týsdagur 22. februar 2000síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 36 - 22. februar 2000
24
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 36 - 22. februar 2000
Falkavegur 6 - FO 110 Tórshavn
Tel. 314600 - Fax 314601
Teldupostur: sk@post.olivant.fo
Sosialurin - 311820
SER-
TILBOÐ
HENDAN
MÁNAÐIN
Betri svøvn
Betri svøvn
BIOflex magnetviðgerð tí:
BIOflex magnetviðgerðin er avgjørt tann besta
magnetviðgerðin í verðini!
BIOflex hevur prógvað ávirkanina við dupultari
blindtest!
BIOflex hevur 100 ferðir størri ávirkan enn
líknandi vørur!
BIOflex er góðkent sum heilsuútgerð!
BIOflex hevur víst, at yvir 92 % verða pínufrí
og øll sova betri!
Vøran er testað á Ríkissjúkrahúsinum í Keyp-
mannahavn.
¥
¥
¥
¥¥
Nærri upplýsingar ella faldari fæst hjá: Vello Føroyar
Boks 354 - FO-700 Klaksvík • Tlf: 217916 - Fax: 457916
Vello Skandinavia Sp/f hevur síðani 1989 selt fleiri enn 25.000 BIOflex viðgerðir í
Danmark og virkið hevur framhaldandi framgongd við viðgerðini. BIOflex er best
á marknaðinum innan magnetiska viðgerð.
Viðgerð, ið virkar ímóti:
¥Øllum slagi av pínu¥Vøddastívleika
¥Trupulleikum við svøvni¥Órógv í blóðrenslinum
¥Einastandandi fyri ryggjatrupulleikar
Magnetviðgerð er tað nýggjasta
innan pínuviðgerð - og júst BIO
flex undirdýnan, sum er vard við
einkarrætti í allari verðini, hevur
víst, at 92 % verða pínufrí.
Vello Føroyar veitir tær aftur-
sendingarrætt í 5 vikur, tá dýnan
hevur verið brúkt í minst 3 vikur.
Sosialurin - 311820
Ring 21 79 16
Aftaná aðalfundin 12. feb. 2000 hjá Føroya
Astma/Allergifelag bleiv nýggj nevnd vald,
og skipaði seg sama dag.
Forkv./skriv.: Snæbjørg Ørvarodd, Tórshavn.
Næstform./kassameistari: Jón Slættanes,
Tórshavn.
Nevndarlimur: Elisabeth Z. Jacobsen, Klaks-
vík.
Tiltakslimir: Brita Djurhuus, Tórshavn og
Petur Mortensen, Tórshavn.
Føroya Astma/Allergifelag
Nýggj nevnd
NØKUR PLÁSS ER EFTIR
TIL HESI SKEIÐ:
Sosialurin - 311820
SKEIÐTÆNASTA HANDILSSKÚLANS * STH
útbúgving, eftir- og víðariútbúgving á Føroya Handilsskúla
Postsmoga 177 ¥ FO-110 Trshavn ¥ Tel. 31 88 13 ¥ Fax 31 33 74
T-postur: fh-sth@post.olivant.fo ¥ HeimasÝa: http://sth.olivant.fo
EXSEL (rokniark)
TÝ:
Kl. 09.00-12.15
24., 29. feb. og 02., 07. mars
KostnaÝur:
Kr. 2.600,00
SkeiÝleiÝari:
Martha DalsgarÝ
AT L®RA AT ARBEIÜA EFFEKTIVT
TÝ:
Kl. 16.00-20.00
28. feb. og 02., 06., 09. mars
KostnaÝur:
Kr. 2.400,00
SkeiÝleiÝari:
Bergur Godtfred
Frá S&K-felagnum
Aðalfundur felagsins verður í hølum Føroya
Arbeiðarafelags, Tjarnardeild 5, Tórshavn,
leygardagin 26. februar 2000 kl. 15.00, við
hesari dagsskrá:
1. Frásøgn formansins frá farna ári
2. Roknskapur til góðkenningar
3. Val av tveimum nevndarlimum og tveim-
um tiltakslimum
4. Val av formanni
5. Lógarbroytingar
6. Innkomin uppskot
7. Ymiskt.
S&K-felagið
Telduskeið á
Strondum
Skeið í postskipan, interneti og Windows
98 á byrjunarstøði verður leygardagin 26.
feb. frá kl. 9 – 16.
