mánadagur 26. november 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 229 - 26. november 2007 ]
Serliga seinni lands
dysturin móti ís
lendsku U21kvinn
unum sýndi góðar
taktir. Men okkara
megnaðu ikki at halda
høvdið kalt, tá mest
stóð á
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eitt misnýtt brotskast, og
mest sum blackout í 6 móti
4 yvirtalsstøðu. Hetta kost
aði føroyska kvinnulands
liðnum dýrt, tá tær spældu
seinna landsdystin móti
íslendska U21liðnum.
Tá brotskastið varð mis
nýtt, stóð 2322 á talvuni,
og Ísland hevði júst fingið
aðru útvísingina á rað.
Simona Hansen traðkaði tó
ov langt fram, tá hon sendi
bóltin í meksarnar, og ístað
in vann Ísland seg upp 24
23. Ein støða, ið tó ikki helt
sær, tá Simona langaði sein
asta bóltin í kassan til enda
liga úrslitið.
So hóast hitastigini í
nýggju og vøkru høllini í
Klaksvík mest líktist kulda
stigum, so megnaðu okkara
altso ikki at halda høvdinum
kalt, tá mest stóð á.
Sakna bakkar
Meira enn úrslitið, so var tó
áhugavert at síggja, í hvønn
mun føroyska liðið hevur
ment seg. Grundarlagið fyri
slíkari sammeting er kanska
dekan ov tunt, tá uppgávur
nar hava verið ógvuliga fáar
og spjaddar. Men nakrir
positivir
tendensir
vóru
avgjørt at hóma.
Ikki minst var hugaligt at
síggja, hvussu væl okkara
megnaðu at dekka offensivt
í samfullar 60 minuttir.
Hetta
krevur
sjálvandi
nógva orku, men við at
rotera millum spælararnar,
fekst hetta at rigga væl, tó
at konsentratiónin í løtum
hevði hug at svíkja.
Og hugaligt var tað eisini
at staðfesta, at tað hóast eru
onkrir bakkar við góðari
skotstyrki. Júst bakkplássini
hava ofta verið nevnd sum
ein trupulleiki hjá Føroyum,
tí útlendsku spælararnir
mest sum hava patent upp á
hesi í feløgunum. Men av
rikið hjá Duritu Christoffer
sen vísti, at her stendur nú
ikki heilt so illa til. Simona
Hansen er nú spælarin við
drúgvastu royndunum á
plássinum, og á síðulinjuni
er
eisini
ein
Rebekka
Justinussen, sum væl og
virðiliga hevur skotstyrkina,
sum skal til.
Hinvegin er støðan ikki
eins góð á vinstra bakki.
Sjálvandi
var
tað
ikki
nummar eitt, at Annika
Ljósstein mátti geva avboð
til dystirnar hesaferð, og
hon vildi verið uppløgd á
plássinum. Men tað er spell,
at
landsliðsvenjarin
í
longum løtum noyðist at
brúka Joan M. Djordjevic á
bakkplássinum.
Hetta
megnaði hon tó hampuliga
væl, men fleiri ferðir sýndu
rennibanarnir, at hon er
miðspælari burturav.
Her er ein loysn møguliga
ávegis, nú Stjørnan arbeiðir
við at fáa føroyskt pass til
Simonu Petersen. Men tað
skerst ikki burtur, at tá
vinstri bakkur hjá teimum
fýra ovastu feløgunum verð
ur upptikin av útlendskum
profili, so verður truplari
hjá teimum føroysku spælar
unum at etablera seg á pláss
inum.
Rammur mugu
skapast
Arbeiðið við kvinnulands
liðnum hevur verið eitt sind
ur on og off seinastu 78
árini, men ætlanin er so, at
hetta nú skal koma í eina
fastari legu.
Eftir dystin staðfesti venj
arin, Sophus DalChristian
sen, at ætlanin er at hava
fýra fastar aktivitetir um
árið, soleiðis at spælararnir
alla tíðina høvdu nakað at
arbeiða fram ímóti. Hvørjir
hesir aktivitetir skulu verða,
er tó ikki fastlagt.
– Menning krevur, at
spælararnir
støðugt
fáa
avbjóðingar. Eitt gott dømi
er væl endin av dystinum í
dag, har spælararnir ikki
eru nóg kaldar, tá vit hava
møguleikan at avgera dyst
in. Tað er nakað, sum bert
kann venjast við at spælar
arnir fáa neyðugu royndir
nar, helt Sophus.
Ein møguleiki er sjálvandi
Challenge Trophykapping
in, har Føroyar tvær ferðir
hava tikið lut, men í løtuni
er hetta ikki avgjørt.
