Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. mai 2001síða 19

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Føroya Egg verður ikki á marknaðinum frá 5. mai og tveir mánaðir fram, men samstundis sum eggini verða aftur á marknaðinum um hálvan juli verður byrjað uppá annað byggi- stig og verður tað liðugt fyrst í komandi ár. Tá verð- ur Føroya Egg støðugt á marknaðinum. Føroya Egg á Velbastað, sum nú hevur gott ár á baki, er nú farið undir annað byggistig, sum ger virkið ført fyri at verða á markn- aðinum uttan íhald. Síðan Føroya Egg kom á marknaðin hevur undirtøk- an verið góð, og bæði keyp- menn og ikki minst brúk- arin eru sera glað fyri egg- ini. Ikki bert tí tey eru før- oysk, men tí eggini eru av sera høgari góðsku og smakka sera væl og tí, at fólk vita, at hønurnar hjá Føroya Egg liva undir góð- um umstøðum. Tá nakað verður fram- leitt, sum hevur við djór at gera, er sera umráðandi við umstøðunum, sum djórini liva undir, og hetta er gald- andi um tað er kjøtið, mjólkin ella sum í okkara føri eggini, sum verða brúkt. Eru djórini strongd ella á annan hátt liva undir vánaligum umstøðum, so gongur tað út yvir góðsk- una á vøruni og hon verður ikki so góð, sum tá djórini hava tað gott. Tí hava vit, líka frá byrjan, lagt sera stóran dent á, at umstøð- urnar skuldu vera so góðar sum gjørligt. Hetta hevur so eisini víst seg aftur í eini góðari vøru, sum brúkarin hevur tikið til sín og virðis- metir høgt. Fyri at halda góðskustig- ið javnt og gott er eggfram- leiðslan skipað á tann hátt, at tað eru flokkar av høn- um, sum ganga saman í eitt ávíst mánaðatal, so verður flokkurin avtikin og ein nýggjur flokkur av hønum settur við. Her kemur so ein steðgur í einar tveir, tríggj- ar mánaðir til tær nýggju hønurnar eru búnar at verpa. Føroya Egg byrjaði í smáum við fyrsta byggi- stigi, sum umfataði eina høll til ein flokk av hønum. Hesin flokkur verður nú skiftur út, og nýggjar hønur verða settar við 11. juni. Tí verða ongi egg at fáa frá Føroya Egg í einar tveir mánaðir. Tá føroysku eggini aftur verða at fáa, verður sam- stundis farið undir annað byggistig, sum umfatar eina høll afturat og tá kann Føroya Egg skipa fram- leiðsluna soleiðis, at tá annar flokkurin av hønum er avtikin, so verpur hin flokkurin av tí mesta. Á henda hátt kemur ongantíð steðgur í framleiðsluna, og føroyingar kunnu tá altíð fáa tey góðu føroysku egg- ini. Hønur í summarfrí »Eitur nakað land Week-end« Á Gamla Meiarínum spæla tey seinastu sýningarnar av sjónleikinum »Eitur nakað land Week-end?«, komandi vikuskiftið. Sýningarnar um viku- skifti verða leygardagin kl. 18.00 og sunnudagin kl. 16.00. Leikurin hjá Jóanes Nielsen hevur verið sera væl umtóktur. Síðan frumsýningina 17. mars hava yvir 3000 fólk sæð leikin. Ummælararnir søgdu millum annað: Frálíkar týpur í undir- haldandi, syrgiligum og beinraknum leiki. (Høgni Djurhuus, Sosialurin) Leikurin er í síni heild á altjóða støði. (Birgir Kruse, Sosial- urin) Føroysk framleiðsla til UG frá fyrst til síðst. (Sjúrður Skaale, Fregnir) Ein leikur sum øll sum hava áhuga fyri tí føroyska samfelagnum í dag áttu at farið til (Carl Johan Jensen, Basalt) Nr. 85 - 4. mai 2001 37 gult37 cyan37 magenta37 svart37 36 Nr. 85 - 4. mai 2001 gult36 cyan36 magenta36 svart36 Elim, Søldarfjørður Hugnaløta fyri ung og eldri verður leygarkvøldið kl. 21. Tala við Svenning av Lofti og tónleikur við Jóannes og fleiri. Eisini verða vitnisburðir. Drekka verður aftaná. Ársmøti í Nesvík Ársmøti hjá Heima- missiónini verður 10.