Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. november 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Løgtingsvalið 19. januar 2008 Nr. 212 - 1. november 2007 Við verandi ógreiða myndugleika tykist tað, sum at allar fortreytir eru skaptar fyri, at tað sindrið av brúkaravernd, ið nýggja marknaðarføringslógin skuldi geva okkum, ikki skal fáast at rigga. Loksins er tingviðgerðin av Føroya fyrstu markn­ aðarføringslóg farin av bakkastokki. Lógin, ið skal lúka burtur óskikkaða marknaðaratferð, og sum skal syrgja fyri, at tey ábyrgdarfullu ikki fáa eitt sjálvátikið handikapp við at kenna sær hógv. Men hálvavegna komin undir land, tykist framvegis ógreitt, hvør veruliga situr við myndugleikanum at umsita nýggju lógina. Arbeiðsbólkurin, ið eg vegna Brúkarasamtakið var partur av, legði stóran dent á, at myndugleikin á ongan hátt varð flættaður saman við annan myndugleika, men at hann skuldi vera óheftur og hava egna játtan á fíggjarlógini. At hann so kundi húsast saman við øð­ rum stovni við felags skriv­ stovu og kaffimaskinu var í fínasta lagi, og eisini lítið áhugavert í hesum sambandi. Men tað er sanniliga áhugavert, hví nýggja Marknaðarstovan, ið em­ bætið skal eita, er løgd undir annan stovn at um­ sita. Tað er eisini áhuga­ vert, at Marknaðarstovan skal inn í høli, ið longu frammanundan ikki rúma tí virksemi, ið skal vera har. Hetta er milt sagt ein vánalig byrjan til tann greiða marknaðin! Í upprunaliga uppskoti­ num var ætlanin at stovna ein veruligan brúkaraum­ boðsmann, men hesin varð strikaður, eftir at arbeiðs­ bólkurin hevði latið sítt arbeiði úr hondum. Brúk­ arasamtakið mótmælti hes­ um, tó uttan úrslit. Tað skilabesta hevði sjálvandi verið at sett ein veruliga brúkaraumboðs­ mann beinanvegin. Ein umboðsmann við greiðum myndugleika. Ein umboðs­ mann, sum kundi handhev­ ja lógina, uttan at kenna seg bundnan at øðrum áhugamálum. Ein umboðsmann, sum kundi slóðað fyri sínum egna starvi við at rudda upp í teim fáu brúkaraverndar­ lógum, vit hava, og arbeitt fyri at seta í gildi tær lógir, ið vit sum nærum einasta evropeiska land ikki hava fingið enn. Hetta hevur ikki einans týdning fyri brúkaran, men so sanniliga eisini fyri vinnuna. Tí hon verður nógv betur brynjað til leik á altjóða vølli við at liva og virka undir somu korum, ið útlendskir kappingarneytar dagliga virka í. Spell, at tað ikki gjørdist so. Spell fyri brúkaran, spell fyri vinnuna og spell fyri tann góða marknaðin. Tjóðveldi Petur í GonG Val Í løtuni fara stórar prís­ hækkingar fram, sum gera tað munandi dýrari at liva og truplari at fáa endarnar at røkka saman. Serliga man hetta gera seg gald­ andi hjá pensjonistum, har tað rakar hart at t.d. oljan og matvørurnar eru dýrkaðar so nógv. Rætt er, at prístalið er hækkað munandi meir hetta seinasta árið, enn tað hevur gjørt í nógv ár frammanundan. Tí eru tað eisini fleiri av pensjonist­ unum, sum kenna tað so, at príshækkingarnar fara avstað við allari hækk­ ingini av pensjónini. Men um vit kanna eftir, so er hetta tíbetur ikki allur sannleikin. Í talvuni niðanfyri havi eg sett vøksturin í pensjónini upp ímóti vøkstrinum í prístalinum, frá 1. ársfj. 2004 til 1. ársfj. 2008. Prístalið fyri 1. ársfj. er mett út frá miðal vøkstrinum seinasta hálva árið, har hann er komin uppá 3,3% samanborið við árið fyri. Pensjónshækking og prístalsvøkstur 1/1 2004 1/1 2008 Hækking Prístalið 101,5 111,0 9,4 Pensjón, støk 7.825 9.952 27,2 Pensjón, gift 12.373 16.271 31,5 - 5,0 10,0 15,0 20,0 25,0 30,0 35,0 Prístali_ Pensjón, støk Pensjón, gift %-hækking 1.1.2004 - 1.1.2008 Hóast prístalið hækkar, er gott at pensjónin er hækkað nógv meir í valskeiðnum 2004-2008 landsstýrismaður Hans Pauli strøm Val Pensjónin fevnir um fólkapensjónina (har hækkingin fyri støk er úr 6.713 til 7.145 kr. og fyri gift bæði úr 10.564 til 11.234 kr.), viðbót til ávísar pensjonistar (hækkað úr 415 til 577 kr.) og Samhaldsfasta (úr 697 til 2.230 kr. fyri hvønn). Í fjølmiðlum og aðrastaðni hevur verið ført fram, at støðan við teimum út av lagi vánaligu og ótíðar­ hóskandi hølisviðurskift­ unum á Føroya Studenta­ skúla og HF­skeiði er lær­ arunum á skúlanum fyri at takka. Av tí at talan er um eina politiska avgerð, er hetta ein skeiv og mis­ vísandi útsøgn, og kann hon tí ikki fara aftur við borðinum ósvarað. Tað