mánadagur 26. november 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 229 - 26. november 2007 ]
Sviar eru nøgdir
Sviar eru nøgdir við sítt lutakast til HM-
undankappingina. Svøríki kom millum annað í bólk
saman við Danmark og Portugal. - Lutakastið kundi verið
verri, men tað kundi eisini verið eitt sindur betur. Eg
rokni serliga við, at dystirnir ímóti Danmark og Portugal
verða truplir, sigur landsliðsspælarin Daniel Andersson. -
Eg rokni eisini við, at útidysturin ímóti Ungarn verður
trupul, men hetta er ein bólkur, sum vit eiga at koma
víðari frá, sigur hann.
Í einum til tíðir
rótutum dysti, har tað
leikaði javntá í fyrra
hálvleiki, gjørdist
vælleikandi H71-
málverjin ógvuliga
avgerandi í øðrum
hálvleiki.
Hondbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Førarasetrið skifti ofta eigara
í 1. hálvleiki. Bæði liðini
byrjaðu við rættuliga høgari
leikferð, men mistu bóltin og
brendu. Nakrir minuttir vóru
farnir, áðrenn fyrsta málið
kom. Neistin hevði eina gylta
løtu í 1. hálvleiki har teir
vendu 6-4 til H71, til 8-6 til
Neistan. Men H71 fekk bal-
ansu í roknskapin aftur, teir
javnaðu til 8-8, og tá farið
var til hálvleiks var bert tað
eina málið á muni. Neistin
hevði góða eydnu við skjót-
álopunum, tá var framúr góði
H71-málverjin Levi Nybo
púra seldur. Men í vanliga
álopsspælinum átti Neistin
ikki nóg nógv vápn ímóti
Levi, og H71-verjuni. Serliga
var ein leikari, sum Blagoje
Buha rættuliga anonymur
fyrstu 30 minuttirnar. Telur
ein málini frá, sum Neistin
fekk eftir skjótálop, so var
tað bara ein slakur fjórða-
ella fimtipartur teir fingu í
vanligum álopsspæli. Esbern
Paturson hjá H71 var ikki
væl við í 1. hálvleiki, men
serliga Niels Viggo Niclassen
syrgdi fyri, at H71 alla tíðina
hevði samband við Neistan.
Skoraðu ikki
Fyrstu 9 minuttirnir av 2.
hálvleiki gjørdust funda-
mentið fyri H71-sigurin.
Esbern Paturson kom í
gongd við málskjótingina,
og Halgir Dahl Olesen fekk
eisini rættað siktið. Hoyvík-
ingar stóðu væl í verjuni,
og Levi tók fullkomuliga
broddin av Neistamonnun-
um hesa løtuna. H71 vendi
hálvleiksstøðuni 12-13 til
eina 17-13 leiðslu hesa løt-
una. Ikki fyrr enn 9 ½ min-
uttir vóru leiktir skoraðu
neistamenn aftur. H71 helt
kortini frástøðuna, og tá
hálvleikurin var hálvrunnin
var H71 á odda 20-15.
Neistin nærkast aftur
Men spenningur kom í aftur
dystin. Halgir Dahl Olesen
fór út á beinkin at hvíla seg.
H71-verjan var ikki optimal
hesa løtuna, og hetta loyvdi
millum
annað
Blagjohe
Buha at koma inn aftur í dyst-
in. Neistin át av H71-leiðsl-
uni, og knappliga var støðan
ein tepur 20-18 leiðsla til
H71. Men Levi hevði aftur
nakrar avgerandi bjargingar,
og H71 togaði seg upp aftur
á 22-18. Neistin og Buha
vildu kortini ikki sleppa heilt,
og stutt fyri leiklok høvdu
teir aftur samband, 22-20 til
H71 var støðan tá. Men Roar
Dalsgarð gjørdi ikki royndina
hjá Neistanum lættari tá hann
fekk reyða kortið eftir 3
ferðir 2 minuttirs útvísingar.
Dagsins mál var tá Esbern
Paturson
snýtti
Neista-
verjuna, og bankaði bóltin í
kassan til støðuna 23-20. Tá
var sloppið hjá H71. Løtu
seinni
bleiv
skorað
til
endaligu støðuna 24-20.
Rótut men spennandi
Dysturin var heldur rótutur
til tíðir, og var hann merktir
av, at sterku einstaklingarnir
tóku sakina í egnar hendir í
avgerandi løtum. Nemanje
Rasic
í
Neistamálinum
hevði eisini góðar bjarging-
ar, har í millum eitt brots-
kast. Men í hesum rokn-
skapinum hevði Levi Nybo
munin. H71-verjan hevði
ein betri dyst enn Neista-
verjan, men hon viknaði tá
Halgir Dahl Olesen var
uttanfyri tað einu løtuna.
Skjótálopini hjá Neistanum
riggaðu væl, serliga í 1.
hálvleiki. Men teirra besti
skjútti úti frá, leikandi venj-
arin Ingi Olsen kom ongan-
tíð inn á vøllin í Hoyvík
ígjár. Fyri Neistan mugu vit
vóna, at hann kann taka
nøkur tøk í álopspartinum í
framtíðini. Tí tann parturin
var næstan broddaleysur
hjá Neistanum ígjár. Bæði
liðini mistu ov ofta óneyð-
ugur bóltar, og vit vóru eis-
ini vitni til at Hanus Kúr-
berg og Hans Thomassen
bríkslaðu heldur seint í
summum støðum, og seink-
aðu onkrum støðum, sum
vóru liðunum til fyrimunar
í álopsstøðum. Men spenn-
ingurin var næstan alla
tíðina í dystinum. Og hann
bjargar nógvum, eins og
Levi Nybo gjørdi ígjár!
H71-Neistin 24-20 (12-13):
Levi tók
broddin av
Neistanum
H71-Neistin 24-20 (12-13)
10 min: 4-4
20 min: 9-8
40 min: 17-17
50 min: 20-18
Málskjúttar
H71: Halgir Dahl Olsen 6(1), Niels Viggo Niclasen 6,
Esbern Patursson 5(1), Tróndur Vatnhamar 3, Bárður
Brimvík 2, Janus Sørensen 1, Dánjal Tórgarð 1
Neistin: Carl Herup Olsen 6, Blagoje Buha 3, Tróndur
Kragesteen 3, Johan Brekkstein 2, Dann Thorleifsson
1, Jón Ludvig 1, Jugoslav Djumic 1, Sjúrður Thomassen
1, Jákup Apol 1
Brotskøst: H71 6
Útvísingar: H71 2, Neistin 5
Diskvalifikatión: Neistin 1 (3X2 minuttir)
FAKTA
H71 hevur higar til verið stóra positiva ískoytið til hondbólts
kappingina. Sunnudagin bastu teir Neistanum, og eru teir nú
bert eitt stig aftan fyri oddaliðini
Mynd: Álvur Haraldsen