Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. november 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 230 - 27. november 2007 Vágadal aftur áhugaður í stjórastarvi Manningin á Smyrli tekur als ikki undir við útsøgninum hjá Jan Haldansen, leiðara á sjódeildini hjá Manningin á Smyrli tekur ikki undir við útsagnunum hjá Jan Haldansen, leiðara á sjódeildini hjá Strandferðsluni, um at seta Regin Vágadal aftur í stjórastarvið. - Vit siglandi starvsfólk hjá Strandferðsluni taka uppá tað kraftigasta frástøðu frá hesum úttalilsi, tí vit eru hvørki hoyrd ella eftirspurd um málið, sigur manningin á Smyrli. Leiðarin á sjódeildini hjá Strandferdsluni, Jan Haldansen, heitti í gjár á landsstýrismannin um at seta Regin Vágadal aftur í starv. - Tað er Regin, sum er primos motor í strategiætlanini fyri, hvussu Strandferðslan kemur víðari. Hann hevur sett okkum í starv, liggur inni við vitanini um stovnin, og fyri okkum er tað øgiliga umráðandi, at hann kemur aftur, segði Jan Haldansen við Kringvarpið. Men hesum tekur manningin á Smyrli altso ikki undir við. Sjálvur sigur Regin Vágadal, at fekk hann bodid starvið aftur, hevði hann avgjørt umhugsað at tikið av. -Tað var eitt sera spennandi starv, sigur Regin Vágadal, sum fyri sløkum tveimum vikum síðani bað um at verða loystur úr starvinum sum stjóri á Strandferdsluni. Bygdaráðið í Leirvík noktar nú ferðsl­ uni til og úr Norð­ oyatunlinum at koyra ígjøgnum Leirvík NorðoyatuNNiliN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú er av álvara vandi fyri, at Norðoyatunnilin verður stongdur. Tað er bygdarráðið í Lei- rvík, sum nú setir føtur í spenni og hóttir við at seta tiltøk í verk, sum í ver- leikanum steingja tunnilin. Tað ger bygdaráðið við eini hóttan um at nokta bilum til og úr tunlinum at koyra ígjøgnum Leirvíkar bygd. Tá ið Norðoyatunnilin varð tikin í brúk, gav bygda- ráðið í Leirvík fyribils loyvi til at binda í vegin hjá kommununi, so at bilar í og úr tunlinum kundi koyra ígjøgnum bygdina. Loyvið er galdandi til á nýggjárinum í ár. Sostatt gongur øll ferðsla til og úr Norðoyatunlinum ígjøgnum Leirvíkar bygd. Tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, at Løgtingið skuldi játta pening til ein nýggjan veg í ígjøgnum bygdina í sambandi við Norðoyatunnilin. Men síðani er lítið og onki hent, tí tvídráttur hevur tikið seg upp um, hvussu og hvar, vegurin skal gerast. Og ímeðan gongur taxa- metrið og nú á nýggjárinum gongur fyribils loyvið út hjá Norðoyatunlinum at binda í vegin í Leirvík. Tað merkir, at bara um ein góðan mánað hevur Norðoyatunnilin ikki longur loyvi at lata bilar til og úr tunlinum koyra ígjøgnum Leirvík. Nokta at leingja loyvið Tí hevur nevndin fyri Norð- oyatunlinum søkt Leirvíkar Bygdaráð um at leingja fyri- bils loyvi, so at bilar til og úr Norðoyatunlinum framvegis kunnu koyra ígjøgnum Leir- vík. Umsóknin var fyri á bygda- ráðsfundi í gjárkvøldið. Og har samtykti bygda- ráðið, at umsóknin verður ikki gingin á møti. Bygdaráðið hevur eisini samtykt, at málið verður ikki tikið uppaftur, fyrrenn Løgtingið hevur endaliga avgreitt málið um vegafør- ingina ígjøgnum Leirvík. Annars hevur Løgtingið samtykt at gera nýggjan veg til Norðoyartunnilin ígjøgnum Leirvík, har niðri í bygdini. Men hetta er bygdaráðið