Tekning á tlf.
449104 ella
219700
Føroya
Psoriasisfelag
Kunngjørt verður við hesum, at næsti við-
gerðartúrur fyri psoriasis verður 24. apríl til
19. mai til Bláa Lónið í Íslandi. Tey ið hava
tørv á viðgerð, kunnu fara til egnan kommu-
nulækna, ið so fyllir út umsóknarblað til húð-
læknan. Umsóknir skulu vera húðlæknanum
í hendi seinast 1. mars.
Føroya Psoriasisfelag
Til sølu
Sethús í Leirvík:
Grundøki:
604 m2
Stovuhædd:
105,72 m2. Stova, køk-
ur, 4 kømur, baðirúm,
gongd.
Kjallarahædd: 138,01 m2. Høvuðsinn-
gongd við trappu upp á
stovuhædd, vaskirúm
og kjallararúm. Eitt kam-
ar við wc og egnari inn-
gongd.
Áhugaði kunnu venda sær til
Húsalánsgrunnin,
tlf. 314583
DANNY TRANSPORT
- tá okkurt
skal koyrast
ella goymast
Tlf. 319192
Nýggjar
TANNPROTESUR
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum
Kliniskur tannteknikari
BERGUR
Á REYNATRØÐ
Børkuvegur, 620 Runavík
Tlf. 448480
Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16
Reyði krossur Føroya
Sorgarlinjan hjá Reyða Krossi Føroya
svarar allar dagar frá kl. 1700 til 2300
212380
Viðmerking:
Sum at lesa gamlar framar
Altjóða ferðaleiðaradagur
21. februar er altjóðadagur
ferðaleiðara, og verður hann
hildin fyri at minna á og
kunna um ferðaleiðarayrk-
ið.
Ferðaráð Føroya, Hand-
ilsskúlin og Føroya Ferða-
leiðarafelag hava hildið tvey
skeið fyri ferðaleiðarum, og
hava 40 næmingar lokið
prógv.
Mánadagin 21. februar
varð dagurin hildin fyrstu
ferð í Føroyum, og Føroya
Ferðaleiðarafelag bjóðaði
nøkrum bólkum útferðir.
Í Tórshavn var ein túrur
gjørdur á Tinganesi 16. feb-
ruar saman við fólkum úr
Tilhaldinum, tí at mikudag
plagar tilahldið at gera túrar.
Ferðaleiðari var Guðrun
Haustein.
Næmingar í íslendskum
vitjaðu á Tinganesi 21. febr-
uar. Ferðaleiðarar vóru Jó-
hanna Traustadóttir
og
Bette Johansen.
Í Klaksvík varð ein buss-
túrur gjørdur og vitjað varð
á Kunningarstovuni. Ferða-
leiðarar vóru Súsanna Olsen
og Emma Heinesen.
Úr Kollafirði var farið til
Havnar har vitjað var í Út-
varpshúsinum og Norður-
landahúsinum. Ferðaleiðar-
ar vóru Gunnvá Dam og
Ólavur Hansen.
Heilsan
Vegna Føroya
Ferðaleiðarafelag
Jóhanna Traustadóttir
Tað tykist, sum
Javnaðarflokkurin er
við at gerast tilhald
hjá gomlum
antidemokratum
Hesi tíggju árini, ið eru liðin
síðani Múrurin fall, hevur
tann politiski vinstravong-
urin í Vestureuropa havt
bæði hugsjónarligar timbur-
menn og ikki sørt av ident-
itetstrupulleikum. Stutt og
greitt havt ringt við at fóta
sær. Kanska ikki heilt av
ongum - fortíðin stinkar,
serliga hjá teimum úti á
vonginum.
