týsdagur 27. november 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 230 - 27. november 2007
Bókanýtt
Lagt til rættis: Rigmor Dam
Bókadeild Føroya
Lærarafelags hevur
givið tríggjar nýggjar
bøkur út. Tað eru:
Djórabørn til tey 0-2
ára gomlu, Víkingarnir
koma! til tey 11-13 ára
gomlu og Anselmo-
barnahermannin til tey
ungu
Sunnudagin kl 19, fyrsta
sunnudag í advent, skipar
Vestmanna Kirkjukór
saman við Vestmanna
Kirkju fyri adventshugna í
Vestmanna kirkju
ADVENT
Vestmanna: Kirkjukórið, hevur
nú í fleiri ár skipað fyri hesi
hugnaløtu, men í ár er nakað
heilt serligt, tí tá verða nógvar
barna-solorøddir á skránni.
Har verður røða, tónleikur,
kórsangur og felagsangur o,a.
Hans Pauli Strøm, landsstýris-
maður, fer at siga nøkur orð,
Pauli Magnussen & Co fara at
spæla undir til kórsangin og fel-
agsssangin.
Gestasangarar
verða
Øssur
Christansen úr Vestmanna og
Hannis Hansen úr Fuglafirði, teir
fara at synga nøkur løg saman við
kirkjukórinum.
Vestmanna Kirkjukór, sum tel-
ur uml. 40 fólk og sum er undir
leiðslu av Erlu Olsen, fer eisini
at framføra nakrar sangir.
Hini árini hevur kirkjan verið
meir enn full, og tí verður heitt á
fólk um at møta stundusliga til
hugnaløtuna í krikjuni.
Aftan á sangin í sjávari kirkj-
uni er smyrjubreyð í kirkjukjall-
aranum.
Tiltakið er heilt ókeypis, men
fólk kunnu eins og seinast stuðla
tiltakinum.
Øll eru vælkomin, heilsa tey
úr Vestmanna.
Vestmanna kirkjukór
adventshugna í kirkjuni
Bókin er ætlað ungum og
er grundað á eitt fyribrigdi,
sum tíanverri er sera van-
ligt: Hetta, at tú fært børn
at kríggjast í bardaga, sum
vaksin hava ábyrgd av. Í
bókini fylgja við systkj-
unum Anselmo og Luc-
indu, sum verða rænd av
geriljahermonnum, tá ið
teir leypa á bygdina, har
børnini búgva.
Søgan gongur fyri seg í
Mosambik og lýsir tíðina,
tá ið borgarakríggj herjaði
har. Hon er eisini fyri stór-
an part um at koma fyri
seg, eftir at alt er av, at
gerast heil aftur, aftaná at
hava verið noydd at dripið
onnur og verið við til so
mangt
ótespiligt,
sum
kann fáa ein hvønn at
missa alla vón.
Søgan er í stuttum um
tann drúgva, torføra vegin
aftur til friðin.
Jacob Meinhard Sól-
bjørg hevur týtt bókina,
sum er 192 bls. og heft
við klaffum. Hon kostar
150 kr.
Anselmo-
barnahermaðurin
“Víkingarnir koma!” er ein bók, har søgur
úr víkingatíð verða sagdar á ein heilt øðrvísi
hátt. Finnlendingurin, Mauri Kunnas, er
kendur
karikaturteknari
og
barnabókarithøvundur. Í bókini eru púra
garvillar søgur um hendingar, sum víkingar
eru fyri á ferðum teirra runt um í heiminum,
men tær eru allar grundaðar á veruligar
søgurligar hendingar.
Á tann hátt ber til at hava eina skemtiliga
løtu og samstundis gerast klókari. Bókin er
skrivað til óvitar, men kann saktans lesast av
bæði ungum og gomlum.
Regin Debess hevur týtt bókina, sum er
54 bls., innbundin og kostar 150 kr.
Djórabørn er ein pappbók við lit-
føgrum myndum av
djóraungum, bæði teimum vit
kenna væl í Føroyum og eisini
av villum djórum úr Arktis og úr
teimum heitaru londunum.
Bókin mennir evnini at eygleiða
og hevur lættan tekst og orð,
sum stimbra undir málið.
Eyðna Magnussen hevur týtt
Djórabørn, sum er 32 bls. og
kostar 75 kr.