mánadagur 26. november 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 229 - 26. november 2007 ]
Enn eitt pláss skeiva vegin
Føroyska A-landsliðið í mansfótbólti er aftur dottið eitt pláss aftur á
heimsstyrkislistanum, sum FIFA kunnger eina ferð um mánaðin.
Føroyar er dottið eitt pláss aftur síðan seinastu meting, og liggur nú
nummar 195. Til samanbering kann sigast, at Somalia, Cayman
Islands, Mongolia, Myanmar, Pakistan, Afganistan og onnur ókend
fótbóltslond liggja omanfyri landslið okkara. Tó kann leggjast
afturat, at slík lond vinna flestu stigini í vinardystum.
Claus tapti fyri Southampton
Blackpool, sum spælir í næstbestu ensku fótbóltsdeildini, tapti
leygardagin ímóti Southampton. Dysturin var á útivølli, og Southampton
fekk einasta málið í dystinum. Tað skoraði Stern John í fyrra hálvleiki.
Fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen byrjaði á
vøllinum, men hann varð tikin út 20 minuttir fyri leiklok. Blackpool
byrjaði kappingarárið væl, men er nú farið at nærkast botninum. Liðið
liggur fjórðniðast eftir 17 umfør.
Hóast hann fyri
stuttum noktaði Jens
Martin Knudsen pláss
á einum All-Star liðið,
so sigur eysturríkski
landsliðsvenjarin
seg nú gleða seg til at
hitta Føroyar aftur
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
– Føroyar kenni eg. Eitt frá-
líkt lutakast, og eg gleði
meg at síggja teir aftur.
Soleiðis segði eysturríkski
landsliðsvenjarin,
Josef
Hickersberger.
Maðurin,
sum fekk sekkin alt fyri
eitt, tá Føroyar fyri góðum
17 árum síðani vunnu søgu-
liga sigurin í Landskrona.
Men tað er eingin ivi um,
at Hickersberger hevur alt
annað enn góð minni um
Føroyar. Bæði sum spælari
og venjari varð Hickersberg-
er
mettur
millum
teir
fremstu í Eysturríki. Men
innan venjarayrkið fekk
navn hansara ein døkkan
blett á seg eftir Landskrona.
Hóast hann tey næstu árini
vandi Fortuna Düsseldorf
og Austra Wien, so megnaði
hann als ikki á sama hátt
sum fyrr at leiða lið síni til
sigurs.
Frá 1994 virkaði hann
sum venjari í Bahrain, har
vandi bæði landslið og
yngri spælarar, og tað var
ikki, fyrr enn hann í 2002
kom aftur til Eysturríki, at
hann veruliga vann seg aft-
ur á tindarnar. Fyrst sum
venjari hjá Rapid Wien,
sum við nýggja venjaranum
vann fyrsta meistaraheitið í
níggju ár, og sum eisini
vann seg í Champions
League kappingina, har teir
tó máttu lúta fyri Bayern
München, Juventus og Club
Brügge.
Tungt at vinna álit
Góðu avrikini í Wien gjørdu
tó, at boð aftur vóru eftir
Hickersberger frá eystur-
ríkska fótbóltssambandin-
um. Tá landið á sinni tapti
fyri Føroyum, vórðu teir
hvítu annars at rokna sum
eitt lið í hægra europiska
miðalklassanum. Og teir
høvdu eisini júst verið part-
ur av HM-endaspælinum í
Italia.
Tað tók Eysturríki átta ár
at koma fyri seg, men tað
tóktist boða frá góðum, tá
teir vunnu seg í endaspælið
í 1998. Árið eftir vunnu teir
seg enntá heilt upp á 17.
plássið á FIFA-styrkislistan-
um, men helt nakar, at fót-
bóltstjóðin nú var komin
fyri seg, so fór viðkomandi
so dyggiliga skeivur. Svíð-
andi stórtap móti Spania
(9-0) og Ísrael (5-0) tóku
fast, og seinastu átta árini
hevur landið verið at kalla í
fríum falli á styrkislistanum.