-13. mai í Leguhúsinum í Nesvík. Hósdagin 10. mai inngangsgudstænasta í Norðskála kirkju kl. 19.30 og sang- og vitniløta kl. 22.30 við ungum úr Havn. Lívsins Orð Barnamøti leygardagin kl. 17.30 er avlýst. Sunnudagin kl. 10.30 møti við Jóhannus Muhlig frá CMN í Danmark. Liljurnar møta mánadagin kl. 17. Thabor, Fuglafjørður Ungdómsvikuskifti byrjar fríggjakvøldið kl. 20. Jógvan Petersen Klaksvík talar og Bisco syngur. Leygarkvøldið kl. 20 heldur ungdómsvikuskifti áram. Tá talar Pól Johannesen og ungar gent- ur úr Leirvík syngja. Sunnudagin kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 18 møti við fyrrv. trúboðaran- um í Fuglafirði Bjarne Gertz Olsen. Evni: »Nær hjá Jesusi«. Felags nátt- urði eftir møti. Missiónshúsið í Leirvík Sunnudagin kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 18 møti har m.a. barnakór og húsakórið luttaka. Aftaná møti verður nátturði. Øll eru vælkomin. Soli Deo Gloria Mánadagin kl. 20 bønar- møti. Týsdagin kl. 20 meinig- heitsfundur. Hósdagin kl. 20 ungdóms- møti við Fimmboga Poulsen. Sunnudagin kl. 14 sunnu- dagsskúli, kl. 16.30 Alpha skeið (11-15 ár), kl. 18 møti við Fríðbjørg, Jabjørt og Jónbjørn. Missiónshúsið á Tvøroyri Fríggjakvøldið kl. 21 ung- dómsmøti. Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 møti við Karl og Kára. Innsavnan verður til húsið. Øll eru hjartaliga væl- komin. Missiónshúsið í Vági Sunnudagin kl. 14 sunnu- dagsskúli, kl. 18 møti við Eivind Bech og Nimrod Midjord, Ebba og Nimrod syngja. Høvi verður at geva eina gávu til Heima- missiónina. Øll eru hjartal- iga vælkomin. Frelsunarherurin, Vágur Sunnudagin kl. 14 sunnu- dagsskúli, kl. 18 møti við Eingrím Holm. Mánadagin kl. 20 Heima- forbundið. Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mána- dag, mikudag og fríggja- dag kl. 19-21.00 á tlf. 212380. Føroya Heimavirkis- felag Postboks 1209 - 110 Tórs- havn. Teldupostur: fhf@craft.fo Heimasíða: www.craft.fo Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men sam- band við felagið fæst við at ringja til formannin: Nigro Hermansen tlf. 314304 / fartlf. 288304 Tilhaldið í Tórsgøtu 21 Opið er mánadag kl. 10- 18. Týsdag-fríggjadag 10-17. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag eins og bløðini eru til taks. Mánadagin 30. apríl: kl. 09.45-10.15 Fimleikur. Sonja Danielsen. kl. 10.15-18.00 Seyma fýr- kantar saman til teppir til móður Theresu felagsskap- in. kl. 14-18 Kortspæl, telving og onnur spøl. Tilm. til døgurðan mikudagin á tlf. 316491 Týsdagin 1. mai: kl. 10-12 Vit baka kl. 15 Arthur Brend, Jákup Lindenskov Mikudagin 2. mai: kl. 10-12 Fyrireiking til døgurðan kl. 12 Døgurði kl. 16 Framsýning í smiðj- uni í Lítluvík av myndum frá kvøldskúlanum í vetur, Astrid Mac Donald Hósdagin 3. mai: kl. 10.30-11 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 14-17 Telduprát, Brandur Petersen Fríggjadagin 4. mai: kl. 10-17 Opið hús Tað er altíð ein krókur í Tilhaldinum - um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Pensionistafelagið í Havn kemur saman hvørt miku- kvøld í Losjuni, Tinghús- vegur 18. Øll M/K sum eru fylt 60 ár eru vælkomin at gerast limir. Eysturoyar Gongu- felag/Kunningarstova Gongutúrur verður sunnu- dagin 6. mai. Gingið verð- ur út á Kaldbakskamb. Túr- urin er miðal. Vit møtast á Oyggjarvegnum norðanfyri Mjørkadal kl. 14. AA-fundir í Havn Reinsaríið, Tórsgøta 5: Fundur verður í