Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-26, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. november 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 229 - 26. november 2007 ] Eru komnir ígongd Gert Hansen hjá KÍF var ikki við í truplu byrjanini. Hann var skaddur fyrstu dystir­ nar, og tað vóru aðrir spælarar eisini. Og hann heldur, at týdning­ armesta orsøkin til, at KÍF nú hevur fingið glið á, er, at allir mans aftur eru tøkir. ­ Vit eru veruliga komnir ígongd, nú allir eru tøkir. Og sjálvandi hevði tað nógv at siga fyri sjálvsálitið, at vit vunnu móti Kyndli. Í dag mugu vit tó iðra okkum um, at vit ikki fingu sigurin, og í øllum førum haldi eg, at strandingarnir skulu vera meira nøgdir, enn vit eru tað. Við trimum stigum í mun til tey ellivu hjá oddaliðunum er enn eitt fitt petti upp hjá KÍF, um teir skulu gera seg galdandi í stríðnum um ein finalusess. Men enn tykist Gert ikki vilja avskriva nakað sum helst. ­ Kappingin er kanska blivin eitt sindur øðrvísi, enn roknað varð við. Fleiri væntaðu nógv av okkum, men higar til eru tað so hoy­ víkingarnir, sum hava tikið flest fólk á bóli. Hjá okkum sær tó nak­ að betri út nú. Kunnu vit vinna á VÍF komandi umfarið, so fáa vit kanska minkað munin nakað, og so ivist eg ikki í, at tað fer at síggja nakað frægari út hjá okkum, sigur hann. -mørk Hughes hevur longt Walisiski venjarin hjá Blackburn Rovers og Gunnari Nielsen hevur staðið seg væl, síðan hann kom til felagið í 2004, og nú hevur hann longt sáttmálan við felagið. Nýggi sáttmálin hjá Hughes er í gildi til 2010. ­ Mín týdningarmesta uppgáva er at fáa tey góðu úrslitini, og eg meti, at tað er nakað, eg havi megnað. Samstundis meti eg, at felagið hevur førkað seg frameftir, og eg eri spentur, tí meira góðbitar eru í væntu, sigur Mark Hughes. AaB spælir primitivt Í gjár vann AaB ­ uttan føroyingar á liðnum – toppdystin í superliguni ímóti FC Midtjyllandi. Eitt mál kom í dystinum, og tað skoraði AaB. Eftir dystin helt onkur av spælarunum hjá FCM fyri, at AaB spælir primitivan fótbólt, men tað leggja teir einki í hjá AaB. ­ Vit vóru betur enn FC Midtjylland, og vit vunnu fult uppiborið, segði toppskjúttin Rade Prica eftir sigurin í gjár. AaB liggur javnt í stigum við FCK í toppinum í superliguni. Hesa ferð var KÍF bert eitt misnýtt brotskast frá sigrinum, tá teir tóku móti StÍF sunnudagin Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir eina byrjan, sum beyð liðnum upp á seks tap á rað, er KÍF nú um at vakna. Seinasta vikuskiftið stríddu kollfirðingarnir seg til sig­ urs móti Kyndli, og eftir øll­ um at døma var tað júst hetta, sum spælarunum tørv­ aðu. Kenslan av, at tað kann bera til at vinna. Misnýttu brotskast Sunnudagin hevði liðið sera trupla uppgávu, tá væl koyr­ andi StÍF kom á vitjan. Men kollfirðingarnir vístu tó alt fyri eitt, at teir avgjørt ikki ætlaðu at geva sigurin burt­ ur fyri einki. Tvørtur ímóti vóru tað vertirnir, sum høvdu munin fyrstu longu løtuna av dyst­ inum. Serstakliga hevði StÍF ilt við at halda stór­ spælandi Damir Oros og Dean Jankovic, og var tað ikki fyri Marian Cirlo­ ganescu í málinum, kundi væl staðið illa til hjá StÍF. Ístaðin togaðu teir seg trý mál framum beint undan steðginum, og tó at KÍF minkaði hetta í eitt mál, so vóru tekin kanska um, at oddaliðið skuldi eiga mun­ in. Soleiðis varð tó ikki. Fyrstu lítlu løtuna eftir steðgin hildu gestirnir fast, men so fór KÍF aftur at gera um seg. Oros var als ikki til at steðga hesa løtuna, og av seinastu seks KÍF­málunum stóð hann fyri teimum fimm. Heilt stóra punktumið kundi hann seta, tá KÍF í seinasta minuttinum fekk brotskast. Men sum ikki einaferð, so prógvaði Mari­ an Cirloganesu, at hann væl kann verða gull verdur hjá strandingunum. Tað gav eis­ ini gestunum høvi til eina seinastu álopsroynd, men meira enn eitt forkølað skot gjørdist talan tó ikki um. Eru fremstir Við javnleikinum tók StÍF seg upp á oddasessin, har teir hava betri málmun enn Neistin. Men úrslitið prógv­ ar eisini, at tað neyvan finn­ ast nakrar lættar uppgávur í ársins útgávu av Atlantic Airways­kappingini. Kollfirðingar tykjast í øll­ um førum vera komnir á røttu kósina, og so er spurn­ ingurin, um teir kunnu stríða seg nærri oddinum komandi vikurnar. NM-umboðini funnin Tað er nú greitt, hvørjir telvarar skulu umboða Føroyar, tá NM­kappingin í talvi fyri ungdómar verður á skránni. Finalan í ungdómstelvingini var í skúlanum á Argjum um vikuskiftið, og her vissaðu tey bæði fremstu í hvørjum aldursbólki sær luttøku til NM­kappingina. Tey fremstu – og harvið føroysku NM­umboðini – eru: IM Helgi Dam Ziska, Rógvi Dragaberg, Rógvi E. Nielsen, Hjalti T. Jógvasson, Rúni Vørmadal, Pætur Poulsen, Heðin Gregersen, Einer Gregersen, Høgni E. Nielsen og Sjúrður Olsen. Hesir tíggju eru teir, sum umboða Føroyar til komandi NM- kappingina KÍF-StÍF 27-27 (14-15): Kollfirðingar komnir fyri seg KÍF-StÍF 27-27 (14-15) 10 min: 4-4 20 min: 9-8 40 min: 17-18 50 min: 23-23 Málskjúttar KÍF: Damir Oros 10(3), Dean Jankovic 6, Gert Hansen 4, Niklas Reginsson 2, Eddie Joensen 2, Mirko Milenkovic 1, Rógvi Weihe 1, Ingi Johannesen 1 StÍF: David Edvardsen 7(2), Sveinur Justinussen 5(1), Leivur Justinussen 4, Bárður Danielsen 3, Danni Stryher 2, Andre F. Danielsen 2, Jón Rasmussen 1, Bent Djurhuus 1, Rúni Niclasen 1, Borgar Danielsen 1 Brotskøst: KÍF 4, StÍF 4 Útvísingar: StÍF 2 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen FAKTA Strandingar fingu sítt at síggja til. Kollfirðingar eru enn niðastir, men seinasta góða vikan hevur veruliga givið liðnum ferðina aftur Mynd: Álvur Haraldsen 28