannin? Kokk
urin, sum helt seg hava
fingið starv. Maðurin býr í
Sandoy, heima á Sandi. Jú,
uttan nakað varð “Arna
son” tveittur til síðis av
eini eirindarleysari Strand
ferðslu. Hvør ger so við
ein ungan familjumann?
Eingin við virðing fyri sær
sjálvum, men vælsaktans
er ikki síðsta orðið sagt.
Um hetta mál varð sett
sum misálit á landsstýris
mannin, Jacob Vestergaard,
so hevði eg ikki stemmað
fyri at felt landsstýrismann
in. Men hevði viljað, at tað
vóru onnur høvd, sum
rullaðu.
Við sorgblídni
Ja, nú er aftur rok gjørt við fríum
vilja av teimum, ið sita sum toppar
Løgtingslimur
Javnaðarfloksins
GErhard
LoGnbErG
Tað er í tøkum tíma at til
rætta eldrapolitikkin fyri tey
næstu nógvu árini. Tey gom
lu hava vánaligar umstøður,
og tær fara alsamt at versna,
um vit einki gera nú.
Skulu vit gleða okkum
at blíva gomul í Føroyum?
Nógv verður gjørt at fáa
føroysku hagtølini fyri
fólkaheilsu og livialdur so
góð sum møguligt, sum t.
d. at betra um fólkaheils
una sum heild, og sitandi
landstýrismaður í heilsu
málum Hans Pauli Strøm
eigur tøkk fyri tey til
tøk, hann hevur sett í verk.
Men stóri spurningurin
er so, um tað verður gjørt
nóg mikið og nóg gott fyri
tey eldru í Føroyum, t.v.s.
tey yvir 67 ár. Verður nóg
mikið av peningi sett av á
eldrapolitiska økinum, so
leiðis at tørvurin hjá teim
eldru verður nøktaður?
Verður t.d nóg mikið gjørt,
so tey eldru kunnu vera so
leingi sum gjørligt í egnum
heimi? Eru nóg nógv røkt
ar og sambýlispláss alla
staðni í Føroyum? Ella
stutt sagt:
Skulu vit sum eru í mín
um aldursbólki, gleða okk
um at gerast gomul í
Føroyum?
Um eg hevði farið út á
gøtuna at spyrja mín aldurs
bólk, eri eg stórliga bangin
fyri, at svarið er NEI, tí
støðan hjá teim gomlu í
dag í Føroyum er í nógvum
førum ikki "heilsuliga og
samfelagsliga ráðilig", sum
tað so vakurt stendur á
heimasíðuni hjá Nærverki
num. Á heimasíðuna hjá
Tórshavnar kommunu
stendur at lesa, at tey hava
ætlanir um at byggja nýtt
røktarheim til 24 fólk, sam
stundis sum tann akutti
tørvurin er 100 røtkar
heimspláss í Suðurstreymi.
Í dag eru 12% ella 5.755
fólk í Føroyum yvir 67 ár
(kelda: Hagstova Føroya
)og hesin aldursbólkur
verður ikki minni í bræði,
samstundis sum tað verða
færri og færri hendur
(fyri tað mesta KVINNU
hendur) at hjálpa hesum
aldursbólki, so her verður
tørvur á at hugsa ørðvísi.
Vit mugu ansa eftir, at
útbýgt verður eftir tørvi
og ikki eftir politiskum
ambitiónum.
Vit mugu gera tað
meira spennandi at
arbeiða á hesum øki, og
vit mugu virða hetta øki
kvinnuøki nógv meira.
Vit mugu hyggja eftir,
um okkara skipanir eru
ov stirvnar?
Vit mugu hugsa um tað
privata vinnulívið kundi
spælt einhvønn leiklut á
hesum øki, soleiðis at tey
eldru fáa meira sjálvræði
á, hvørja hjálp teimum
tørvar og hvat tey ynskja
og møguliga vilja gjalda
sjálvi.
Nei, vit gleða okkum
ikki at blíva gomul í Før
oyum undir verandi um
støðum, men vit í Tjóð
veldi, vilja gera tað væl
betur.
Vilt tú? Eg vil!
Framskygdur eldrapolitikkur
raðfestast frammarlaga
Tjóðveldi
InGEborG
GodtfrEd
Val
Ímynda tær, tá tunnil er
komin undir Skopunar
fjørð. Tá fara hvørki bilar
ella ferðandi at gjalda ann
að enn tað, vit øll gjalda
yvir skattarokningina fyri
m.a. vegir, brýr og tunnlar.
Men sum er, noyðist ein
vanlig familja, búsitandi í
Sandoynni, at hugsa seg
meira enn einaferð um,
áðrenn tey fara av oynni.
Ferðaprísurin er ov høgur,
eisini eftir at hann herfyri
varð lækkaður.
Meina vit nakað við at
verja útjaðaran, so er her
ein upplagdur møguleiki at
vísa tað. Lat okkum gera
tað ókeypis at ferðast til
útoyggjanar ein teirra er
Sandoyggin.
Men hvør skal gjalda
undirskotið, sum tá verður,
spyr tú ? Svarið er einfalt
tey somu, tú og eg, sum, tá
tunnlin er liðugur, gjalda
avdrátt og rentur av hon
um. So hví ikki byrja nú?
Tað hevði verið ein
útrætt hond til Sandoynna
og hinar útoyggjanar, sum
sjálvandi eiga at fáa sama
tilboð.
Útjaðarapolitikkur í
verki, meðan vit bíða eftir
tunnlinum!
Hví ikki gera tað ókeypis at
ferðast um Skopunarfjørð?
Miðflokkurin
JEnIs
av rana
Val
54
Nr. 229 - 26. november 2007