kvøld kl. 20–21 og 22.30-23.30. Al-anon fundur er hvørt týskvøld og hóskvøld kl. 20 á Vaskarínum í Tórsgøtu 5. Spælistovan í Meinig- heitshúsinum í Havn er opin mánadag-mikudag og hósdag frá kl. 9.00- 12.00 fyri foreldur at børnum uttan ansing. LFÚ-skrivstovan hevur opið týsdag og hós- dag millum kl. 13 og 17. LFÚ-ráðgevingin hevur opið týsdag og hósdag frá kl. 16-18. LISA skrivstovan hjá Listafólka- sambandi Føroya í Dj. í Geilsgøtu 1 er opin hvønn hósdag frá kl. 14 til 20 og annars eftir avtalu á telefon 320197. Teldupostur lisa@lisa.fo – heimasíða www.lisa.fo Kvinnuhúsið svarar alt samdøgrið á tlf. 317200. Skrivstovan er op- in frá kl. 10 til 17, og hós- dagar til kl. 21. Ráðgeving- in er hóskvøld eftir avtalu. Amnesty International Føroya deild Tinghúsvegur 18, 4. hædd Skrivstovan er opin: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 13–17. Føroyskir fiskimenn uttanlands, tlf. 21 04 95. Felagið fyri føroyskar fiskimenn í Canada, Svø- ríki, Danmark, Íslandi og Noregi. Limagjald 200 kr. um árið. Postgiro 57894. Fø. Sparikassi 442027-8. Felagið Føroyar-Kuba P. O. Box 2055, 165 Argir. Tlf./fax 312098 Teldupostur: far_cuba@hotmail.com Viðtala eftir avtalu. Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er á Hoydals- veg 40, 3. hædd (ovast) Opið er týsdag, mikudag og hósdag kl. 10-14 Fríggjadag kl. 13-16 Tlf. 314827 Fax 310557 e-mail: javni@post.olivant.fo MBF-skrivstovan Íslandsvegur 10c Tlf. 317373 · Fax 310813 e-mail: mbf@post.olivant.fo Skrivstovan er opin hvønn dag frá kl. 9-16. Viðtala við sosialráðgevan fæst eftir avtalu við skriv- stovuna á tlf. 317373 Giktafelag Føroya MBF Íslandsvegur 10 C 100 Tórshavn Tlf. 310237 fax 310813 e-mail: gikt@post.olivant.fo Opið týsdag og hósdag kl. 10-13. Fibromyalgibólkurin: Tlf. 310237 týsdag frá kl. 10-12. Ungdómsumboð: Sára, tlf. 373106. E-mail: sara@post.olivant.fo Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mána- dag til hósdag frá kl. 8.30 til kl. 15.30. Tlf. 31.7597, skrivitlf. 31.6929 fax 31.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant.fo Cøliakifelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men sam- band við felagið fæst við at ringja til onkran av nevndarlimunum: Annegreta tlf. 448664 Beinta tlf. 310574 Henning tlf. 314783. Nýrafelagið Postsmoga 1063 110 Tórshavn. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men sam- band fæst við felagið á e-mail: thomsen1@post.olivant.fo Tlf. 315928, Odny Tlf. 315786, Karin Elisa Tlf. 315673, Katrin Føroya Astma/Allergifelag MBF-húsið Íslandsvegur 10c Tlf./fax 311419 Skrivstovan er á niðaru hædd og er opin hesar tíðir. Týsdag fyrrapart kl. 10.00- 11.30 Hósdagin seinnapart kl. 16.00-17.30. Føroya Felag Móti Krabbameini Ráðgevingarstovan er opin mánadag til fríggjadag, við telefontíð frá kl. 13-15. Tlf. 31 79 59, telefax 31 57 27. E-mail: ffk@post.olivant.fo Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Ís- landsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovu- tíð, men samband við fel- agið fæst á tlf. 313978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 319793, Mari Johannesen. Sjómansheimið Ørkin í Reykjavík Møtini byrjaðu 1. oktober kl. 16 og verða hesa klokkutíð allan veturin. Føroyingafelagið í Esbjerg Danmarksgade 25, 6700 Esbjerg, tlf. 75132747 Opið hvørt mánakvøld kl. 19–22.00, har tú ert væl- komin at lesa bløðini, spæla kort og keypa tær ein kaffimunn. Føroyingafelagið í Odense hevur opið hvørt