Vit bíða fyrst og fremst
eftir, hvør avgerðin hjá
EHF verður um hetta. Er
leisturin tann sami, sum
hann var seinast, so er lítil
menning í at senda okkara
sterkastu kvinnur avstað,
sigur Kristian Johansen, for
maður í HSF.
Hann sigur, at endaliga
avgerðin um formin, sum
kappingin verður skipað
eftir, verður tikin í desemb
er, og tá fer HSF so at gera
av, um talan eisini verður
um føroyska luttøku – møgu
liga eisini vertsskap.
Vóru
klárari
Stóri munurin á dyst
inum í gjár og í dag var,
at vit hesa ferð vóru klár
ar frá fyrsta bríksli. Sjálv
andi fingu vit eisini
broytt nakað um spælið,
tí vit sóu, at tað riggaði
væl at verja offensivt
móti teimum.
Soleiðis segði Joan
Midjord Djordjevic, tá
vit eftir dystin sunnudag
in spurdu hana, hvør
stóri munurin á teimum
báðum dystunum var.
Tit fara eitt sindur nið
ur í tempo í løtum. Var
tað ov tungt at verja so
mikið offensivt?
Tað var tungt í øllum
førum. Tað krevur jú
nógv meira renning, og
so verður tað strævið.
Og hóast føroyska lið
ið móti dystarenda misti
takið, tá dysturin skuldi
avgerast, so vóru bæði
Joan
og
liðfelagarnir
munandi betri nøgdar
um dystin sunnudagin.
Tað er einki at ivast í.
Sjálvandi er tað keðiligt,
at vit kiksa har í endan
um. Men sum heild
gjørdu vit færri mistøk,
enn vit gjørdu í gjár, og
vit spæla ein nógv betri
dyst. So vit eru rættiliga
væl nøgdar um avrikið
hesaferð, helt hon.
-mørk
Lokalir leikarar
GÍ hevur gjørt avtalur við tríggjar av sínum egnu
spælarunum. Eini spælarin kemur heimaftur eftir
eitt ár í øðrum felag. Ársins leikari í GÍ farna
kappingaár Sam Jacobsen heldur fram í felagnum,
og tað ger Símun Louis Jacobsen eisini. Harafturat
fáa teir Hanus Jacobsen aftur í hópin, eftir at Hanus
seinasta árið hevur roynt seg í AB.
Leirvíkingar á felagslið
GÍ og LÍF hava lagt síni bestu fótbóltslið saman, og nú sæst
ein avleiðing av hesum. GÍ/LÍF hevur nevniliga gjørt sáttmála
við tríggjar leirvíkingar fyri næsta kappingarár. Magnus
Skoralíð skifti longu í summar til GÍ at spæla, og nú fara
eisini Andreas Lava Olsen og Sølvi Vatnhamar at royna seg í
Formulahópinum hjá felagsliðnum. Umframt leirvíkingarnar
hevur GÍ/LÍF eisini gjørt avtalu við unga álopsspælaran
Finnur Justinussen.
Føroyar-Ísland 17-22 (10-14)
10 min: 2-7
20 min: 6-9
40 min: 11-16
50 min: 16-19
Málskjúttar
Føroyar: Durita Christoffersen 6(1), Fríða Marjunardóttir
4(1), Simona Hansen 3(1), Ninna Kristin Johansen 1, Joan
Midjord Djordjevic 1, Ása á Neystabø 1, Unn Kragesteen
1
Ísland: Stella Sigurðardóttir 5, Kristin Collins 5, Karin
Káradóttir 3, Sanna Jónsdóttir 3, Hildur Tórgeirsdóttir
2(2), Ester Oskarsdóttir 1, Arna Erlingsdóttir 1, Svinna
Maria Einarsdóttir 1, Rebekka Skúladóttir 1
Brotskøst: Føroyar 3, Ísland 2
Útvísingar: Føroyar 1, Ísland 1
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen
Føroyar-Ísland 24-24 (11-12)
10 min: 3-5
20 min: 7-8
40 min: 16-15
50 min: 19-21
Málskjúttar
Føroyar: Durita Christoffersen 5(1), Ása á Neystabø 5,
Joan Midjord Djordjevic 4, Simona Hansen 4, Una Olsen
3, Fríða Marjunardóttir 2, Anja Heinadóttir 1
Ísland: Hildur Tórgeirsdóttir 7(3), Kristin Collins 7, Stella
Sigurðadóttir 5, Rebekka Skúladóttir 3, Svinna Maria
Einarsdóttir 2
Brotskøst: Føroyar 3, Ísland 4
Útvísingar: Føroyar 1, Ísland 2
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen
FAKTA
Durita Christoffersen var besti málskjúttin í báðum dystunum móti íslandi. Og við hesum
prógvaði hon, at hon kann bera byrðuna sum fyrsta val á høgra bakki
Mynd: Álvur Haraldsen
Ikki nóg kaldar
27