Eftir at tað umsíðir varð
avdúkað - og tað so væl og
virðiliga eisini - hvat ið í
roynd og veru var farið fram
í »teim lovaðu londunum«
handan
Tjaldið,
hevur
mangur gamal kommun-
istaforsprákari havt sálar-
kvøl og ampa av sínum
brøgdum í fyrøldini, og
ymiskt er hvussu vinstra-
politikarar kring heimin
duga at finna gongulagið í
hesum nýggja politiska
landslagi. Summir á tí utt-
asta vinstravonginum eru
framvegis líka opinskáraðir,
botnkonservativir og nost-
algiskir sum eitt nú russiski
kommunistaleiðarin Ziuga-
nov, men nógv teir flestu
gera eins og tann »reformer-
aði« eysturtýski kommun-
istaflokkurin PDS: dylja
ella avnokta fortíðina og ar-
beiða sum óðir fyri at gerast
politiskt stovureinir. Mis-
javnt kann vera, hvussu teir
eydnast við hesum hugsjón-
arliga karbaði. Av góðum
grundum er hatta slagið jú
undir støðugum illgruna.
Størsti trupulleikin, ið
hesir (meir ella minni) fyrr-
verandi kommunistar og
Moskvastuðlar
hava
at
dragast við, er eyðvitað tað
vantandi
trúvirðið.
Tí
hvussu kanst tú á ein trú-
verdigan hátt greiða heim-
inum frá, at tú í eitt langt
áramál meira ella minni
aktivt stuðlaði nøkrum av
teim ringastu ræðuveldun-
um í heimssøguni? At tú so
aktivt og so eldhugaður
stríddist ímóti teirri dem-
okratisku skipanini? Var or-
søkin til tess fákunna, góð-
trúni, reindyrkaður tra-
mansskapur ella politisk
spekulatión? Og hvussu
kanst tú á ein trúverduglan
hátt greiða veljarafjøldini
frá, at tú og tínir floksfel-
agar nú brádliga stuðla
sama demokratiska stýris-
lag, sum tit í so mong ár og
av øllum alvi stríddust fyri
at avtaka? Kanst tú á ein trú-
verdugan hátt avnokta og
afturvísa tí sum tú í so langt
áramál segði, skrivaði og
trúði uppá?
Hjá hesum (meir ella
minni)
»reformeraðu«
kommunistaflokkum ræður
sjálvandi um at benda tonk-
um veljarans burtur frá for-
tíðini; at siga sum er hevði
jú verið politiskt sjálvmorð.
Ymiskar eru snildirnar til
tess: annaðhvørt siga ósatt
um fortíðina (best gongst
hjá tí, ið best dugir at lúgva)
ella leika í um okkurt heilt
annað. Helst er tað ein meg-
inorsøkin til at tað so javnan
hoyrist úr vinstra borði,
hvussu ræðuliga ódemo-
kratiskir allir aðrir flokkar
og politikarar eru, fyri ikki
at siga stats- og fólkafígg-
indar (mangan snýr hetta
seg meir um reint kegl held-
ur enn um realpolitikk, eftir-
sum definitiónirnar upp á
demokrati
har
uttast
vinstrumegin kunnu vera
heldur enn ikki margháttlig-
ar).