er ikki okkum fyri at takka, at eingin nýggjur skúli er bygdur, og at arbeiðsum­ støðurnar eru ótíðar­ hóskandi. Á heysti 2004 tóku lærararnir í Hoydølum støðu til verkætlanina um skúladepil í Marknagili. Henda verkætlan snúði seg ikki bert um bygningar, men eisini um umfatandi og heldur illa útgreinaðar broytingar av allari mið­ námsskúlaskipanini. Stórur partur av hesum bygnaðarbroytingum er seinni sleptur. Annars átti at verið óneyðugt at víst á, at studentaskúlalærararnir eins væl og studentaskúla­ næmingarnir ynskja góð og tíðarhóskandi høli at undirvísa í og tí vóna, at politiska skipanin skjótt tekur avgerð í málinum. Lærararáðið í Hoydølum Marknaðarlóg við ógreiðum myndugleika 54 Ein heldur undarlig yvirskift í ikki gevur brá av nøkrum góðum, men heldur ein útsøgn um hvørjar avbjóðingar vit hava fyri framman. KT Pisa Vit mugu gera okkum greitt, hvat vit sum sam­ felag ynskja, at føroyski fólkaskúlanæmingurin skal læra um teldur og teldutøkni og hvørjar førleikar lærarin eigur at hava, fyri at røkka hesum máli? Tað verður sagt av mong­ um, at næmingarnir eru oft­ ani betur fyri enn lærar­ arnir viðvíkjandi teldum. Men er tað satt og hví hal­ da vit tað? Hugsar man seg meira ein tvær ferðir um, kemur man skjótt eftir, at næmingarnir eru óførir at "klikkja" seg fram til at dagføra antivirus ella seta upp eitt tráðleyst net og øll jubla og siga hvussu røsk tey eru. Og hvat so? Hetta er einki genialt, heldur ikki eftir at eg sjálvur havi sæð “laboratoriidúgvur” klikkja runt í Windows. Kunsturin hjá okkum er at síggja teld­ una sum eitt sera sterkt am­ boð til at vera produktiv, uppfinnsom og avgerðartakandi. Fyri at siga tað stutt og einfalt so skal lærarin fáa allar næmingarnar skúlaðar til “monopol Microsoft” soleiðis at teir hava hollar royndir í at lesa, skriva og rokna við teldu. Minst til at somu trý grundprinsippir eru eisini galdandi fyri næmingar í londum sum onga teldu og internet hava. Meira hokus pokus er ikki í hesum málinum. Sjálvandi skulu løtur vera til eisini at stuttleika sær í og alt gott um tað. Kostfibur Tað er at ov lætt og smart at siga “fibur í hvørt hús”, soleiðis sum seinasta Løg­ mansfrágreiðingin til løg­ tingið og visjónsbólkurin legði upp til og sum KT­ felagið bevístleyst tók undir við. Hví grava niður fiburtøkni sum kostar fleiri kongaríkir og sum er á veg út, tá ið seinasta húsið í Føroyum hevur fingið tað lagt inn? Hví ikki útnytta verandi tøkni fult út saman við kaðalunum sum SEV longu hevur lagt til hvørt hús? Fakta er, at brúkarin vil hava mobilietet og há­ ferð. Sølan av støðuteldum fellur og farteldur við trá­ leysum neti vinna. Fastnet telefonir minka og fartele­ fonirnar vinna fram. Alt hetta gevur eina kraftiga ábending um, at KT undir­ støðu kjakið í Føroyum er ov illa gjøgnumhugsað strategiskt. Fibur ímorgin og tráleyst í næstu viku. Valið er frítt. Alment KT Tað er oftani ein trist til­ vera at vera løgtingsgrann­ skoðari, serliga tá ið ein endurtekur seg sjálvan ár eftir ár. Her verður serliga hugsa um teir minni polit­ iskt løddu grannskoðaravi ðmerkingarnar, sum man hevur viðvíkjandi almenn­ um KT og hvussu tað verð­ ur gagnnýtt við skattgjald­ arans peningi. KT hjá tí almenna fer ongantíð at fáa tað flogið sum skal til, so leingi sum landsstýris­ menninir skulu vera trekhestar í hesum málinum. Veruleikin er at strategiskt funktionelt KT er landsstýrimanna ábyrgd meðan aðalstjórarnir eru veika liðið, sum ongantíð finnur út av at tosa saman og samskipa hetta alstóra kompleksa økið. Kongadømini hava so høgar veggir, at mannamál ikki hoyrist upp um teir. Omma og Messanger Stóru eftirbátarnir í einum samfelag sum rátt tekur til sín nýggjastu tøknina eru tey eldru og tey sum ikki hava ráð. Gjógvin veksur alsamt og vánirnar versna fyri hvønn dag sum gong­ ur. Tí á hesum økinum gongur tað við miklari ferð og non stop. Nýggju ættarliðini sum vaksa upp á hesum døgum eru av tí slagið, sum heldur vinskap viðlíka heimin runt við hjálp av nýggjastu tøkni. Ein tøkni sum er fremmand fyri teimum sum ikki eru við ella ikki kunnu vera við. Jú kanska fibur inn í hvørt eldrasambýli og KT uppskúling av teimum hevði verið eitt frambrot sum heimurin ikki fyrr hevði sæð. KT gjógvin løgtingsmaður Sambandsfloksins olav enomoto Val Viðmerking frá lærararáðnum í Hoydølum