Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-26, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. november 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 229 - 26. november 2007 ] Hóast talan ikki gjørd­ ist um dreymabólk, so kundi lutakastið væl verið verri, heldur Jógvan Martin Olsen, sum serliga heldur dystirnir móti Eysturríki ljóða sum spennandi uppgávur Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo - Eg vil siga bæði og. Sjálv- andi kundi talan verið um onkur onnur lond, sum vit heldur vildu havt. Men hyggur tú at hinum bólkun- um, so kundi talan væl eis- ini verið um munandi verri lutakast. Soleiðis ljóðaðu fyrstu boðini, tá vit sunnukvøldið fingu fatur á føroyska landsliðsvenjarunum, sum saman við trimum øðrum FSF-umboðum var í Durban í Suðurafrika, har lutakastið til komandi HM-undankapp- ingina var á skránni. Gleðir seg til Eysturríki Ikki minst eru tað komandi dystirnir móti Eysturríki, sum landsliðsvenjarin tykist gleða seg til. - Hyggja vit at styrkis- bólkinum, sum teir vóru í, so var tað nú betri, at vit fingu Eysturríki heldur enn Georgia. Og tað er væl í teimum dystunum, at vit hava frægastu møguleikar- nar at fáa nøkur góð úrslit. - Og so er tað jú eisini Eysturríki. Tað var jú við teimum, at alt byrjaði hjá føroyskum fótbólti í altjóða høpi, so eg rokni við, at tað er nakað, sum allir føroy- ingar gleða seg til. Var Josef Hickersberger eisini til staðar undir luta- kastinum, og fekst tú orðið á hann? - Nei. Hann var ikki her. Men eg haldi kortini, at teir í eysturríksku leguni vóru sera kúrrir, tá okkara navn varð drigið úr pottinum. Og í øllum førum haldi eg, at vit frøddust meira enn teir um hetta lutakastið. Sterk mótstøða Um mótstøðuna í bólkinum annars sigur Jógvan Martin, at talan sjálvandi er um sera sterka mótstøðu. - Nú fingu vit Frakland triðju ferð á rað, og tað virk- ar eitt sindur løgið. Men talan er jú um lið av heims- stjørnum, og vit hava áður sæð, hvat teir eru førir fyri at avrika. - Rumenia og Serbia kenni eg ikki so væl, so eg fái illa úttala meg um teir. Men tað er einki at ivast í, at talan er um sterkar fót- bóltstjóðir. Rumenia verður við til komandi EM-enda- spælið, og í báðum førum er talan um lið, sum spæla eitt slag av fótbólti, sum vanliga passar illa til okkara spælistíl. - Og Litava kenna vit jú. Hetta er triðja ferðin av sein- astu fýra, at teir eru í bólki við okkum, og so er spurn- ingurin, um vit hesa ferð kunnu vinna okkurt stig frá teimum, heldur Jógvan Martin. Skráin løgd um tvær vikur Sunnukvøldið fundaðust umboðini fyri ymsu londini í okkara bólki. Endamálið var at vita, um tað bar til sum skjótast at leggja eina dystarskrá, og hetta tykist ikki ómøguligt. Avtalað er, at fundur verður landanna millum í Wien tann 8. de- sember, og har skal altso undankappingin til HM í 2010 leggjast til rættis. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Føroyar kenni eg. Eitt frálíkt lutakast, og eg gleði meg at síggja teir aftur Josef Hickersberger Mótstøðan Frakland Styrkismeting á FIFA-listanum: 7 HM-luttøka 11 ferðir (meistarar í 1998, silvur í 2006, bronsa í 1958 og 1986) EM-luttøka 7 ferðir (meistarar í 1984 og 2000, bronsa í 1996) Venjari: Raymond Domenech Dystarmet: Liliam Thuram (136) Málmet: Thiery Henry (44) Rumenia Styrkismeting á FIFA-listanum: 13 HM-luttøka 4 ferðir EM-luttøka 4 ferðir Venjari: Victor Piţurcţ Dystarmet: Dorinel Munteanu (134) Málmet: Gheorghe Hagi (35) Serbia Styrkismeting á FIFA-listanum: 30 HM-luttøka 2 ferðir (Jugoslavia tók lut 8 ferðir) EM-luttøka 1 ferð (Jugoslavia tók lut 4 ferðir) Venjari: Javier Clemente Dystarmet: Savo Miloševiţ (101) Málmet: Savo Miloševiţ (35) Litava Styrkismeting á FIFA-listanum: 61 HM-luttøka ongantíð EM-luttøka ongantíð Venjari: Algimantas Liubinskas Dystarmet: Aurelijus Skarbalius (65) Málmet: Tomas Danileviţius (13) Eysturríki Styrkismeting á FIFA-listanum: 91 HM-luttøka 7 ferðir (bronsa í 1954) EM-luttøka 3 ferðir Venjari: Josef Hickersberger Dystarmet: Andreas Herzog (103) Málmet: Toni Polster (44) Kundi verið verri Eysturríki vekir góð fótbóltsminni í øllum føroyingum. Eisini hjá Jógvani Martin Olsen, sum gleðir seg til uppgávuna í komandi undankapping 25