Gav teimum
durafjórðingin
Flestallir sosialdemokrat-
isku flokkar um okkara leið-
ir hava gáað um, at Múrurin
er fallin, og at veljarin veit
av tí. Í dag krevur tann pol-
itiska andstendigheitin av
sosialdemokratum, at teir
vísa reindyrkaðum komm-
unistum frá sær. Eitt nú gav
týski ríkiskanslarin Gerhard
Schröeder PDS durafjórð-
ingin beinanvegin, sum
týska valið var av. Hann
metti at Týsklandi tørvaði
eina sterka stjórn, og helt
seg ikki kunna lít aá hesar
fyrrverandi
eysturtýsku
kommunistarnar, sum helst
kundu gerast nakað svika-
ligir sum frá leið. Svenski
forsætisráðharrin
Göran
Persson noyddist hinvegin
at
biðja
Vänsterpartiet
(fyrrv. VPH) stuðla sær og
stjórnini. Nakað hann í
fyrsta lagi kann takka sínum
egna kleyvarskapi fyri. Og
Göran Persson er eisini
komin rættiliga í rasshaft av
stuðulsflokkinum, við tað at
alt fleiri flokslimir eru farnir
at vísa hógvarnar og vilja
venda aftur til »ta góðu
gomlu kommunismuna«,
nú Vänsterpartiet er komið
inn í tann politiska hitan og
hevur fingið meiri vald. Í
hesum døgum skifta hesir
fyrrverandi kommunistarnir
í fullum álvara orð um,
hvørt tær atfinningar ímóti
Sovjettsamveldinum - sum
av reint taktiskum orsøkum
vórðu tiknar við í stevnu-
skránni í 1991 - skuluerða
tiknar úr aftur. Ikki eru tey
meira »reformeraði« enn so,
tá ið til stykkis kemur!
Og so hava vit sjálvandi
eisini hitt slagið: nevniliga
teir smáu bólkarnir av
kommunistiskum ørvitis-
fiskum, ið framvegis stríð-
ast fyri at avtaka demokra-
tiið og skíra øll onnur (og
serliga hvønn annan) fasc-
istar, fólkafíggindar og tað
ið verri er. Her á landi eru
sovorðnir flokkar fullkomi-
liga marginaliseraðir og
vístir út í tað politiska
myrkrið, uttan nakra sum
helst ávirkan. Tí hvør kann
taka slíkt fólkaslag fyri fult?
Ei heldur vil nakar politik-
ari, ið vil verða tikin fyri
fult manna millum, kalla
aðrar politikarar enn so-
vorðnar sum Le Pen fyri
fasistar. Slíkur málburður er
væl og virðiliga avlagdur í
svenskum politikki og verð-
ur roknaður sum ein komisk
leivd frá tí kalda krígnum.
Gamlar doktrinir
Eitt skifti tyktist, sum at eis-
ini tað politiska orðaskiftið
í Føroyum var um at koma
á eitt hægri støði í so máta
(burtursæð frá teimum, sum
altíð rópa), og at tinglimir
vóru farnir at vísa hvør
øðrum eitt minstamál av
virðing. Men í seinastuni
hevur víst seg, at summir
tingmenn vilja venda aftur
til tann nokkso einsporaða
hálvfjersararetorikkin held-
ur enn at fáast við realpolit-
ikk. Helst kenna teir seg
tryggari í gomlum, innlærd-
um doktrinum enn í dagsins
politiska veruleika. Hann
setir jú hóast alt størri krøv
til fleksibilitetin, og tá
hjálpa politisk skriftstøð frá
sjeytiárunum lítið.
Fyri at henda greinin ikki
skal gerast alt ov drúgv, skal
eg á hesum sinni bara við-
gera tann rættiliga ser-
merkta retorikkin, sum Før-
oya Javnaðarflokkur hevur
borðreitt við í seinastu:
Tað tykist nevniliga sum,
at Javnaðarflokkurin líka
síðani seinasta val hevur
longst aftur til gamlar dagar,
og ikki er sørt at flokkurin
hevur fingið eitt herðindi av
avdankaðum hálvfjersara-
hugsunnarhátti heldur enn
at taka støði í degnum í dag
(flokkurin var annars um at
koma so nøkunlunda fyri
seg eftir trúnskiftið). At lesa
tær politisku greinarnar í
Sosialinum í hesum døgum
so nøkulunda fyri seg eftir
trúnskiftið). At lesa tær po-
litisku greinarnar í Sosial-
inum í hesum døgum er í
mangar mátar sum at lesa
gamlar Framar. Sami avold-
aði retorikkur og køvisligu
skuldsetingar um, hvussu
ræðuligir allir aðrir flokkar
eru, og hvussu ræðuligt tað
er fyri land og fólk at hava
aðrar meiningar enn Javn-
aðarflokkurin. Tað er eyð-
sæð, at minnini um tað falna
kongaríkið níva onkran.
