Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. november 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 230 - 27. november 2007 Stutt Sagt Mótmæla leyslating Stjórnirnar í Noregi og Finnlandi hava sent stjórnini í Afghanistan eitt hvassorðað mótmæli ímóti, at nakrir menn, sum søktu at norskum og finskum hermonnum, eru latnir leysir. Álopið, sum var í mai í ár, kostaði einum finskum hermanni lívið, og tríggir norskir hermenn vórðu særdir. Herfyri vórðu sjey afghan­ skir menn dømdir 20 ára fongsul fyri álopið, men fimm teirra eru longu latnir loeysir. Tað kunnu stjórnirnar í Oslo og Helsinki ikki góðtaka, og tí hava teir sent stjórnini hjá Hamid Karzai, forseta. eitt hvassorðað mótmæli. Stórt mannfall í Tjad Fleiri hundrað uppreist­ rarmenn lógu eftirá í gjár, tá stjórnarherurin í Tjad leyp á eitt herfylgi hjá uppreistrarmonnunum, sum halda til á markna­ leiðini millum Tjad og sudanska landspartin Dar­ fur. Talsmaðurin hjá stjórnarherinum segði, at hermenninir tóku meiri enn 50 akfør frá upp­ reistrarmonnunum, og at onnur umleið 40 vórðu oyðiløgd í álopinum. Al­ menna sjónvarpið í Tjad visti eisini at siga, at herurin hevði tikið nógvar uppreistrarmenn til fanga. Ófriður í París Aftur í gjárkvøldið vóru ógvusligir samanbrestir millum løgregluna og ungfólk í útjaðaranum á París, og sambært sjón­ varpsstøðini LCI fingu minst 50 løgreglumenn skaða í bardøgunum. Tríg­ gir teirra fingu álvar­ ssaman skaða. Hetta var annað kvøldið á rað, at tað var ófriðarligt í for­ staðnum Villier­le­Bel, eftir at ein ferðsluvanlukka sunnudagin kostaði tveim­ um ungum dreingjum av afrikonskum uppruna lív­ ið. Teir báðir dreingirnir sótu á einari motorsúklu, sum stoytti saman við ein løgreglubil. Tilburðurin elvdi til ófrið longu sunnu­ kvøldið, tá ungdómar gjør­ du seg inn á løgregluna. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Dómurin ímóti teirri neyðtiknu kvinnuni er slíkt keðiligt, sum hendir í rættarverkinum - eisini í USA (saudiarabiskur ráðharri) útlond Teir flestu Miðeystur­serkønu vænta sær lítið burtur úr friðarráðstevnuni í Annapolis í USA. Teir seinastu dagarnar hevur amerikanska stjórnin, sum er vertur, eisini sagt, at øll framstig eru góð stig. Umboð fyri Ísrael, palestinsku sjálvsstýrism yndugleikarnar og 16 arabisk lond er á ráðstevnuni í Annapolis. Men palestinska stjórnin er ikki umboðað, og í gjár nýttu Ismael Haniyeh, forsætisráðharri, høvi til at mótmæla ráðstevnuni. Myndin omanfyri er tikin eftir fundin í Gaza. Friðarráðstevnan gevur neyvan frið Leiðandi russiskir embætismenn siga, at myndugleikarnir hava givið boð um svik, sum skal tryggja flokkinum hjá forsetanum sigur á valinum sunnudagin Tey, sum standa fyri upp­ teljingini á teimum russisku valstøðunum, hava fingið boð um at skipa so fyri, at flokkurin Sameint Russland vinnur tjóðartingsvalið sunnudagin. Eisini um tað krevur, at tey svika við tølunum. Tað skrivar blaðið Moscow Times. Blaðið sigur seg hava fingið at vita frá týðandi embætismonnum í russisku umsitingini, at allir em­ bætismenn, læknar, lærarar og onnur í almennum starvi hava fingið boð um at velja flokkin hjá Vladirmir Putin, forseta. Harumframt ertu tey biðin um at útvega flokk­ inum 10 veljarar í part. Almenna valnevndin av­ sannar tíðindini hjá Moscow Times, og talsmenn hjá flokkinum hjá forsetanum siga, at tíðindini hava bara til endamáls at spilla for­ setan og flokk hansara út. Men blaðið stendur við sítt. Millum annað endur­ gevur blaðið ein professara á lærda háskúlanum í Oryl fyri at siga, at hann og felagar hansara hava fingið boð um at atkvøða fyri flokkinum hjá Putin. Tey lesandi hava fingið somu boð og hava fingið at vita, at gera tey ikki eftir boð­ unum, dumpa tey. Moscow Times sigur frá einum lækna í Moskva, at á einari læknastovu har hava starvsfólkini fingið boð um at seta krossin við eitt val­ evni hjá flokkinum Sameint Russland. Gera tey ikki tað, fer tað almenna at steðga stuðlinum til læknastovuna, skrivar blaðið. Í Russlandi er tað ikki loyvt at almannakunngera veljarakanningar ta seinastu vikuna undan einum vali, men kanningar í heyst hava bent á, at flokkurin hjá Vladimir Putin, forseta fer at fáa meiri enn 60 prosent av atkvøðunum sunnudagin. Andstøðupolitikarar halda uppá, at fær flokkurin so nógvar atlvøður, so er svik í skipanini. ­ Hetta verður tað ringasta valið í russisku søguni, hvat sviki viðvíkir. Sameint Russland fær ikki tær atlaðu atkvøðurnar uttan umfat­ andi svik, sigur andstøðu­ politikarin Sergej Mitrokhin við Moscow Times. Vænta umfatandi valsvik í Russlandi sunnudagin Nývaldi avstralski forsætisráðharrin, Kevin Rudd, lovar at bøta um korini hjá landsins upprunafólki Í hundrað ár, frá 1869 til 1969, vórðu børn hjá avstralska uupprunafólk­ inum tikin frá foreldrunum og latin hvítum húskjum. Síðani ágangurin steðgaði, hevur upprunafólkið kravt eina almenna umbering frá myndugleikunum, men hig­ artil til fánýtis. Fráfarni konservativi for­ sætisráðharrin, John Howard, bleiv biðin um at geva upprunafólkinum eina tílíka umbering, men hann segði nei. Men eftirmaður hansara, Kevin Rudd, sigur, at hann fer at biðja upp­ runafólkið um eina almenna umbering, samstundis sum stjórn hansara fer at bøta um kom teirra. Í Avstralia verða upp­ runabørnini, sum vórðu tik­ in frá foreldrunum og latin hvítum húskjum, umrødd sum Tað Stolna Ættarliðið. Umleið 20 milliónir fólk búgva í Avstralia. Av teimum eru umleið 470.000 upprunafólk, men teirra gerandisdagur er merktur av stórum sosialum og heilsuligum trupulleikum. Kevin Rudd fer at biðja upprunafólkið um umbering fyri ágang (Mynd: Polfoto) Fer at biðja upprunafólkið um umbering