fríggja- kvøld frá kl. 20. Tú finnur okkum á Rugårdsvej 21 (kjallarin), 5000 Odense C. Tlf.: 25395563 Teldupostur: ffo@post.gs www.ffo.subnet.dk Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark Vesterbrogade 17A 1620 København V Tlf. 33239980 Fax: 33239234 Teldupostur: fo.raadgivning@get2net.dk Hjálp og vegleiðing í sosi- alum, persónligum og lestrarligum spurningum. Opið er: Mánadag, týsdag og hósdag kl. 11.30-15.30, mikudag kl. 14-18, fríggja- dag stongt (donsk tíð). Føroyingafelagið við fjørðin Jægerspris. Vit hava ymisk tiltøk nakrar ferðir um árið. Kundi tú hugsað tær at vita meira um fel- agið, ella lokalt, so ring til Fríði tlf. 47317438 Gudni tlf. 47387748 Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48D 8000 Århus C Tel. 86 18 06 04 Húsið er opið mánadag til hósdag kl. 16-18 og fríggjakvøld kl. 21-03. Føroysku bløðini liggja frammi. Kaffi er ókeypis. Flogbóltur í Frydenlund- skúlanum fríggjadag kl. 16-18. Sunnudagsskúli annanhvønn sunnudag (líka vikur) kl. 14.30. Føroyskur barnaskúli ann- anhvønn leygardag (ólíka vikur) frá kl. 11-14. Føroyingarfelagið í Aalborg Lille Kongens Gade 10 B. Tel. 98136330 E-mail: ffaalborg@mail.tele.dk Álaborg er opin soleiðis: Fríggjadag: Fimmarin frá 17.00 til 19.00 Leygardag: Opið hús frá 22.00 til 03.00. Álakórið venur hvønn sunnudag kl. 18.00. Kortkvøld er annaðhvørt fríggjakvøld frá kl. 19.00 Føroyskur dansur er ann- aðhvørt hóskvøld kl. 19.30. Annars vera tiltøk, ið verða á skránni, lýst í Túnatosi, sum kemur út einaferð um mánaðin. Føroyingafelagið í Svøríki Vit hava tiltøk nakrar ferð- ir um árið. Nærri upplýs- ingar fáast við at venda sær til Annu Westfahl á tlf. +46176269536 ella Innu Törnroos á tlf. +468853570. Føroyingafelagið Vesturskin, Bergen Vit skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið. Nærri upplýsingar við at venda sær til Sørin Daniel- sen, tlf. 56147684 ella Elsebeth Reines, tlf. 55229049. Føroyingar í Noregi E-mail: foroyar@norden.no Heimasíða: http://www.n- orden.no/foroyar Norsk-Færøysk Lag skipar javnan fyri tiltøkum fyri føroyingum og fólki við tilknýti til Føroyar. Til- tøkini verða hildin í Oslo, og nærri upplýsingar um tíð og stað fáast við at venda sær til felagið á tlf. +4722674829. TILTØK PRÓGV Høgni Sundstein Jóanesarson, Vestmanna, hevur lokið prógv sum flogskipari. Hann hevur lært á hesum skúlum í Niðurlondum: KLM Flight Academy og RVDSW Flight Academy. Martin Pætursson Hansen, Tórshavn, hevur lokið yrkisútbúgving sum timburmaður. Lærupláss: Byggisamtakið HJT, Argir. Kristian Mouritsen, Tórshavn, hevur lokið yrkisút- búgving sum bilplátusmiður. Lærupláss: P/F Mein- hardt Arge, Tórshavn. Hallur Strøm, Trongisvágur, hevur lokið yrkisút- búgving sum bakari. Lærupláss: sp/f Sofus Dimon, Tvøroyri. Jan Andrew Guttesen, Tórshavn, hevur lokið yrkis- útbúgving innan skrivstovuyrki-fyrisiting. Læru- pláss: P/F Svend Krosstein, Tórshavn. Eddie Næs Joensen, Tórshavn, hevur lokið yrkisút- búgving innan smásølu. Lærupláss: P/F Balslev Timburhandil & Byggibúð, Tórshavn. Kostnaður pr. stk. fyri litmynd: 10x15 cm. kr. 80,- 13x18 cm. kr. 100,- 15x21 cm. kr. 130,- 18x24 cm. kr. 150,- 20x30 cm. kr. 200,- 30x45 cm. kr. 350,- Fyll henda lepan út. Klipp myndina út og send hana saman við lepanum til Sosialin. Tíðindablaðið Sosialurin Box 76 110 Tórshavn Navn: Blað nr.: Síða: Stødd: Mongd: Bústaður: Telefon: Nú er møguleiki at keypa myndir sum standa í Sosialinum Í Býin - Hvønn hósdag