Gaman í, hatta eru vit so
von við. Ein sog sínir hug-
sjónarligu brøður og systrar
her á landi dámar føroysk-
um
javnaðarpolitikarum
serstakliga væl at tykja synd
í sær sjálvum. Einans teir
vita, hvat demokrati er, og
einans teir duga at umsita
tað. Hetta er mestsum okk-
ara politiski barnalærdóm-
ur.
Víðopin fyri
antidemokratum
Tað er so eitt, og mest av
øllum er tað ófrívilliga
komiskt. Nakað ódámligari
er, at Føroya Javnaðarflokk-
ur hevur ikki heilt útviklað
seg sum sínir norðurlendsku
brøðraflokkar, nú tað kalda
kríggið er av. Tvørturímóti
tykist flokkurin liggja víð-
opin fyri gomlum FSarum
og øðrum antidemokratisk-
um elementum frá tí uttasta
vinstravonginum, ið eins og
úlvar í seyðaskinni gera sær
dælt við tað politiska valdið
og njóta gott av tí parla-
mentariska stýrislag, sum
teir fyri ikki so langari tíð
síðani vildu avtala. Spurn-
ingurin er, um hesir ný-
klaktu javnaðarmenn yvir-
høvur hava gjørt upp við
sína politisku fortíð og eru
vorðnir meira demokratiskt
sinnaðir á gamalsaldrinum.
Eg loyvi mær at ivast.
Tí teirra retorikkur er lítið
og einki broyttur síðani 70-
árini (burtursæð frá at teir
nú siga seg virka fyri fólka-
ræði og parlamentariskum
stýrislag; tað var annars ikki
gamalt í hasum selskapin-
um). Síðani onkuntíð í heyst
hevur tað politiska tilfarið í
Sosialinum í stórna mun
verið klassisku kommun-
istaretorikkur og mangar
greinar kundu fyri ein part
verið beinleiðis umsettar úr
Pravda. Skuldsetingarnar
ímóti øðrvísi hugsandi eru
nakað tær somu og líka
veruleikafjarar.
Tað vil so vera, at onkur
politiskur dinosaurus ger
eitt gleps av og á - mestsum
fyri at minna fólk á, at hann
framvegis er á lívi. Fleiri
ernn eg mundu halda, at Atli
Dam var blivin í barndømi,
tá ið hann í heyst javnmetti
arbeiðslagið hjá samgong-
uni við teir gomlu eystur-
statirnar (man Atli hava
gloymt, hvussu hann sjálvur
leikaði í, tá ið ein føroyskur
blaðmaður fyri einum tíggju
árum síðani samanbar hann
við Ceausescu?). Ikki tí,
slíkar genialar« politiskar
tesur og slík harmaljóð úr
fyrndini kunnu vera rætti-
liga undirhaldandi á sín hátt.
Onkrum skulu føroyingar
flenna at myrk vetrarkvøld.
Verri er, tá ið yngri og
virknir politikarar ikki eru
frægari at sær komnir enn
tað sama. Tann, sum í sein-
astuni hevur sermerkt seg
við serstakliga ófantaligum
orðalag, er tingmaðurin
Hans Pauli Strøm. Á hesum
øki hevur hann sett nýtt lág-
mark - nakað, sum jú er eitt
bragd í sær sjálvum. Retor-
ikkurin hjá Hans Paula
Strøm er ikki bara út av lagi
tápuligur og primitivur, men
staðfestir eisini teir ringastu
fordómarnar
um
kommunistiskar droymarar.