ikki nøgt við og vil hava tann nýggja vegin omanfyri bygdina. Samstundis hevur Kári P. Højgaard lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta ætl- anina og at gera tann nýggja vegin omanfyri bygdina. Og nú hevur bygdaráðið gjørt greitt, at spurningurin um at leingja fyribils loyvið til at lata ferðsluna í sam- bandi við tunnilin at koyra ígjøgnum bygdina, verður ikki tikin uppaftur, fyrrenn Løgtingið hevur tikið enda- liga støðu til ætlanina at leggja vegin omanfyri ætl- anina. Tá ið endalig støða er tik- in, er bygdaráðið í Leirvík sinnað at taka umsóknina upp aftur um at leingja fyri- bils loyvið til at lata ferðsl- una í sambandi við Norð- oyatunnilin sleppa at koyra ígjøgnum bygdina. Vilja hava málið avgreitt Sostatt er greitt, at Leirvíkar bygdaráð hevur sett tumla- skrúvurnar á Løgtingið. Loyvið at lata ferðsluna til og úr Norðoyatunlinum at koyra ígjøgnum Leirvík, gongur út longu á nýggjár- inum og verður tað ikki framlongt, sleppa bilarnir ikki at koyra. - Vit taka hetta stigið, tí nú vilja vit hava trygd fyri, at vegurin í sambandi við tunnilin verður gjørdur, sig- ur Fríðgerð Heinesen, borg- arstjóri í Leirvík. Hon sigur, at nú hevur bygdaráðið í Leirvík livað við eini fyribils loysn meiri enn hálvtannað ár, tí so leingi er tað síðani, at Norð- oyatunnilin læt upp. Og nú vil bygdaráðið tryggja sær, at ein endalig loysn verður funnin. Tí verður loyvið ikki longt fyribils, tí bygdaráðið sær tann vanda við sær, at onki hendir í málinum og so enda vit aftur í gomlu sjúkuni, at ein fyribilsloysn endar sum ein endalig loysn. Borgarstjórin leggur aft- urat, at eitt er so tað, at bygdaráðið vil hava Løg- tingið at leggja vegin omanfyri bygdina. Pengar skulu fylgja við Men eitt annað er, at eftir uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár, er ætlanin bara at seta 10 milliónir av til tann nýggja vegin í Leir- vík í sambandi við Norðoya- tunnilin. - Fyri 10 milliónir fæst ikki nógv av vegi, hvørki niðri í bygdini, ella oman- fyri bygdina og eisini tað er ein stórur trupulleiki hjá bygdaráðnum. Fríðgerð Heinesen sigur, at ein nýggjur vegur kostar einar 40-50 milliónir, sama um hann verður lagdur niðri í bygdina ella í erva. - Og nú vilja vit hava trygd fyri eini endaligari loysn, tí sum støðan er nú, er tað púra óforsvarligt. Hon vísir á, at har vegurin frá tunlinum verður bundin í Leirvíkarvegin, eru sjey ferðsluóhapp skrásett í ár. - Vegurin nú er ein lappa- loysn og tað vilja vit ikki góðtaka longur, leggur hon afturat. Annars vónar hon sanni- liga ikki, at tað kemur hartil, at tunnilin verður stongdur, tí loyvið at koyra ígjøgnum Leirvík ikki verður longt. - Men tað stendur fult og heilt til Løgtingið, tí tað hevur nú ein gyltan møgu- leika at avgreiða málið endaliga, tí tað kostar tað sama at gera vegin í erva, sum bygdaráðið vil og at gera hann í neðra, sum Løg- tingið áður hevur samtykt. - Tí stendur tað fullkomi- liga upp til Løgtingið, hvat skal henda á nýggjárinum, sigur Fríðgerð Heinesen. Hótta við at steingja Norðoyatunnilin Á nýggjárinum missa bilar, sum koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin loyvi til at koyra ígjøgnum, Leirvík, men bygdaráðið í Leirvík noktar fyri at leinga loyvið. Tí er vandi fyri, at Norðoyatunnilin verður stongdur