Eysturríki er nú nummar 91
á styrkislistanum hjá FIFA
– aftan fyri eitt nú Letland,
Ísland og Armenia - og tað
setti teir í næst niðasta styrk-
isbólkin, tá lutakastið var á
skránni í Durban í gjár.
Setningurin hjá Hickers-
berger er fyrst og fremst at
endurvinna álitið á fótbóltin
í Eysturríki, men í løtuni
gongst einki serligt við tí.
Eysturríki er tó partur av
EM-endaspælinum,
men
hetta er sum vertstjóð. Og í
onkrum av fjølmiðlunum
hevur verið róð uppundir,
at landið eigur at frásiga
sær luttøkuna, tí liðið als
ikki hevur nakað at gera í
hesum høpi.
Bólkarnir
Bólkur 1
Portugal
Svøríki
Danmark
Ungarn
Albania
Malta
Bólkur 2
Grikkaland
Ísrael
Sveis
Moldova
Letland
Luksemborg
Bólkur 3
Kekkia
Póland
Norðurírland
Slovakia
Slovenia
San Marino
Bólkur 4
Týskland
Rusland
Finland
Wales
Aserbadjan
Liktinstein
Bólkur 5
Spania
Turkaland
Belgia
Bosnia-Herzogovina
Armenia
Estland
Bólkur 6
Kroatia
Ongland
Ukraina
Hvítarusland
Kazakhstan
Andorra
Bólkur 7
Frakland
Rumenia
Serbia
Litava
Eysturríki
Føroyar
Bólkur 8
Italia
Bulgaria
Írland
Kypros
Georgia
Montenegro
Bólkur 9
Holland
Skotland
Noreg
Makedonia
Ísland
Skoraðu í yvirtíðini
Við seinastu HM-luttøku sínari í 1998 setti Eysturríki
eitt merkisvert met. Liðið vann seg ikki víðari úr bólka-
spælinum, har teir endaðu aftan fyri Italia og Chile.
Men tað merkisverda var, at landið í øllum trimum
dystunum skoraði eitt mál, og at hetta hvørja ferð kom
í yvirtíðini. Móti Cameroon javnaði Toni Polster til 1-1,
eftir at Pierre Njanka við einum framúrskarandi máli
helst seg hava sent afrikanararnar á sigurskós. Móti
Chile javnaði Ivica Vastic við einum skrúvandi skoti,
eftir at Marcelo Salas hevði skorað eitt ivasamt mál. Og
móti Italia skoraði Andreas Herzog við brotssparki í
yvirtíðini. Men tá høvdu bæði Christian Vieri og
Roberto Baggio skorað fyri Italia, sum altso vann 2-1.
Seinastu úrslitini
Síðani Josef Hickersberger aftur varð settur í landsliðs-
venjarasessin í 2006, hevur Eysturríki spælt 20 lands-
dystir. Av hesum hevur landið bert vunnið teir tríggjar.
Teir 20 dystirnir hava verið móti hesum tjóðum: Kana-
da 0-2, Kroatia 1-4, Ungarn 1-2, Costa Rica 2-2,
Venezuela 0-1, Liechtenstein 2-1, Sveis 2-1, Trinidad &
Tobago 4-1, Malta 1-1, Ghana 1-1, Frakland 0-1,
Skotland 0-1, Paraguay 0-0, Kekkia 1-1, Japan 0-0,
Chile 0-2, Sveis 1-3, Fílabeinsstrondin 3-2, Ongland 0-
1, Tunis 0-0
Hickersberger gleðir seg
Josef Hickersberger sigur
seg fegnast um, at hann
aftur sleppur at hitta
Føroyar. Heilt samdur
er Ole Andersen tó ikki.
Danin, sum hevur virkað
sum venjari hjá fleiri
føroyskum feløgum, sendi
okkum hesa tekningina
eftir lutakastið
26