Konstruktivt mótspæl
Løgið hevði verið, um før-
oyingar ikki vóru ósamdir
um eitt so týdningarmikið
og viðkomandi mál sum
fullveldið. Eyðvitað hevur
samgongan brúk fyri eini
konstruktivari andstøðu og
konstruktivum mótspæli til
sín egna politikk. Men Sam-
bandsflokkurin, sum jú er
harðliga ímóti fullveldisætl-
anini og rúkandi ósamdur
við samgonguna, hevur ikki
eins og Javnaðarflokkurin,
havt fyri neyðini at í heilum
samanbera Landsstýrið við
Hitlerttýskland.
Kanska
kundu Hans Pauli Strøm &
ljómlið greitt okkum frá,
hví júst hesar ódámligu
samanberingar eru landi og
fólki at gagni.
Í tí politiska kjakinum
fírir Javnaðarflokkurin ikki
fyri at tosa um førarar, pro-
pagangaministarar, nation-
alfascismu og annað gott.
Kanska halda teir slíkan
málburð vera alneyðugan í
hesi móðurlandsins lagnu-
stund, men okkurt annað
kann eisini búgva undir.
Ikki er sørt, at Javnaðar-
flokkinum leingist aftur eft-
ir politiskum valdi. At teir
sakna ta tíð, tá ið teir púra
ótarnaðir kundu seta vinir
og kenningar í stjórastarv -
eyðvitað landi og fólki at
gagni, hvat tá? Tað tykist
eisini, sum Hans Pauli
Strøm og hansara menn
vilja umskapa Føroya Løg-
ting til sama hugsjónarliga
spælipláss, sum tá ið Før-
oyahúsið í Keypmannahavn
á sinni mátti hýsa trimum
1. maidagshaldum ísenn, tí
at menn ikki kundu semjast,
um Ta Røttu Læruna. Neyv-
an eri eg frekur, tá ið eg
haldi, at Føroya Løgting
hevur betur uppiborið.
Taka sær um reiggj
Vil Javnaðarflokkurin verða
tikin fyri fult, krevst at ting-
menn floksins vanda sær
meir um málburðin hereftir.
Og eftirsum serliga Hans
Pauli Strøm gremur seg um
tann vantandi demokratiska
hugburðin hjá samgonguni,
skyldar hann Føroya fólki
eina frágreiðing um, hvørt
hann hevur gjørt upp við
sína politisku fortíð, og
hvussu
hann
definerar
demokrati í dag. Hevði hetta
verið ov nógv at kravt av
einum fólkavaldum um-
boði?
Hetta setir eisini krøv til
veljarar Javnaðarfloksins,
sum jú í seinasta enda av-
gera, hvør ið skal vera teirra
umboð. Kannar tann før-
oyski veljarin nakrantíð eft-
ir, hvat fólkaslag hann velur
á ting? Væl er tann føroyski
veljarin góðlyntur, men
máti skal vera við. Tí tað
boðar hvørki frá politiskur
skynsemi ella serliga demo-
kratiskum sinnalag, at tú í
heilum mást kalla øðrvísi
hugsandi fyri nationalfasc-
istar.
Allar politiskar skipanir
hava brúk fyri klókum pol-
itikarum, eisini klókum
sosialdemokratum. Tekur
Føroya Javnaðarflokkur sær
um reiggj, kann hann
kanska, sum frá líður, gerast
eitt aktiv í føroyskum polit-
ikki. Men eingin politisk
skipan hevur brúk fyri hug-
sjónarligum ørvitisfiskum -
hvørki høgra- ella vinstra-
vendum - sum við ókvæm-
isorðum vilja ræða veljarar
til sín, og sum royna at billa
niður í gamlar ommur, at
jørðin er fløt.
Heri Eysturlíð
Stockholm