Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. november 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 230 - 27. november 2007 PARTABRØVINI HILDU TØRN Hóast partabrøvini lækkaðu fyrru helvt av farnu viku, so hækkaðu fleiri vinnugreinar m.a. smásøla og fíggjarvinnan aftur í seinnu helvt, so tey nú liggja á sama stigi sum fyri viku síðan. Orsøkin til vendina var, at handilsvinnan í USA boðaði frá, at hon hevði góðar vónir um jólasøluna. Fíggjarvinnan hækkaði somuleiðis av tíðindum um, at ein nyggjur stórur grunnur uppá 75-100 mia dollarar er stovnsettur fyri at stuðla fíggjarstovnum móti árinunum frá lánikreppuni. Um kreppan á húsamarknaðinum, sum hevur staðið við síðan seinast í februar, heldur fram, er vandi fyri at hon kann fáa realbúskaparligar avleiðingar. Serliga í USA er vandi fyri at peningapolitikkurin gerst lagaligari enn higartil væntað. Um veruligur stígur kemur í búskapin, kann rentan lækkað enn meira enn higartil mett. MARKNAÐURIN ÓSAMDUR VIÐ FED Amerikanski tjóðbankin letur skína ígjøgnum, at teir ikki ætla at lækka leiðandi í desembur fyri at halda inflatiónini í skák. Marknaðurin sýnist tó samdur um, at FED fer at lækka rentuna 0,25% í hesum árinum, fyri at stuðla undir nýtsluna og íløguhugin og stimbra framhaldandi búskaparvøkstur í USA. Av tí at rentulækkingin í stóran mun er innroknað, vil ein rentulækking frá FED ikki ávirka rentuna stórvegis, enn. Í Europa er líkt til at prísvøksturin hækkar í mun til markið miðbankin hevur sett sær. Tað leggur trýsti á Miðbankan um eina rentuhækking. 10-ára danska lánsbrævarentan liggur á 4,14% sum er áleið tað sama sum fyri viku síðan. CHF HÆKKAR MEÐAN USD LÆKKAR Tryggi sveisarafrankurin er hækkaður 3% seinasta mánaðin. Hetta er tekin um at íleggjarar eru ørkymlaðir av bústaðar-og lánikreppuni. Dollarin heldur fram at lækka og eingin útlit eru fyri, at hann skal hækka aftur í stutta tíðarbilinum. HESA VIKUNA Orsakað av ósemjuni vil marknaðurin leggja dent á, hvat FED-stjórin fer at siga í talu síni fríggjadagin. Eisini verður hugt at bústaðartølum og vinnuálitinum frá USA, umframt prísvøkstur í Evropa. Broytingarnar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðarnar. Greiningin er grundað á keldur, sum Kaupthing metir vera álítandi, men Kaupthing hevur ikki ábyrgd av, at tilfarið altíð er neyvt og nágreiniligt. Kaupthing kann heldur ikki ábyrgdast tapi ella líknandi, sum stendst av gerðum, ið hava støði í greiningunum í hesum tilfari. Postsmoga 3090, Bókbindaragøta 8, 110 Tórshavn, Tel 351500, Faks 351501, kf@kaupthing.fo, www.kaupthing.fo M A R K N A Ð A R R Á K V I K A 4 8 2 0 0 7 Vísital fyri norrøn partabrøv Donsk 10-ára renta Marknaðir Kursur +/- % Norðurlond 1337,35 + 0,42% Alheims partabrøv 7795,56 -1,42% Atlantic Petroleum 1907,00 -1,70% Føroya Banki 210,00 + 3,96% Eik Banki 590,00 -6,35% KB Trygg Eurostoxx 109,43 + 0,41% USD 501,34 -1,35% JPY 4,67 + 0,79% 4,1% 4,3% 4,5% 27/08 27/09 28/10 1310 1410 1510 27/08 27/09 28/10 >> Stórt jólainnlegg í Sosialinum B o k s 7 6 | F O - 1 1 0 T ó r s h a v n | Te l + 2 9 8 3 4 1 8 0 0 | p o s t @ s o s i a l u r i n . f o Freist fyri at fáa lýsing við í blaðið er týsdagin 27. november. Vit seta fegin lýsingina upp uttan eykakostnað. Lidnar lýsingar skulu verða okkum í hendi innan fríggjadagin 30. november. Jólarákið Fríggjadagin 7. desember 2007 verður stórt eykablað í Sosialinum Broytingar í innihaldinum kunnu koma fyri Temablaðið fer at snúgva seg um m.a. >> Heilsa >> Matur >> Handarbeiði >> Bókmentir >> Ítriv >> Gávuhugskot >> Innrætting >> Jól Joan Abrahamsen Marknaðardeildin joan@sosialurin.fo · tel 34 18 22 Henrietta Hammer Marknaðardeildin henrietta@sosialurin.fo · tel 34 18 21 Gudny Langgaard Marknaðardeildin gudny@sosialurin.fo · tel 34 18 23 Lýsingarstødd Lýsingarprísir >> 1/4 síðu lýsing í litum 2.000,00 kr. >> 1/2 síðu lýsing í litum 4.000,00 kr. >> 1/1 síðu lýsing í litum 8.000,00 kr. Allir prísir eru uttan mvg